hósdagur 10. juli 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 10. juli 2008 VESTANSTEVNAN 2008 17
Nógv er hent í Miðvágs Kapp
róðrarfelagi felagnum síðani
stevnan varð hildin í bygdini
fyri trimum árum síðani.
Í 2007 varð góð venjingar
útgerð keypt frá Fragd og Fimi
og eru venjingarumstøðurnar
nú av teimum bestu í
landinum. Róðrarfólkið hevur
ongantíð áður havt so góðar
umstøður fyri at halda seg í
form alt árið.
Rógvararnir nýta sjálvandi
ikki útgerðina alla tíðina, og
hevur felagið tí valt at bjóða
bygdafólkinum møguleika at
leiga seg inn í venjingarhølið
hjá felagnum.
Tilgongdin av nýggjum
rógvarum hevur verið stór, og
hava hesi klárað seg væl í
kappingini í ár. Helst eru góðu
umstøðurnar í neystinum orsøk
til góðu úrslitini og tilgongdina.
– Vit eru serliga fegin um
okkara ídnu barnarógvarar, og
vóna vit at síggja hesi í
neystinum í vetur og á vágni
næsta summar, verður sagt úr
felagið.
Tað er langt síðani at
Miðvágs róðrarfelag hevur
havt nakra dreingjamanning,
men gevur barnamanningin
við dreingjum saman við
barnamanningini við gentum
ein bjarta vón um framtíðina
hjá felagnum.
Størsta sensasjónin í ár er
helst bragdið, ið Riddarin
framdi á Eystanstevnu, tá teir
vunnu á Sundabátin og
Tvørabátin. Riddarin hevur
ligið frá einum 4. til eitt 1. pláss
í ár og vónar felagið, at
manningin heldur fram kom
andi ár, og tá klárar at fáa FM
heitið í hús.
Eitt sindur óvæntað verður
Miðvingurin at síggja á vánni á
Vestanstevnu. Hetta eru ungir
menn, sum fyri ein part hava
vant í venjingarhølinum í vetur.
– Vit eru spent at síggja
hvussu Miðvingurin fer at klára
seg, og vóna at hetta er ein
byrjan til eina nýggja átta
mannafar manning í Miðvági.
Miðvágs Róðrarfelag hevur
ikki vunnið gull heiðursmerki á
Vestanstevnu í Miðvági síðani
einaferð í 60’unum, tá Mið
vingur vann. Í ár hava vit ein
søguligan møguleika at vinna 3
gull heiðursmerki á somu
stevnu.
Frúgvin við kvinnum,
barnamanningin gentur og
Riddarin menn hava øll klára
seg væl í ár og vónar felagið at
tey gera bart leygardagin.
Gyltur møguleiki at rógva seg til gullið