fríggjadagur 11. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 132 - 11. juli 2008
tíðindi
400 danskærir út
lendingar úr øllum
norðurlondum eru
beint nú samlaði í
Føroyum til fólka
dansistevnuna, Hav
leikur, ið samstarvs
felagskapurin, Sláið
ring, skipar fyri.
– Stevnan eitur Hav
leikur, tí her er leikur
mitt í havinum, sigur
Maria Kristiansdóttir,
forkvinna í stevnu
nevndini
Dansur
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
Mikudagin
var
norður
lendska fólkadansistevnan,
Havleikur, sett á Vaglinum.
Jóannes Eidesgaard, løg
maður setti stevnuna fyri
400 danskærum fólkum úr
norðurlondum, ið eru kom
in hagar at kunna seg um
norðurlendskan fólkadans.
Hetta er aðru ferð sam
starvsfelagskapurin, Sláið
ring, hevur skipað fyri hes
ari dansistevnuni í Føroyum,
og 340 føroyingar luttaka
eisini. Vaglið gjørdist síðan
dansigólv, tá næstan 800
fólk fóru at dansa føroyskan
dans.
Tey eru ovfarin
– Vit hava ikki møguleika
at húsa fleiri túsund fólkum,
sum hini norðulondini hava,
og tí hava vit sett eitt mark
á 500 útlendingar, greiðir
Maria Kristiansdóttir, ið er
forkvinna í stevnunevndini.
– Útlendingarnir eru tó
sera ovfarnir av, at vit yvir
høvur megnað at skipa fyri
einari slíkari stevnu, tá vit
eru so fá og lítil, sigur for
kvinnan og sigur frá, at
nevndin hevur fingið nógva
hjálp frá dansifeløgunum
kring landið.
– Fólkadansur er ikki líka
útbreiddur í øðrum norður
londum, sum hann er í Før
oyum, og hetta síggja hini
londini upp til.
Vit elska at dansa
– Endamálið er at gleðast
um at dansa, skapa samstarv
og læra um ymiskar ment
anir. Fyrradagin vitjaðu út
lendingarnir ymisku dansi
feløgini kring landið, har
tey fingu kunning og døg
urða.
– Um kvøldið dansaðu
vit føroyskan dans, og teim
um dámdi serliga væl Orm
in Langa. Helst norðmenn
inir hildu tað vera sera
áhugavert, at vit visti so
nógv um Noregi. Fleiri av
hesum
útlendingunum
koma til Føroya aftur á ólav
søku at dansa føroyskan
dans.
– Tá stevana varð sett,
fóru vit skrúgongu niðan í
Norðurlandahúsið, har vit
dansaðu til á miðnátt.
Norðurlandahúsið er býtt
upp í trý høli, har ymiskur
dansur er hvørt kvøld, með
an stevnan er.
Kring Føroyar
Útlendingarnir hava verið á
útferðum bæði á sjógvi og
landi. Teir hava verið á
skeiði í føroyskum dansi og
fingið fyrilestrar sum før
oyskan brúðarsið, føroyskan
dans og tey føroysku klæð
ini. Fríggjakvøld eru tey í
Norðurlandahúsinum
til
sang og fyrilestur um um
hvørvið í Føroyum. Á mið
nátt vóru tey til miðnáttar
guðstænastu í Vesturkirkj
uni.
Leygardagin dansa øll
runt í býnum í Havn millum
klokkan tíggju og klokkan
tey. At enda verður veistla
leygarkvøldið við nógvum
dansi og øðrum góðum.
Havleikur
Tróndarseminar
Át tróndardøgunum verður skipað fyri Tróndarseminari í skúlanum við Gøtugjógv. Heitið á seminarinum er Gøtu
Tróndur og elsta søga Føroya. Tróndur í Gøtu er ein óloysiligur partur av Føroyingasøgu eins og lýsing hansara har
er vælkend. Føroyingasøga er tó skrivað umleið 200 ár eftir at hendingarnar fóru fram. Mangt kann verða farið fram
hesi 200 árini, og tí er Føroyingasøga neyvan ein heilt neyv lýsing av tíðini, Tróndur livdi í. Við grundarlagi í
søguligum, fornfrøðiligum og náttúruvísingaligum keldum, er endamálið á seminarinum at kasta ljós á tíðina,
Tróndur var partur av. Á hvørjum søguligum støði virkaði Tróndur? Hvussu vóru Føroyar í samtíð Tróndar, og
hvussu sá hetta út í einum størri evropeiskum høpi? Við hesum spurningum í huga er tað sostatt øll elsta søga
Føroya, sum verður tikin upp til orðaskiftis á seminarinum. At lýsa hesar spurningar eru ein røð av granskarum, ið
serliga hava granskað í Víkingatíðini og eldri miðøld bodnir at luttaka.
Fyrrverandi landsfornfrøðingurin Sverri Dahl (1910-1987) avmyndaður við inngongdina til Bønhústoftina
Mynd: Jens Kristian Vang