Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 • 11. juli 2008 Vikuskifti 9 Hendan myndin er tikin frá G8 fundi, sum er eitt samtak millum nøk ur av heimsins mætastu londum. Bush, Merkel og hini í harkaliðnum eiga nógvar pengar, men spurningurin er, um tey her stytta sær um stundir við at grava eftir gulli. skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Meiriluti ella minniluti Greiður meiriluti fyri niðaru loysnini. Í prosentum var talan um 59 prosent fyri ovaru loysnini og 40 fyri teirri niðaru. Olivant Dollarin í botni Hóast Bill Gates gevst, kemur hann neyvan at mangla smør á breyð­ ið. Hann og konan hava ein felags grunn, “Bill & Melinda Gates Foundation” eitur hann, og í honum sigast at vera 37,5 milliardir dollarar. Við dagsins kursum svarar tað til 176 milliónir krónur. Dimma Fiti skal valdast G­Mini er feitur tónleikur í feitum umstøðum til feit fólk. Jón Tyril á Rás2 Hvar er javnstøðan? Sjey kvinnur gera ólavsøkukabarett Dimma Ganga á vatninum Sunnudagin 6.juli skipar Norðoya Gongufelag fyri spennandi gongutúri til tí søguríku oynna Svínoy. Norðlýsið Løgnir trupulleikar Flogfarið hjá Barrack Obama fekk tekningar trupulleikar og noyddist at seta seg. Olivant KÍ flutt til Gøtu Uttan sigur í tríggjar dystir skuldu vit í dag royna at reisa okkum, tá ið vit vitjaðu KÍ í Sarpugerði. B36­heimasíðan Til gongu ella uppi á súkklui? Datt á súkklu Dimma Nú stendur nógv uppá spæl Møguliga hava hesir menninir ikki nakað frægari at takast við, ella kanska hevur stakkalin í miðjuni bara tapt eitt veddumál. Í øllum førum má sigast, at talan er um ein djarvan mann, sum letur nógv standa upp á spæl, tá hesturin skal royna at loypa upp um hann. Byggilist Í vetur hevur arkitekturin Albert Isfeldt sagt sína hugsan um bygging og býarplanlegging í Føroyum. Hann hevur ferðast kring landið saman við útvarps­ manninum Gunnari Nolsøe, og teir hava fingið mangt prátið um føroyska byggilist – ella mangul av tí sama. Spurningurin er so, hvat Albert og Gunnar høvdu fingið burtur úr hesari byggingini, sum tó ikki er gjørd í Føroyum – enn. Amerikanski uttanríkis­ ráðharrin Condoleezza Rice vitjaði um dagarnar í kekkia, har hon var móttikin av kekkiska uttanríkisráðharranum Karel Schwarzenberg. Tey tosaðu millum annað um nýggjan rakettskjøldur, men vit hava bert eitt at siga við Condeleezzu: Ansa eftir hasum Schwarsenberg! Grava eftir gulli Ansa eftir Condoleezza