hósdagur 10. juli 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 10. juli 2008 VESTANSTEVNAN 2008 15
Hóast hann nærkast
teimum 80, er
Leivur Nattestad í
Miðvági framvegis
til arbeiðis hvønn
einasta dag. Hann
hevur verið deknur í
Miðvágs kirkju í 40
ár og sitið í stýrinum
fyri missiónshúsið í
35 ár. – Eg havi nógv
at takka fyri. Eg
havi havt eina góða
heilsu og havi altíð
kunnað arbeitt, og
tað, at arbeiða, er
balsam fyri sálina,
sigur hann
Bygdarmynd
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Miðvágur: - Eg fór til skips
sum 18 ára gamal við mið-
vágstrolaranum, Varðbergi,
sigur 79 ára gamli Leivur
Nattestad við málgagnið hjá
Heimamissiónini, Trúboðin.
Fyri henda fyrsta túr sín fekk
hann 2100 krónur í avrokning.
– Tað ljóðar kanska ikki av so
nógvum, men tá fekk man
nakað fyri pengarnar. Tað var
ein heilt onnur tíð, men vit
vóru glað fyri tað lítla, vit
høvdu, leggur hann afturat.
Leivur arbeiddi eisini sum
lærlingur í smiðjuni hjá Jákupi
Joensen, ella Jákup Smið, nú
betur kent undir navninum J.
K. Joensen & sonur.
Í 1951-52 gekk Leivur á
maskinskúla í Havn, og fór í
1964 undir sjálvstøðugt virki á
landi. Tað var innan VVS-
arbeiði. Í 1986 fór hann undir
handilsvirksemi Sp/f Leivur
Nattestad.
– Vit hava havt nógvar stórar
uppgávur gjøgnum árini, til
dømis kann eg nevna ítróttar-
høllina á Giljanesi, Flakavirkið
og Ellisheimið, sigur hann.
Fyri nøkrum árum síðani, tók
sonurin, Atli Dávur, yvir hetta
virksemi, men Leivur arbeiðir
framvegis saman við honum. Í
farnu viku kom fram, at fyri-
tøkan hevur lagt saman við
Demich.
Andaliga virkin
Á tí andaliga økinum hevur
Leivur verið virkin í mong ár.
– Eg havi gingið í kirkju og
missiónshús, síðan eg var
smádrongur, ja, alt tað, eg
kann minnast, sigur Leivur í
longri samrøðu við Trúboðan.
Leivur minnist serliga væl
veturin 1945-46.
– Tá var missiónsvika í Mið-
vági og stór veking. Eg minnist
serliga ein mann, sum talaði,
tað var Palli Mortensen,
vanliga nevndur Argja-Palli.
Tað komu sera nógv fólk til
møtini tá, og tað var ein góð
tíð andaliga.
– Hóast eg altíð havi átt
trúnna, so gjørdist orðið serliga
livandi fyri mær tá, og eg eri
glaður fyri at kunna siga, at eg
eigi eina persónliga trúgv á
Jesus sum mín frelsara, sigur
Leivur.
Leivur sat í stýrinum fyri
Miðvágs missiónshús í 35 ár,
harav tey 17 árini sum
formaður.
Konan, Marjun, hevur eisini
verið virkin innan missións-
arbeiðið. Umframt at standa
fyri kvinnumøtunum í mong ár,
hevur hon eisini verið við til at
halda sunnudagsskúla í útivið
50 ár.
Deknur í 40 ár
Innan kirkjuna hevur Leivur
eisini verið trúgvur í tænastuni.
Hann var deknur frá 1967 til
2007.
– Tað var táverandi sóknar-
presturin, Høgni Poulsen, sum
spurdi, um eg kundi hjálpa til
sum deknur viðhvørt, sigur
Leivur, og so varð eg hangandi.
Mær dámdi tað væl, og man
kemur væl inn í Skriftina, men
tað var nokkso bundið, tí eg
var einsamallur deknur í fleiri
ár. Seinnu árini hava tað verið
onnur, sum eisini hava lisið.
Tað var nógv betur.
