fríggjadagur 11. juli 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 132 - 11. juli 2008
Yvirlitstrolingar hjá
Fiskirannsóknar
stovuni vísa, at gróð
urin á landgrunninum
er yvir meðal, og at
nógv er til av bæði
plantu og djóraæti.
Harafturat er yngulin
væl fyri, og nógv var at
finna í maganum
fiskivinna
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Kanningarnar vístu, at sera
nógv plantuæti var á land
grunninum. Tey endaligu
tølini eru ikki tøk enn, men
í royndunum, sum vórðu
tiknar, sást, at nógv plantu
æti var í. Hetta vóru smáar
algur, sum eru vanligar, tá
føðsluevnini minka. Kann
ingarnar vístu eisini, at
mest var til at plantuæti und
ir landi vestanfyri og norð
anfyri. Kanningarnar vístu
eisini, at væl meiri plantuæti
var
landgrunninum
enn
uttanfyri. Í fjør var støðan
tann beint øvugta.
Gróðurin á landgrunnin
um higartil í ár verður rokn
aður við støði í minkingum í
nøgdunum av nitrati + sann
líkt netto innrák (í meðal
1/75 um dagin); úrslitini
síðani 1990 eru víst á mynd
ini. Fiskirannsóknarstovaqn
sigur, at samlaði „nýggi“
gróðurin higartil í ár var
nakað yvir meðal. Møguliga
er indeksið eitt sindur undir
mett, partvís tí at økið eystur
úr Norðoyggjum fekk sjógv
frá opnum havi, ið hevði
nógv nitrat í, og partvís tí at
gróðurin byrjaði sera tíðliga í
vár, og tað sæst illa aftur í
hesum roknihátti. Fiskirann
sóknarstovan hevur nú mát
ingar frá so nógvum árum, at
grundarlag er fyri at betra
um rokniháttin, soleiðis at
hædd kann takast fyri bæði
broytingum í gróðuri ígjøg
num várið og nøgdunum av
nitrati ymsastaðni á land
grunninum. Fiskirannsóknar
stovan sigur, at roknihátturin
verður broyttur í summar ella
í heyst, og at tá fæst væntandi
eitt enn meiri álítandi indeks
fyri gróðrinum.
Fiskirannsóknarstovan
ger tó vart við, at tað endur
skoðaða indeksið verður
ikki nógv ørvísi enn tey,
sum strikumyndin vísir.
Túrarnir, sum Magnus
Heinason hevur gjørt fyrr í
ár, hava víst, at væl av djóra
æti er til og serliga á opnum
havi, men eisini partvís á
landgrunninum. Tað sást
millum annað í kanningum,
sum vórðu gjørdar á land
grunninum seint í apríl.
Á hesum túrinum var
sum heild nógv djóraæti,
og millum annað er talan
um sløg, sum eru góð føði
hjá fiskayngli. Fiskirann
sóknarstovan sigur, at undir
landi var minni viðhvørt,
men at tað er vanligt og ser
liga tey góðu árini. Orsøkir
nar kunnu vera tvinnar: Tey
góðu árini er tað trúligt, at
at minni reyðæti rekur inn
uttaneftir, og harumframt
verður nógv etið burturav,
tá nógvur fiskayngul er.
Væl í magunum
Á túrinum kannaði Fiski
rannsóknarstovan magainni
haldið í toska og hýsuyngli
frá nøkrum útvaldum støð
um. Kanningarnar vístu, at
yvirhøvur var væl av føði í
magunum. Bara á teimum
innaru leiðunum vóru nøk
ur fá yngul við tómum
maga, og í flestu førum var
talan um hýsuyngul.
Hjá tí størsta ynglinum var
eisini væl av ungum krill,
sum eru gýtt í vár, og av
krabbalarvum í magunum.
Krillnøgdirnar samsvaraðu
við kanningarnar, sum vórðu
gjørdar í apríl, sum vístu, at
væl var til at krilllarvum.
Minni á Bankanum
Kanningarnar hjá Magnusi
Heinasyni vístu, at sum
vant var sjógvurin á Føroya
Banka millum eitt og hálvt
annað stig heitari enn sjógv
urin á landgrunninum.
