Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-10, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 VESTANSTEVNAN 2008 Sosialurin 10. juli 2008 Á hvørjum ári leita hundraðtals ung sær á eina av summarlegunum á Zarepta. Ein teirra, sum hevur verið her fleiri ferðir, er 16 ára gamla Gunhild Jacobsen úr Hoyvík. – Eg eri komin higar fyri at hoyra um Jesus, sigur hon UngdómslegUr Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Vatnsoyrar: Í farnu viku var Gunhild Jacobsen saman við 159 øðrum á teirri eldru ung­ dómsleguni í Zarepta. Legan byrjaði sunnudagin og tá Sosialurin vitjaði í Vatns­ oyrum hósdagin, vóru bert tveir dagar eftir av henni. Fyrri um morgunin høvdu tey etið morgunmat, havt morgun­ fimleik og morgunandakt á kørmunum, og høvdu haraftrat ruddað hesi til lítar. Veðrið var av tí allarfagrasta henda dagin, og tey ungu stutt­ leikaðu sær uttanfyri eina stutta løtu, áðrenn næsta punkt var á skránni kl. 10. Alt spæl helt tó uppat, og tá boðað varð til bíbliutíma og sangløtu í stóra salinum, var Gunhild sjálvandi við. Seinna­ partin var ætlanin at fara ein longri gongutúr niðan á Fjalla­ vatn. Umframt hesa ungdóms­ leguna eru seks aðrar summar­ legur, eins og eina rúgvu av øðrum legum her í Vatns­ oyrum. Hvørt summar eru um 1100 børn og ung úr øllum landinum á Zarepta. ­ Tað eru eisini tvey onnur góð ting við at vera her: Ein fær nýggjar vinir, og ein hittir teir gomlu vinirnar aftur, sigur henda 16 ára gamla hoyvíks­ gentan. Høvuðsleiðari á hesi ung­ dómsleguni var porkeningurin John í Skemmuni og hjálpar­ leiðari Kirstin Samuelsen úr Fuglafirði. Sama endamál í 40 ár Á stórum tiltaki í fjør varð Vel vinin besta Gunhild Jacobsen úr Hoyvík eigur mong sporini her á Zarepta. Í farnu viku var hon aftur á ungdómslegu Tey 160 ungu syngja av hjartans lyst afturvið góðum forsangarum og tónleikarum