Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-10, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 10. juli 2008 VESTANSTEVNAN 2008 13 - Hóast tað kann vera nógvur postur ein dag, so sleppi eg av við ein rættiliga stóran part á flog- vøllinum, sigur Elin Jørgensen, sum arbeiðir sum postboð í Vágum Postur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Vatnsoyrar: - Tað var nú mestsum av tilvild at eg bleiv postboð, sigur Elin Jørgensen. Fyri eini sjey árum síðani stóðu tey og manglaðu eitt postboð á posthúsinum í Sørvági, tí eitt av starvsfólkum teirra var farið til Havnar at arbeiða. Onkur teirra helt, at Elin møguliga kundi verðið áhugað í hesum starvinum. Hon arbeiddi tá í laksinum í Sørvági. - Mær dámdi als ikki hetta arbeiðið í laksinum. Eg kom heim við gron næstan hvønn einasta dag. - Men tá eg so varð spurd um hetta arbeiðið við postinum, tók eg av beinanvegin. Og glað var eg, tá eg fekk tað, sigur Elin við einum brosi. Hósdagin í farnu viku fingu við eitt stutt prát við hana, tá hon kom við postinum til leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum. Inni og úti Sum øll onnur postboð hevur Elin Jørgensen sína føstu rutu at ganga. Hennara øki er Flogvøllurin, Bøur og Vatnsoyrar – íalt 44 húski, harav flogvøllurin er nógv tann størsti móttakarin av posti. - Seinnapartar plagi eg at arbeiða inni á posthúsinum í Sørvági, greiðir hon frá. Elin møtir til arbeiðis klokkan 8, og fer síðani fyrst á flog- vøllin við postinum, síðani til Vatnsoyrar og at enda til Bíggjar. Ójavnt er sjálvandi, hvussu nógvur postur er at bera út. Men henda hósmorgunin í farnu viku var rættiliga nógvur postur. - Vit eru jú fyrst í mánaði- num, og tá eru ofta nógv brøv frá bankunum. Tey fylla eitt sindur, sigur hon. Posturin hevur skund. Vit takka fyri samrøðuna, og løtu seinni fer blái bilurin til fýra tey seinastu húskini í Vatnsoyrum. So kunnu tey í Bø gera seg klár at taka ímóti posti frá Elini. Posturin skal skjótt út Við brosi á kinn ber Elin Jørgensen postin út, her við leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum Hesar dagarnar eru fleiri ung úr Mið- vági við í tiltakinum »Ung í arbeiði«. Ein teirra er Poli Jóhansson, sum fer í 10. flokk eftir summarfrítíðina. – Hetta er ein góður møguleika at fortjena sær nakrar pengar, sigur hann ungdómur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Miðvágur: - Í løtuni seta vit hesar planturnar í teir stóru stamparnar, sigur Poli, sum saman við Martu Næs ger hetta arbeiðið beint við bygdarhúsið í Miðvági. Poli hevur ikki áður verið við í hesum tiltakinum, men avgjørdi kortini at søkja í ár. Í góðveðrinum hósdagin í farnu viku vóru Poli og fimm onnur í sama »starvi« í ferð við at rudda hettta økið, sum verður eitt av høvuðsøkjunum á vestanstevnu um vikuskiftið. - Seinni skulu hesir stamparnir við blómunum í, setast runt ymsastaðni í bygdini, greiðir hann frá. Fortjena Hóast tað var fyrstu ferð, at Poli Jóhansson søkti um at sleppa at vera við Ungum í arbeiði, eydnaðist tað honum at sleppa við millum onnur ung, sum høvdu sama áhuga sum hann. - Eg visti ikki, so nógv um hetta tiltakið frammanundan. Eg hevði bara hoyrt, at tey plagdu at taka ókrút burtur og onnur slík arbeiði, greiðir Poli frá. Tey vóru fyrsta dagin til arbeiðis mikudagin í farnu viku. Tá arbeiddi Poli við at lúka, men tá vit hittu hann hósmorgunin var hann í ferð við at planta blómur og trø. Peningin, ið hann forvinnur hesar dagarnar ætlar hann at spara upp. Tað fer starvsfelagi hansara, Marta Næs eisini at gera, tí hon fær helst brúk fyri teimum hetta komandi skúlaárið. - Eg fari tá á eftirskúla í Danmark –Sædding efterskole, sigur hon. Skal skína til stevnuna Poli Jóhansson og Marta Næs seta blómur niður ... ... meðan Ingmar og hinir rudda rundan um fótbóltsvøllin