Kanningarnar vístu eisini,
at tað var minni av plantu
plankton á Bankanum enn
uttan fyri Bankan, og at tað
var nógv minni plantuæti á
Bankanum enn á landgrunn
inum.
Hinvegin var nógv djóra
plankton
á
Basnkanum
sjálvum og rundanum. Fiski
rannsóknarstovan sigur, at
umstøðurnar til æti á Bank
anum líktust sum heild
teimum í fjør og í fyrraárið
t.v.s. at tað var ikki stórur
munur á Bankanum og
sjónum uttanfyri.
Meðalgróður og
nógv æti á landgrunninum
Strikumyndin vísir gróðurin innarlaga á landgrunninum frá
vári til 26. juni árini frá 1996 til 2008. Brotastrikan vísir meðal
fyri øll árini
Mynd: Fiskirannsóknarstovan
Fiskaðu meiri í fjør
Íslendsk skip fiskaðu í fjør tilsamans eina millión og
396.000 tons, sum sambært Hagstovuni í Reykjavík var
tað 73.000 tons meiri enn í 2006. Fyri fiskin fingu skipini
80 milliardir íslendskar krónur, og tað var 5,4 prosent
meiri enn í 2007. Hagtølini vísa, at meginparturin av
fiskinum bleiv landaður á Eysturlandinum, og kemst tað
av, at meginparturin av uppisjóvarfiskinum kemur upp á
land har. Hinvegin varð tað mesta av botnfiskinum
viðgjørdur á Suðurlandinum. Hagtølini vísa eisini, at tað
mesta av toskinum fór í salt, meðan hýsan yvirhøvur
bleiv fryst.
Úrslitið av toskayngul
kanningunum í ár
líkist úrslitinum í
1992, sum gav tveir
góðar árgangir seinni
fiskivinna
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Í sínari fyribilsniðurstøðu
frá yvirlitstrolingunum við
Magnusi Heinasyni skrivar
Fiskirannsóknarstovan,
at
eftir at nøgdin av toskayngli
hevur verið minkandi í
fleiri ár og sera lítil trý tey
seinastu árini, var hon í ár
beint oman fyri tað, sum
hevur verið meðal fyri árini
síðani 1994.
Fiskirannsóknarstovan
sigur, at hetta er sera áhuga
vert, tá hugsað verður um
framtíðartilgongdina
til
toskastovnin. Kortini má
havast í hguga, at hesin yng
ulin fyrst skal svimja inn
undir land, har hann veksur
í millum eitt og tvey ár,
áðrenn hann leitar sær út í
tann vaksna stovnin.
Hetta er ein hættislig tíð
hjá ynglinum, tí nógvir
vandar eru inni undir landi.
Tí verður vanliga roknað
við, at tað endaliga boðið
uppá, hvussu gýtingin hjá
toski hilnast, fæst ikki fyrr
enn í endanum á uppvakstr
artíðini.
Minnir um 1992
Jákup Reinert, fiskifrøðing
ur, sum var kanningarleiðari
við Magnusi Heinasyni, sig
ur, at tá talan er um tokin,
líkist úrslitið kanningarúrslit
inum í 1992. Tá eydnaðist
gýtingin væl, og nógv kom
undan, og úrslitið varð, at
vit fingu tveir góðar árgang
ir inn í fiskiskapin um vet
urin í 1994 og í 1995.
Hesi árini vaks stovnurin
so skjótt, at tað kundi ikki
berast saman við nakað, sum
var hent í heiminum fyrr.
ICES vildi heldur ikki trúgva
okkum, sigur Jákup Reinert.
Um úrslitið verður tað
sama hesaferð, dugir Jákup
Reinert ikki at siga. Hann
vísir á, at yngulin er støðugt
hóttur, tá hann kemur inn
undir land at veksa upp, og
tí fáa vit ikki svarið fyrr
enn um tvey ár, sigur hann.
Men verður gongdin nú
tann sama sum í 1992, sær
tað sera gott út, sigur Jákup
Reinert.
Spennandi við toskinum
Fiskirannsóknarstoan mælir til at geva toskinum frið at veksa
upp, men tað merkir tó ikki, at fólk kunnu fáa sær eitt kók,
sigur Jákup reinert
Mynd: Álvur Haraldsen
Jákup Reinert: - Verður tað
sum í 1992, sær tað sera gott
út við toskinum