Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 132 - 11. juli 2008 Ein hjartasjúklingur við møguligum blóðtøppi náddi ikki á Landssjúkrahúsið fyrr enn dagin eftir ætlaðu innleggingina. Sjúklingurin kom av Suðuroyar Sjúkra­ húsið, men bleiv ikki avheintaður av port­ ørum, tá Smyril kom til Havnar, og lá tískil í sjúkrakamarinum, tá Smyril fór suður aftur mikukvøldið, men hesum vistu hvørki manning ella sjúkrahús av SjúkrahúSverk Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað kundi verið galin endi, tá Herdis Debess úr Sumba fór á Suðuroyar Sjúkrahús miku­ dagin. Hon hevur alt lívið verið hjartasjúklingur, og hevur nú eisini gikt. Í fleiri dagar hevur hon havt pínu í beinunum, ið eisini eru hov­ in. Mett var, at , møguliga var blóðtøppur í beininum. Á Suðuroyar Sjúkrahúsið metti læknin, at rættast var at senda hjartasjúklingin til Havnar á Landssjúkrahúsið, so tøppurin ikki loysnaði og kundi fara í hjartað. Herdis fekk illa gingið, og skuldi eisini røra seg so lítið sum gjørligt, fyri ikki at økja um vandan fyri at tøppurin flutti seg. Hon varð tískil í skundi koyrd umborð á Smyril miku­ kvøldið, har portørar av Suð­ uroyar Sjúkrahúsið hjálptu henni á sjúklingakamarið, og boðaðu manningini frá. Boð fóru eisini til Havnar um, at hon var við Smyrli. Vanlig mannagongd er, at portørar úr Havn so koma eftir sjúklingum á Smyrli, og hetta hendir rættiliga javnan. Annars er avtalan millum SSL og sjúkrahúsini tann, at onkur frá sjúkrahúsverkinum skal fylgja við sjúklinginum, tá hann ferðast við Smyrli. Gloymd á Smyrli Men tá Smyril kom á Havn­ ina mikukvøldið, kom ongin eftir Herdis, og hon legði til merkis, at klokkan 21 fór Smyril – sum ætlað – aftur av Havnini og til Suðuroyar. Hetta var sjálvsagt skak­ andi hjá Herdis. Men verri var, at hon fekk ikki boð um nakað, og ongin tóktist vita av henni, har hon lá í sjúklingakamarinum ávegis suður aftur. Og hesum illgruna hevði hon rætt í, tí hvørki manning, skipari, ella sjúkrahús vistu annað, enn at hon var farin til Havnar. Tískil lá hon gloymd á sjúklingakamarinum, men hon fekk tó givið boð til mann sín, tí hon hevði fartelefon hjá sær. Í Havn høvdu tey hjá port­ ørunum á Landssjúkrahús­ inum skrivað sær niður, at sjúklingur skuldi heintast á Smyrli klokkan 21:15. Men tað løgna við søguni er, at tá so ongin Smyril var við bryggju klokkan 21:15, so hendi sum so ikki meira!! Og tí hildu øll væl til standa, uttan Herdis, sjálvandi. Og familjan hjá Herdis metir, at hetta er løgið, og eisini meta tey, at tað er so, at hetta, at portørar avheinta fólk Smyrli, er ikki nakað, ið hendir so sjáldan, so teir skuldu eisini havt eina met­ ing av støðuni; nær Smyril siglur og ikki minst átti onkur at sett sær spurningin, hvar Smyril og sjúklingur vóru, tá ongin Smyril var við bryggju. Familjan hevur frá vakt­ havandi portørum hósdagin fingið at vita, at teir vita ikki hvør hevur skrivað á teirra teldu, at sjúklingurin skuldi heintast klokkan 21:15, men teir í sjúkrabilin­ um boðaðu sjúkrahúsinum í Havn frá, tá ongin Smyril lá við bryggju, men tá hevði Smyril siglt í hálvan tíma, og vendi tí ikki aftur. Sjúk og deyðadømd Frá sjúkrahúsverkinum hava Herdis og familjan frætt, at