Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-10, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 VESTANSTEVNAN 2008 Sosialurin 10. juli 2008 - Hetta er eitt gott stað at frætta tíðindi úr hinum endanum á bygdini, siga teir tríggir menninir á »Palleba Bænk« í Miðvági Hugnaløta Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Miðvágur: - Ja, her verða nógv ymisk evni tikin fram, bæði um eplir, hoyggj, fiski- vinnu og annars hvat rørir seg manna millum, siga teir tríggir Eggin Poulsen, Hallur Samuel- sen og Dion Hansen. Ein góðan dag í farnu viku høvdu teir aftur leitað sær á henda vældámda beinkin á Ryggi til eitt prát. Hetta er nærum vorðin ger- andiskostur hjá teimum at hitt- ast her – nakað sum teir næstan mugu gera hvønn einasta dag og mangir aðrir við teimum. Hjá mongum teirra hava teir eina fasta skipan til dagin: Fyrst fara teir ein gongutúr, og hittast so á beinkinum at hvíla sær beinini og práta saman um mangt og mikið. – Vit sita her til einaferð út á fyrrapartin. Ja, so fáa vit eisini fylgt við, hvussu langa kaffi- pausu summi fólk hava!, siga teir skemtandi. Tað er kortini ikki bert fyrra- partar at bonkurin er upptikin. Kvøldið fyri gekk prátið so gott, at teir vistu ikki av tíð, fyrrenn klokkan var farin at nærkast 10. Tvey álvarsmál Henda morgunin, ið Snoddi koyrdi framvið vóru tvey rætti- liga ólík evni til »viðgerðar«: Fótbóltur og grindadráp. Kvøldið fyri hevði HB tapt rættiliga óvæntað í Fuglafirði, og henda dagin lá mjørkin tjúkkur yvir høvuðsstaðin. Tvær slíkar hendingar fara heldur ikki aftur við borðinum uttan viðmerkingar. – Hetta er ein góður dagur, sigur ein teirra brosandi. Hinir flenna við. Eitt annað av stóru evnunum var grind og grindadráp. Er tað nakað sum fólkið í Miðvági man leingjast eftir, er tað júst hetta. Støðan við grindadrápi í Miðvági minnir kanska ikki sørt um døglingin í Mykinesi, sum hvarv á sinni, tá fólk tosaðu ilt um hann: Her í Miðvági er eingin grind deyð tey seinastu fýra árini. Og tað er alt ov long tíð. – Alt gjørdu hesir serfrøðing- ar: Henda seinasta grindin, sum er Guds gáva var komin næstan inn á sandin, har drápið skuldi vera. – Men hann snari tann til: Tá komu tey klóku brádliga og forlangaðu, at ein sendari skuldi festast á hvalirnar. Tað var so eitt, men tað ringasta var kortini tað, at teir síðani vórðu riknir til havs aftur. Tað var betri ógjørt, eru teir tríggir samdir um. Prátið gongur eina løtu aftrat. Tá kemur brádliga ein bilur koyrandi framvið beinkinum. Í bilinum situr ein maður, sum eisini fegin vil frætta og koma við tíðindum. Hesin fyrraparturin man eisini fara at ganga skjótt! Teir tríggir á beinkinum Teir hava nógv at práta um – teir tríggir Eggin Poulsen, Hallur Samuelsen og Dion Hansen – og aðrir við teimum Mynd: Jens Kristian Vang Leivur Hansen er komin allan vegin úr Sandavági at hitta hesar vælorienteraðu menninar MB reisti seg aftur Eftir at hava ligið nærum í dvala í samfull 11 ár og við stórari skuld, hevur Miðvágs Bóltfelag nú reist seg aftur. Við stórari vælvild frá bygda- ráðnum er felagið í dag skuld- arfrítt, og er nú ført fyri at skapa fíggjarligar møguleikar fyri at øll liðini fáa bestu umstøður til fótbóltin. Ein partur av hesum ætlan- um er arbeiðið á øllum MB- økinum, sum eftir ætlan skal verða liðugt í 2011, tá næsta vestanstevnan verður í Mið- vági. Hetta fer at verða mill- um bestu og flottastu ítróttar- øki í landinum. MB hevur annars 103 ár á baki. Tað varð stovnað 22. januar í 1905 av sonevnda fótbóltsprestinum Carl Johan- sen. Í dag eru umleið 400 limir í felagnum og 170 virkn- ir limir bæði í mansdeildu- num og kvinnudeildunum. Gøtufótbóltur í Miðvági Sunnudagin verður, sum nakað heilt nýtt, gøtufótbóltur á vestanstevnu, har lið úr øllum Føroyum kunnu melda til. Spælt verður á fýra vall- um ísenn, tað er: at átta lið dystast samstundis. Hvør dystur varir í 5 minuttir. Tann, sum vinnur, flytur alla tíðina uppeftir, og tað ræður um at vinna á vølli nr. 1, tá seinasti dysturin verður leiktur. Fimm leikarar, umframt ein eykaleikari, kunnu vera hvørj- um liði. Byrjað verður við smápiltum klokkan 12, og verður endað við monnu- num, sum byrja klokkan 15.30. Øll vinnandi liðini fáa heiðursmerki. El-Hockey í Bygdar- húsinum Rørslutarnað og onnur fáa á vestanstevnu møguleika at royna, um el-hockey er nakað fyri tey. Erhard og Marianna Frede- riksen fara, saman við soni- num Jón at vísa hvussu el- hockey verður spælt. Jón spælir el-hockey í Danmark, sjálvt um hann er hart raktur av vøddasvinn. Erhard, Marianna og Jón búgva í Danmark. El-hockey verður spælt í serbygdum ítróttarstólum, sum kunnu koyra upp til 14 km/t. Hetta er ein ítróttur, sum verður spældur av fysiskt rørslutarnaðum, sum oftast hava eina av fylgjandi prognosum: vøddasvinn, spasticitet, liðagikt, ryggmergsbrokk og dvørgar. Tað eru 13 el-hockey feløg í Danmark, og sum spæla el- hockey í trimum deildum.