Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 • 11. juli 2008 Vikuskifti 10 Lívið á Landssjúkrahúsinum reportasjurøð Elsa Nielsen er júst komin algoyst á kvøldarvakt á deild 2. Rokið um amerikonsku forsetavitjanina seinkaði henni eitt sindur, men hon hevur nú sett seg niður í skrivstovuni. Elsa hevur fingið samandrátt av sjúkuteknunum hjá unga manninum, John Dahl- Hansen. Elsa hugsar nøkur fá sekund, og so tekur hon greiða sjúkuavgerð í stundini: Hann hevur øll symptom upp á ein tumor! Tað er lidna dagvaktin, Óluva Poulsen, sum hevur greitt avloys- andi kvøldarvaktini frá um John Dahl. Hann varð innlagdur akutt í gjár orsakað av álvarsligum persónleikabroytingum. John Dahl er giftur og eigur smá børn. Óluva sigur, at John Dahl tykist troyttur og grunnur kensluliga. Hann er ringur at fáa at vakna viðhvørt, gloymir at eta og tosar um nógv týdningarleys ting. Harumframt er hann lætnaður eini 15 kilo eftir stuttari tíð, eins og gongulagið er farið av lagi. John bleiv sjúkur longu í januar. Sambært avvarðandi hava at kalla allir læknar í Havn niðurtrumfað familjuna, tá ið hon hevur leitað sær hjálp. Teir hava ikki lurtað eftir, hvussu stór persónleikabroytingin er. Nú hevur sperda konan givið skarvin yvir og sjúkrameldað mannin. John Dahl skilir ikki, hví hann er her, og hann ger heldur onga mótstøðu yvirhøvur. – Vemmiligt, sigur ein heilsurøktari. – Ja, óhugnaligt, tekur Óluva undir. Elsa hevur verið 36 ár í starvi; frá byrjan við Árna Olsen og alt tað. Hon hevur einki at prógva ella krógva longur, og hon sigur alt bart út: – Her er eingin sólskinssøga; bara neyðloysnir, hugsar hon hart. Síðan fer hon beint til søguna um unga og endurinnlagda Jens Martin Christiansen: – Eg rokni við, at hann kennir seg einsamallan. Hann hoyrir jú ongar røddir longur! Medistaraloysnin Markið millum somatikkina og psykiatriina er J.C. Svabos gøta, verður skemtandi tikið til. Og tað er júst vestan fyri hesa gøtuna, at sálardeildirnar frá fyrst í sjeyti- árunum eru. Okkurt um ein før- oyingur verður innlagdur á onkra sálardeild hvønn einasta dag í árinum. Nógvir teirra liggja leingi, og teir sjúkastu enda á deild 2. Blaðmaðurin má renna oman til Stórá; sálarlæknan. Hann skal nevniliga geva endaligt loyvi at sleppa inn á ta stongdu sálardeildina, sum er opin allar ársins dagar, men sum eingin tíðindamaður áður hevur vitjað í arbeiðsørinum. Stórá nikkar hugsanarsamur, og so verður blaðmaðurin smoygdur inn um gáttina at avdúka duldu deildina. Umframt sjúkrarøktarfrøðingin Elsu eru pleygarin Kári Niclasen, aspiranturin Eyðun Larsen og heilsurøktarin Jóhanna Danielsen møtt á kvøldarvakt. Vit sita við borðið, har ið Óluva kunnar. Framman fyri hana liggja átta hvítar pappírsmappur; ein til hvønn innlagdan sjúkling. Á talvuni hjá starvsfólkunum hava tey skemtað sær við amer- ikonsku forsetavitjanini í dag. Har stendur, at Bill Clinton hevur fingið stovu 4. Viðmerkt er eisini, at hann ikki sleppur út við fylgi, og at hann á kamarinum ikki má brúka sigar. Tá ið Óluva hevur kunnað um Jens Martin, sum stundum er Jesus og viðhvørt stríðist við tyngjandi tvingsilstankar, lyftir hon ljósareyðu brillurnar upp á nasaryggin og hyggur í eina av vaktarmappunum. Óluva fer nú at tosa um blaðungu Marina Jógvansdóttir, ið hevur verið her nakrar mánaðir. Hví Marin er her enn, er ein torførur spurningur fyri fleiri. Summi siga, at nógv tilfelli í tí diagnostiska gráøkinum verða slept í ta stóru DAMP-grýtuna. Marin hevur slík sjúkueyðkenni, sum í hennara føri benda á autistisku sjúkuna, Asperger. Marin er um at vera troytt av at liva inni á einari stongdari bráðfeingisdeild. Og Elsa er ill um málið við Marini: – Hon er her við støði í tí veikast hugsandi løgfrøðiliga grundarlagnum, sigur hon og snýsir sær hart og leingi. Men málið um Marina vísir sambært summum einki annað enn, at fólk við serligum og ónøktaðum ansingartørvi gerast partur av eini medistaraloysn: Tá ið øll hini sjúku og veiku hava fingið sína hill, verða tey torføru tilfellini sópað saman og vippað niður í sálardeildarligu neyðloysnu- kvørnina við Eirargarð. Ov maniskur maður Kári kveitir upp á talvuna og tekur táttin við fína amerikanska gestinum uppaftur. Hesa ferð er skemt skift út við spei: – Jú, Bill Clinton átti kanska at komið inn. Tað er jú bara ein máti at síggja, hvussu eitt samfelag er í veruleikanum: Hygg inn á stongdu deildina! Óluva heldur fram at ganga ígjøgnum sjúklingamappurnar. Hon tosar um Juliu Gullaksen, ið er komin nakað til árs. Julia hevur ikki gjørt nógv annað enn sovið, roykt og verið manisk. Tey hava tosað við lækna, men heilivágsnýtslan verður ikki broytt. Nú er hon farin biltúr, sigur Óluva. Elsa flennir vinaliga. – Ja, hon rekst sum bukka millum sengur! Sambært Óluvu hevur Marin Jógvansdóttir sovið, vaskað sær og passað akvariufiskarnar, og gamli sjúklingurin, Inga Heinesen, hevur ringt um, at hon hevur tað gott. Hóast Inga sigur seg hava sæð høvdið á læknanum Karen Haahr fyri sær upp í saman, tvíheldur hon um, at hon er spillfrísk. Eg eri ikki psykotisk, hevur hon lagt starvsfólkunum á dagvaktini eina við. Meðan Óluva greiðir frá um psykotiska sjúklingin, Hans Pet- ersen, hyggur Kári niður og letur fremstufingrarnar spæla sær odd móti oddi. Hann lurtar og lærir um Hans, sum sambært Óluvu hugsar nógv um lívið. Og deyðan.Vandi kann vera fyri, at eydnubollarnir, hann fær, styrkja hann til at taka seg sjálvan av døgum. – Maðurin er ov maniskur at fara til sálarfrøðing við, heldur Óluva og vísir á, at Hans eisini er eitt sindur paranoidur. Men hóast hann er sjúkur, vil hann heim. Eyðun skjýtur upp, at Hans sleppur heim ein dag fyri at koma til sættis við, at hetta ikki er eitt gott hugskot. Óluva lurtar eftir Eyðuni, meðan hon sveiggjar brillurnar í kring við høgru hond. Og so fer hon til næstu mappu, sum er um Óla K. Larsen: – Hann hevur verið til fótarøkt í dag, sigur hon. Dulda deildin DEILD 2. Kom við ein langan lesitúr á deildini, har ið tað er stongt, so leingi arbeiðið varir Høgni Mohr Reportasja