Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 132 - 11. juli 2008 Beint undan ólavsøku kemur 59 ára gamli Theodor Petersen út við nýggjari fløgu, ið hann kallar »Now I have everything«. Her finnast nakrir av sangunum, sum Theodori dámar best at syngja Fløgur Snorri Brend Havn: Eitt av tí, sum hevur eyðkent lívið hjá Teddi, er sangurin. Nógvar ferðir hava nógv við gleði lýtt á nógvu sangir hansara. Og nú verða so nakrir teirra enn einaferð at hoyra á fløgu. Í november mánaði í fjør var Theodor saman við góð­ um fólki í Nashville, USA og tók upp fløguna. Og tað vóru ikki hissini tónleikarar, ið hann hevði aftrat sær. Millum teir er Glen D. Harding, og sum fyri Elvis­ fjepparar er hetta uttan iva eitt navn, sum tey kenna aftur sum klaverleikari hansara gjøgnum mong ár. Tónleikurin á fløguni er ein góð blanding av country og gospel. Hon verður at fáa í vikuni undan ólav­ søku. Teddi við nýggjari fløgu Hóast síni 59 ár bilar einki huginum hjá Theodori at syngja teir sangirnar, ið honum dámar best Heilbrigdið vil fegið loysa trupulleikarnar við, at rúsdrekka­ misnýtarar einki viðgerðartilboð hava um summarið rúsviðgerð Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað er sera óheppið fyri rúsdrekkamisnýtarar og teirra avvarðandi, at bæði Blákrossheimið og Heil­ brigdið hava stongt í fleiri vikur vegna summarfrí. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, men í Sosial­ inum í gjár segði Tormóður Stórá, leiðari á psykiatriska deplinum á Landssjúkra­ húsinum, at tey ætla sær at fáa eitt orðaskifti í lag mill­ um allar viðkomandi partar, so trupulleikin ikki verður tann sami næsta summar. ­ Hesum taka vit undir við, tí vit velja fegin loysa trupulleikan, sigur Ingi Mohr, stjóri á Heilbrigdi. Ingi Mohr sigur, at tað hevur víst seg at vera sera trupult at fáa tað neyðuga samstarvið í lag fyri at sam­ skipa summarfrítíðina hjá báðum viðgerðarstovnun­ um. ­ Men okkara lutur skal ikki liggja eftir, sigur stjórin á Heilbrigdi. Heilbrigdið er sinnað at loysa trupulleikan við summarfrítíðini, sigur Ingi Mohr, stjóri Eyðun Nolsøe og Finnur Jensen í Klaksvík Tveir profilir innan føroyskan tónleik verða at hoyra Live í Fortuna hettar vikuskiftið ­tó ikki samstundis. Fríggjakvøldið fer Finnur Jensen, sum vit kenna frá Páll Finnur Páll og nú sum ein av vertinum í ÚF sendingini Radius, at framføra livandi tónleik í Fortuna. Finnur fer á pallin, tá Pub­Quizin, sum byrjar klokkan 22 er liðug. Pub­Quizin, sum hevur verið væl vitjað, fer í summarfrí aftaná vikuskiftið og byrjað verður aftur seinni í august. Leygarkvøldið verður tað Eyðun Nolsøe, sum kemur at geva áhoyrarnum tónleikaligar upplivingar í Fortuna.. Eyðun hevur eitt ótal av framførðslum aftanfyri seg, bæði sum einstaklingur og saman við Frændum, Terja Rasmussen og Pætur við Keldu. Budam á Reinsarínum Sunnukvøldið 13. juli kl. 20.00 verður konsert við Budam í Gamla Reinsaríi á Tórsgøtu. Budam hevur seinastu tídina búleikast í London, har hann hevur arbeitt við tilfari til eina komandu fløgu. Bólkurin fer í vetur á eina umfatandi konsert­ ferð í Europa, har hann m.a. skal spæla á navnframa Les Trans Musicales festival­ inum í Rennes í Fraklandi. Hesin festivalurin er m.a. kendur fyri at vera millum teir fyrstu at taka ókendar bólkar inn at spæla, ið seinni vísa seg at gerast sera kendir; tveir teirra eru Portishead og Nirvana. Konsertin sunnukvøldið fer at leggja upp til nýggjan tónleik, spennandi søgur og hugtakandi sang. Budam ætlar sær at nýta hetta høvið til at savna sær kreftir til at leggja Europa fyri sínar føtur. Við á konsertini sunnukvøldið eru Magnus Johannesen, Ása Wraae og Heiðrun Petersen. Eisini fara Oddfríður Rasmussen, Karl Johan Jensen og Sigrið Gaini at lesa yrkingar upp. Lesið -so eru tit við! Heilbrigdið vil fegið samstarva www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo