Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 131 - 10. juli 2008 Ofta verður glósað við ”kraddingina” hjá Lavamonnum. Men teir høvdu egin­ leikar, sum høvdu sloppið okkum undan mongum kreppum Jens Ludvig Olsen, kallaður Jens á Lava, var føddur 23/3-1885. Hann var giftur við Johannu Henriksen av Dalinum í Klaksvík, fødd tann 9/12-1885. Hon doyði bert 28 ára gomul tann 26/10-1913. Lavamenn vóru sjómenn Jens á Lava gjørdist sjó­mað- ur burturav eins og brøðurnir Johan, kallaður Hanne, og Palli á Lava. Hann sigldi í 1903-1905 við skipinum ”Oliviu”, sum bró­ðurin Hanni førdi. Jens tó­k skipara- pró­gv í 1905, og hann var í 1906-1908 bestimaður sam- an við Jens Jákupi Haraldsen á Tó­rmannsbakka í Miðvági við ”Tre søskende” við bró­ð- irnum Hanna sum skipara. Í 1909 var Jens við ”Sal- taire”, sum Hanne eisini førdi. Hann fó­r í 1910 at føra ”Galateu” sum Jens Evensen átti. Hanne førdi hana fram til 1913. Árini 1916-1918 var Jens við ”W. G. Marshall”, sum bró­ðurin Palli førdi, og í 1919 var hann við ”C.&M. Slater”, sum systkinabarnið Hans Hansen í Funningsstovu førdi og átti saman við Carl á Lað. Jens førdi so ”C.& M.Slater” í 1920 og 1921. Bestimaður hjá honum var Niclas Pauli Hansen úr Havn, sum seinni í mong ár kom at sigla við gamla ”Ró­ki” hjá Skipafelagnum millum bygd- ir í Føroyum. Á heysti 1921 var Jens bestimaður við ”George Mor- fin” til Leith við fiski og var Andras Joensen úr Vík skip- ari. Heystið 1922 var hann bestimaður við ”Saltaire” við skiparanum Johannes Joen- sen. Hann var ættaður av Syðradali, men búsettist sein- ni Yviri við Strond í Havn. wJens var í fleiri ár flekjari við enskum trolarum saman við systkinabarninum Ras- mus Hansen úr Funning- stovu. Hetta var vanligt tá. Í Miðvikuni hava vit greitt frá, tá ið Albert í Horni eis- ini var við enskum trolarum og breyt beinið. Í 1929 førdi Jens sluppina ”Thurid” hjá felagnum Nabb, sum Zacharias Heinesen reiddi út. Í 1931-1938 fó­r hann at føra ”Álkuna” sum Skipafelagið átti og nýtti til innanoyggja farmasigling. Seinnu árini starvaðist Jens sum loðsur og kunnigur maður við fleiri útlendskum skipum. Eitt dømi er danska h av r a n n s ó­ k n a r s k i p i ð ”Dana”, tá ið hetta skip gjørdi ymiskar kanningar undir Føroyum. Johan Restorff Jacobsen minnast Jens frá tíðini, hann var vanur at avloysa Wil- helm Reinert, ættaður úr Kaldbak, sum var skipari á tí gomlu ”Rituni” í strand- farasigling. Johan plagdi eis- ini sjálvur at biðja hann við. Á 75 ára føðingardegi sín- um 23/3-1960 gjørdist Jens heiðurslimur í Føroya Skipara og Navigatørferlag. Bótin sum lønti seg Jens var skemtiligur og áhugaverdur at lurta eftir og hevði altíð okkurt at for- telja ella siga teimum, sum yngru vó­ru. Jens og Johanna áttu sonin Jákup Olsen á Lava nevndur ”Addi”. Hann giftist við danskari konu Esther og búsettist í Dan- mark, men tey fingu einki barn. Hann doyði í 1986 og urnan er sett í grøvina hjá foreldrunum. Jens bygdi sær hús í Jó­nas Broncksgøtu, har kioskin Aktiv er í dag, men tá konan doyði, seldi hann hesi hús. Hann búði so á Lava hjá mó­ðurini Elsebu úr Funn- ingsstovu, tá