Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 132 - 11. juli 2008 Leiðari til dagstovnin í Løkjatúni á Argjum Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnin í Løkjatúni á Argjum at byrja 1. september 2008 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Stovnurin hevur vøggustovu við 10 børnum, barnagarðsstovu við 16 børnum og frítíðarskúla við børnum í 1. og 2. flokki úr Argja skúla. Komandi summar flytur frítíðarskúlin í nýggja skúlan á Hamrinum. Tá verður stovnurin vøggustova og barnagarður burturav. Vit bjóða - eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum, og har spælið fyllir nógv - møguleika at seta dám á stovnin - møguleika fyri ráðgeving - møguleika fyri eftirútbúgving - felagsskap í kommunalt fyriskipaðum netbólki millum dagstovnaleiðarar Vit vænta, at tú - ert útbúgvin pedagogur og hevur leiðsluroyndir - kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir - hevur hugsjónir um virksemið á einum stovni, ið rúmar bæði vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla - hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgunum - hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi - sær møguleikar fram um vansar - hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir - kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur - dugir væl at samskifta, bæði innanhýsis og uttanhýsis - hevur teldukunnleika á brúkarastigi Setanarviðurskifti Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknarfreist Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um royndir og útbúgving skulu vera Tórshavnar kommunu, Vaglið, postboks 32, 110 Tórshavn í hendi innan mikudagin 30. juli 2008. Meira at vita Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóra, tlf. 302010, ella Katrina Petersen, deildarleiðara, tlf. 302010/214032.