hjartaserfrøðingurin, sum í Havn bíðaði eftir Herdis Debess mikukvøldið, var ikki blíður, tá hann skilti, hvussu fram var farið, og at hjartasjúklingurin við møgu­ ligum blóðtøppi ikki var avheintaður av portørum á Landssjúkrahúsinum, men farin retur til Suðuroyar. Herdis Debess hevur alt lívið verið hjartasjúklingur, og hevur fleiri ferðir fingið deyðadóm frá læknum. Hon hevur alt lívið fingið at vita, at hon skuldi ikki rokna við meira enn so og so langari livitíð, og sum 14 ára gomul varð hon skurðviðgjørd í hjartanum, og hevði 50% møguleika at yvirliva. Fyrstu skurðviðgerðina fekk hon longu tá hon var seks vikur gomul, og ta næstu tá hon var fýra ár, og læknarnir mettu hana tá hava hálvt ár eftir at liva í. Men Herdis Debess er í dag ein dáma síðst í fýratiárunum, men hjartasjúkan er partur av gerandisdegnum. Krevur góða heilsu at vera sjúkur Nú hevur hon eisini fingið gikt at dragast við. Og miku­ dagin gjørdist pínan í bein­ unum so ring, at hon fór til kommunulæknan, sum metti vanda vera fyri blóðtøppi. Lækni á sjúkrahúsinum í Suðuroynni metti ikki vera ráðiligt at gera ov nógv, t.d. geva blóðtynnandi heilivág, tí vandi kundi vera á ferð, tí Herdis var hjartasjúklingur. Tískil var hon songjar­ liggjandi send til Havnar, so vandin fyri at tøppurin flutti seg, og møguliga fór í hjart­ að, skuldi vera so lítil sum møguligt. Men ferðin til Havnar, og síðani aftur til Suðuroyar, gjørdist ein vandaferð, ið enn einaferð staðfestir orð­ ini, ið siga, at tað krevur góða heilsu at vera sjúkur – og ein kundi so lagt afturat­ í Føroyum. Hjartasjúklingur hvarv í skipanini Talan varð um bummtúr, tá ein sjúklingur við blóðtøppi varð sendir úr Suðuroynni til Havnar Harmast støðuna Tað eydnaðist at fáa stutta viðmerking frá Allan Skaalum, sjúkra­ hússtjóra, innan blaðið fór til prentingar. Hann sigur, at sjúk­ lingar koma oftani úr Suðuroynni og til Lands­ sjúkrahúsið, og vanliga gongur alt sum tað eig­ ur. Tað eru eisini sjúk­ lingar, sum koma reglu­ liga. Allan Skaalum sigur, at her er óivað onkur misskiljing farin fram, og tað kann henda, tá talan er um telefonboð, men hann leggur dent á, at vanliga gongdin er, at hetta riggar, og vanliga kemur á slíkt ongantíð leiðsluborð. Sjúkrahússtjórin harm­ ast um hendingina, men hevur spurt seg fyri um hendingina, og ætlar at skipa so fyri, at lærast kann av hendingini, so slíkt ikki endurtekur seg. -dagfinn Leita eftir skyldfólki í Føroyum Tað eru 51 ár síðani at Kirsten seinast var í Føroyum. Mamman var úr Koytu á Sandi. Juliane Petersen í Koytu heima á Sandi flutt til Danmarkar í 1929. Hon kom ongantíð heimaftur. Juliane fekk 4 børn. ( 3 gentur og 1 drong). Juliane doyði í 1994. Dóttir hennara, Kirsten Mary Sofie Persson er nú í Føroyum saman við ommudóttrini, Katrine Røpke Persson. Mary Sofie var í Føroyum fyri 51 árum síðani. Tær báðar, ið vit síggja á myndini vilja fegnar koma í samband við familju og annars kenningar. Terji Dalsgaard á bkv.fo vil fegin leiðbeina um hetta. Ruth farin at fiska sild Ruth er farin nýggjan túr, og nú fara bátarnir at fiska sild. Strømfjord, Isafold, Beinur og Strømbole liggja inni í løtuni. Føroyingar manna flestu bátarnar. Skipari umborð á Rut er Óli Nattestad.