fríggjadagur 11. juli 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 • 11. juli 2008
Vikuskifti
6
Á kvøldi tann 11 september í
2001 vóru vinir og familja hjá
Ingun og Sámuel savnað at
ynskja teimum góðan byr í sam
band við, at tey skuldu fara til
Onglands at lesa.
Sum flestu kunnugt var hetta
dagurin, har stóra yvirgangs
álopið í New York hendi, og júst
hetta setti sín dám á kvøldið.
Prátað var um tað, og sjónvarpið
vísti tespuligu myndirnar av
hendingini.
Bæði familja og vinir vóru
bangin um tað unga nýgifta parið,
sum júst dagin eftir skuldi leita
sær uttanlands, men hendingin
tóktist ikki at ávirka hvørki Ingun
ella Sámuel.
Tað einasta vit vóru bangin
fyri, var, um hvussu tað fór at
eydnast okkum at finna okkurt at
búgva í, sigur Ingun, tá tey greiða
frá hesari heldur undarligu fráferð.
Sjálv ferðin gekk væl, tey
merktu einki til økt eftirlit á
sjálvum flogvøllunum, og als ikki
í Føroyum.
Fýra ár seinni, tann 7. juli í
2005, var aftur galið, tá enn eitt
yvirgangsálop hendi. Hesaferð
var tað í London.
Ingun og Sámuel høvdu fingið
vitjan úr Føroyum, og tey høvdu
sett júst henda dagin av, tá álopið
hendi, at fara til London, men
tann túrurin varð til einkis.
Tað eru nógv fleiri løgreglufólk
úti á gøtuni í dag enn fyrr, sum jú er
ein avleiðing av álopunum, svarar
Sámuel, tá hann verður spurdur
um, hvussu yvirgangsálopini hava
ávirkað tað vanliga lívið í Leeds.
Fullu væl inn
Hóast hesar hendingar so hava
tær ikki órógva tey bæði og teirra
lestrarútbúgving.
Ingun tók eina diplomút
búgving í design, sum er eitt
grundskeið til innandura arkitekt,
meðan Sámuel byrjaði uppá
eina “Creative Music and Sound
Technology” útbúgving á Leeds
Metropolitan University.
Ingun fann útav eftir einum
árið, at hon ikki vildi halda á við
design útbúgvingin, og fór í staðin
undir eina bachelor útbúgving í
enksum og sponskum, sum hon
varð liðug við á sumri 2005. Stutt
eftir fullførdi Sámuel sína Masters
í “Creative Technology”.
Eftir lokna útbúgving fóru tey
bæði eitt skifti til Coventry á
bíbliuskúla, og har vóru tey í eitt
ár, og síðani fluttu tey aftur til
Leeds.
Ingun fór undir sína Masters
útbúgving í “English Language
Teaching and Materials Deve
lopment” á Leeds Metropolitan
University, og hon vónar at verða
liðug við hana hvørja løtu.
Sámuel byrjaði at arbeiða í
Carphone Warehouse, sum er ein
stór handilsketa í Onglandi, sum
selur fartelefon og internethald
umframt fartelefonir.
Hóast Sámuel ikki hevur nakra
leiðslu útbúgving, so gekk ikki
long tíð, áðrenn hann varð fluttur
fram til starvsfólkaleiðara.
Ein kann kanska spyrja, hví
hann ikki valdi sær eitt arbeiði
innan yrkið, ið hann jú hevði lisið
til. Til hetta svarar hann:
Tey arbeiði eg leitaði eftir vóru
øll sáttmálabundin, og tá vit vóru
í einari støðu, har vit ikki vistu,
um vit fóru at flyta úr Onglandi, so
mátti eg hava okkurt, sum ikki var
so bundi, sigur Sámuel.
Sakna at fólk støkka
Ingun og Sámuel Jacobsen hava búð í
Leeds í Onglandi í skjótt sjey ár. Tey
væntaðu ikki at flyta aftur til Føroyar
enn á sinnið, men tey hava broytt hugs
an, og nú fyrireika tey seg til at flyta
heim aftur á klettarnar. Sosialurin hevur
sett teimum stevnu
Samrøða
Ólavur Guttesen
post@sosialurin.fo
Hvat vildu tit tikið við tykkum
til Føroyar úr Onglandi
Tað stóra úrvalið av handlum og matstovum. 20mb internet ferð, sama
sjónvarpsgjal d sum í Onglandi (umleið 1000 krónur um árið) og bíligar
bilar– Sámuel.
Trø og plantir – Ingun.
... um Leeds United
“Ááá nei, teir eru so vánligir” – Bæði í senn. Too little
too late. Eg haldi við Manchester United, og eg havi
funnið út av eg skal ikki snakka hart um tað í ávísum
samanhangum, tí Leeds United hevur nakar svakar
fjepparar. Men tilflytarnir í Leeds hava gjørt tað at
Manchester United kann góðtakast – Sámuel.