Leivur legði frá sær sum
deknur í fjør, og fekk tá medalju
frá Margretu drotning fyri
trúgva tænastu. Leivur var
seinni, sum siður er, niðri hjá
drotningini og takkaði henni
fyri medaljuna.
– Hon var sera fyrikomandi,
og vit fingu eitt gott prát
saman, sigur Leivur.
Leivur hevur altíð arbeitt
Eftir langa og trúgva tænastu sum deknur við Miðvágs kirkju, fekk Leivur Nattestad riddarakross frá Margrethu
drotning í fjør. Her handar fyrrverandi biskupur okkara, Hans Jacob Joensen honum heiðurin
Mynd: Trúboðin
Ein hósdagur á
ungdómsleguni:
Kl. 07:30
Andakt, leiðarar og
starvsfólk
Kl. 08:00
Veking av
leguluttakarum við sangi
Kl. 08:20
Morgunfimleikur í
túninum
Kl. 08:25
Merkið í húnar hátt og
ørindi úr tjóðsanginum
sungin
Kl. 08:30
Morgunmatur
Kl. 09:00
Andakt á kamarinum
Kl. 09:00
Rudding av kamarinum
Kl. 10:00
Bíbliutími
Kl. 12:00
Døgurði
Kl. 13:00–18:00 Gongutúrur á
Fjallavatn, ella fótbóltur,
kano, bátar, ítriv,
svimjing, kiosk o.a.
Kl. 18:00
Nátturði
Kl. 19:00
Kvøldseta, sangur,
spurningar, spæl v.m. í
salinum
Kl. 20:00
Fríløta
Kl. 21:00
Drekka
Kl. 21:30
Søgan
Kl. 22:45
Andakt á kamarinum
Kl. 23:30
Friður
hátíðarhildið, at legur høvdu
verið her í samfull 40 ár.
Legurnar byrjaðu uppruna-
liga tvey ár frammanundan – í
1965 – við Áir, og var hetta
sama árið sum økið í Vatns-
oyrum varð keypt við tí í
hyggju at byggja eitt leguhús
á staðnum. Í 1967 varð fyrsta
legan hildin her á Zarepta.
Hóast tíðirnar broytast og
menniskjuni við, so er enda-
málið við barna- og ungdóms-
legunum kortini hitt sama:
»At vinna børn og ung fyri
Kristus og at læra tey Orð
Guds«, sum tikið verður til.
Samstundis við hetta
verður eisini dentur lagdur á
at leggja eitt støði undir
ymiskar dagligar
lívsmeginreglur í lýdni, atferð
og í virðing fyri náttúruni,
mentanini og tjóðskapar-
virðunum.
Men kristna boðanin í talu
og sangi um barna- og ung-
dómsvinin besta, Jesus er
kortini hon, ið er grundarlagið
undir øllum virkseminum her
í Zarepta.
- Eg havi ofta verið á legum
her. Og her er bara gott at
vera, sigur Gunhild Jacobsen.
Okkurt til øll
Í teirri dagligu skránni fyri
hvørja einstaka legu er alt
gjørt fyri, at øll skulu fáa
okkurt burturúr.
Umframt tann andaliga
partin er eisini møguleiki til
ítrótt, sigling, ítriv av
ymiskum slagi, eins og
møguleiki sjálvandi skal vera
fyri at tey ungu kunnu hugna
sær saman í fríløtunum.
Sjálv er Gunhild sera fegin
um øll tiltøkini á leguni –
bæði sangin, boðskapin og
bíbliutímarnar.
Tað er so skjótt at ein ungur
kann gloyma ymiskt í Bíbliuni.
Men á eini slíkari legu kann
alt verða frískað upp aftur,
ella ein fær okkurt heilt nýtt at
vita, - okkurt, sum ein ikki visti
áður.
Hetta gav at bíta eina dagin,
tá evnið var Dánjal. Har fekk
hon eisini nógv áhugavert at
vita um henda profetin, sum
so nógv er skrivað um í
Gamla Testamenti.
- Eg haldi bara at alt her á
leguni er sera gott, sigur hon.