Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 • 11. juli 2008 Vikuskifti 7 Tað angrar hann ikki, tí hann hevur lært nógv innan leiðslu og at arbeiða í einum sera krevjandi umhvørvið. Nevnast kann, at í síðsta mán­ að varð Sámuel tann persónurin hjá Carphone Warehouse í øllum Bretlandi, sum seldi mest, tí ber væl til at siga, at ein sølumaður finst í honum. Umframt hesi brøgd hevur Sámuel eisini innspælt fløgur, spælt saman við millum annað heimskendu Corinne Bailey Rae, sum er úr Leeds og ljóðblandað fleiri konsertir. Øðrvísi gerandis­ dagur enn í Føroyum Ingun og Sámuel hava trivist sera væl øll hesi árini í Onglandi. Tey fullu skjótt inn í tann enska gerandisdagin við vinum frá samkomu og frá universitetinum. ­ Men vit hava altíð longst heim til Føroya, er Ingun skjót at svara, tá tey greiða frá gerandisdegnum í Leeds, tí einki er at ivast í, at stórur munur er á tí føroyska og enska gerandisdegnum. ­ At ganga í býnum og eingin kennur teg, er heilt serligt, samanborið við um tú fert ein túr í býin í Havn. Tá heilsar tú uppá minst 10 fólk, sigur Sámuel. Júst tað at ganga í býnum og shoppa er nakað, tey bæði eru á einum máli um, at tey fara at sakna, tá tey flyta heim. Leeds er ikki nakar stórur býur samanborið við London, men her eru so nógvir lekrir handlar, greiðir Ingun spent frá. ­ Vit hava tó saknað, at fólk bara stókka inn á gólvið, sum jú er vanligt í Føroyum, hóast vit hava upplivað, at fólk í Norður Onglandi eru meira vinarlig enn fólk í Suður Onglandi, sigur hann. Livikorini eru eisini heilt øðrvísi enn í Føroyum. ­ Alt eg minnist, hava vit havt termorútar heima í Føroyum, men her verður nevnt í lýsingum, sum er tað nýtt og nakað heilt serligt, greiðir Sámuel flennandi frá. Hann fortelur eisini um, at Ongland ikki er nakað moder­ na samfelag, samanborið við Danmark og Føroyar. Millum annað koma internet bankaflyt­ ingar, soleiðis sum vit kenna tað í Føroyum, í gildi fyrst komandi ár. Sum nú er, tekur tað tríggjar til fimm dagar at gera eina flyting frá einari konti til aðra, og tá er líka mikið, um ein ger tað via telefon ella via internet. ­ Men eg komi at sakna internet við 20 mb ferð og 250 sjónvarpsrásir við HD og record­ ing og heimatelefon fyri lítið og einki, leggur hann aftrat. Avgerðin um at flyta heim Síðan á jólum hava tey gingið við tonkum um at flyta heim aftur á klettarnar. ­ Tíðin er komin, siga tey bæði avgjørd. ­ Vit hava bæði nátt tað, vit komu her til. Vit leingjast eisini nógv eftir familjuni, og vit vilja eisini byrjað okkara egnu familju. Tey hava góðar vónir til at byrja eitt nýtt lív í Føroyum, hóast tey bæði skulu venja seg av við millum annað at práta enkst og at koyra bil á vinstru síðu. Eitt tað fyrsta tey fara at leita eftir, er einum húsi. Høgi húsa­ prísurin ger, at tey kanska fara at leita sær eftir einum húsum uttanfyri Havnina. Í Onglandi er skattagjaldið á leið 20 prosent, men hetta heldur Sámuel ikki fer at ávirkað tað stóra, tá tey eru flutt heim, tá skattagjaldið hækkar munandi teirra vegna. ­ Lønin er tilsvarandi lág, og tað gongur stórt sæð uppá tað sama, heldur hann. Fara at sakna Leeds Tað er eingin ivi um, at Ingun og Sámuel fara at sakna lívið í Ongland, har tey hava liva væl í næstan sjey ár. Tey er bæði samd um, at tey fara at sakna vinir, meðan tey eisini nevna tað stóra úrvalið av konsertum, matstovum og handlum, sum tey nú eisini mugu liva fyri uttan. Eitt er sikkurt og vist, í framtíðini verða Ingun og Sámuel ikki líka anonym, tá tey fara ein túr í býin. inn á gólvið ... um Corienne Bailey Rae Hon er ein sera fittur persónur. Hon er eisini ein ordiliga góður sangari og listakvinna. Keðiligt at maður hennara doyði herfyri, tað var sera hart fyri hana. Hon er eitt gott umboð fyri Stóra Bretland. ... um Leeds Super býur. Akkurát passaligur til mín. Her er alt einum tørvar og meira enn tað. Hann er stórur, men ikki ov stórur. Tó kundi fleiri stórar konsertir verið her, men Manchester er tætt við, og har eru ofta stórar konsertir – Sámuel. Super úrval av handlum – Ingun. - Tíðin er komin at flyta heim Vit hava bæði nátt tað, vit komu her til. Vit leingjast eisini nógv eftir familjuni, og vit vilja eisini byrjað okkara egnu familju, siga Sámuel og Ingun Jacobsen