hann var heima. Seinni bygdi hann sær eini lítil hús á eina grund, sum Evensen áður hevði átt og nýtt til íshús millum Lavahús- ini og húsini, sum Hjalmar hjá Gutta Jens átti í Kieler- kanaluni. Systurdó­ttur hans- ara Jutta, ið giftist við banka- stjó­ranum Rasmussi Olsen, dó­ttur bró­ðir hansara Andreas á Lava, helt hús hjá honum. Jens visti væl, at øki var ovlítið til at byggja á, og at hann ikki kundi fáa nakað byggiloyvi. Hann bygdi kortini har, meðan fútin, ið skuldi geva nevnda byggi- loyvi, var í summarfrí í Dan- mark. Tá ið fútin kom aftur, fekk Jens eina minni bó­t fyri ó­ló­ligu byggingina, men tað tó­k Jens sær ikki tikni av. Hann rindaði fegin tær fáu kró­nurnar sum bó­tin var. Jens átti eina trøð saman við bró­ðursoninum Olafi á Lava. Hann var ikki smálig- ur, tá ið tað galt at hjálpa øðr- um. Einaferð hjálpti hann manni, ið átti nó­gv børn at keypa sær eina kúgv. Eisini hjálpti hann onkr- um við peningi. Hesin setti jørð sína í veð. Tá ið við- komandi ikki kundi rinda peningin aftur, kom Jens at eiga jørðina. Viðkomandi kom kortini at hava hana um hendi, og hann keypti hana aftur seinni. Jens á Lava doyði 86 ára gamal tann 4/6-1971 og er jarðaður í gamla kirkjugarði undir Svínaryggi saman við konuni. Smáligir við skili Tað hevur onkuntíð verið tikið til, at Lava mennirnir vó­ru smáligir. Teir hildu fast um hvørja kró­nu, teir áttu, og skuldu ikki unna sær sjálvum og øðrum nak- að. Havnarmenn tó­ku sum dømi, at teir kendu Lavabát- in langt burtur, tá hann kom aftur av útró­ðri av tí, at teir ongantíð kundu síggja nakran fugl aftaná bátinum, sum við øðrum bátum, sum blakaðu sló­gvið út, tá teir kruvdu. Lavamenninir tó­ku sló­gvið heim við sær. Tað var so borið niðan á traðir- nar til at grava undir fyri at fáa betri grasvøkstur. Veruleikin var tann, at Lavamenn vó­ru vandir við smá kor. Teir máttu liva í sparsemi. Onki mátti fara fyri skeyti ella til spillis. Tað var umráðandi altíð at svara hvørjum sítt og ongantíð skylda nøkrum manni nak- að. Hetta settu teir eina æru í, samstundis sum teir vó­ru arbeiðssamir og ikki untu sær sjálvum nakra hvíld. Teir høvdu ein langan og strævnan arbeiðisdag á trað- unum, soleiðis at teir kundu dyrka grýtut hagalendi til grønar fløtur við vøkrum laðaðum gró­tgørðum rund- an um. Teir eru satt prýði fyri Havnina. Teir høvdu ein langan arbeiðisdag bæði á vetri og sumri. Um várar- nar, summarið og heysti á skipsdekki, og um veturin á útró­ðri og á traðunum. Hetta kundu nó­gv lært av í dag. Kelda: Johan Restorff Jacobsen Jens á Lava: Var ein rættiligur fiskimaður Á Lava, barnaheimið hjá Jens Næstu ferð Komandi partur verður um Niels L. Holm. Hann noktaði gamla Sloan at gera tað dó­pskar, sum hann seinni sjálvur fó­r í Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo HER HVILER JOHANNE OLSEN FØDT HENRIKSEN F. 9. DECEMBER 1885 I KLAKSVIG D. 26. OKTOBER 1913 ELSKET OG SAVNET JENS OLSEN Á LAVA F. 23. MARTS 1885 I THORSHAVN D. 4. JUNI 1971 JACOB F. 10.7. 1912 D. 17.12.1986 Jens Olsen á Lava Kongabrúgvin har Lavamennirnir høvdu sína dagligu gongd Jutta hjá Dia á Lava sum helt hús fyri Jens