fríggjadagur 11. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 132 - 11. juli 2008
Talan er um stórt
herðaklapp, sum
eisini minnir
okkum á, at finst ein
marknaður uttan
fyri Føroyar, sigur
Finnur Sivertsen,
stjóri á Business-
line. Heimasíðan
hjá fyritøkuni er
hendan mánaðin vald
sum case-study hjá
Dynamic Web
Vinna
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Vinnuportalurin hjá Busi
nessline varð stovnaður í
2000 sum tann fyrsti av sín
um slag í Føroyum.
Talan var fyrstu tíðina
um ein portal, har tað fyrst
og fremst bar til at leita upp
lýsingar
um
roknskapir
formuligu viðurskiftini hjá
parta og smápartafeløgum
í Føroyum, men síðani er
tørvurin øktur. Og í fjør
varð avgerð tikin um, at
endurnýggja portalin frá
botni av.
Uppgávan snúi seg um
at fáa hagtøl, tíðindi, forrit
an, sniðgeving við meira. at
renna saman í eina hægri
eind, og at fáa ein brúkara
vinarligan vinnuportal burt
ur úr, sigur Finnur Sivertsen,
sum øll árini hevur rikið
heimasíðuna.
– Í sambandi við dagfør
ingina í ár tóku vit upp sam
ráðingar við Sendistovuna
og partarnir komu til ta nið
urstøðu, at best var at leggja
nýggju síðuna yvir á eina
nýggjan, meira framkomnan
pall. Og her fall valið á
Dynamic Web, ið eitt nú
stóru føroysku bankarnir
nýta.
– Talan er um eina krevj
andi tekniska loysn, ið krev
ur nógv av forritarum. Snið
gevar fingu seg eisini roynd
ar, tí síðan skal verða løtt at
nýta og samstundis síggja
væl út. Vit settu stór krøv,
men halda, at Sendistovan
hevur megnað at loyst upp
gávuna fyrimyndarliga, sig
ur Finnur Sivertsen.
Útvaldir í juli mánaði
Og hesa áskoðan er hann
altso ikki einsamallur um at
hava. Sum vit skrivaðu fyrr
í vikuni, so valdi fram
leiðarin sjálvur síðuna hjá
Business Line sum “case
study” hendan mánaðin.
Altso ein síða, ið kann vísa
viðskiftafólkunum, hvørjar
møguleikarnir
eru
við
Dynamic Web. Og á heima
síðuni hjá Dynamic Web
verða bæði Sendistovan og
www.bl.fo róst til skýggja.
– At vit verða sæddir utt
an fyri føroysku landoddar
nar minnir okkum á, at tað
finnist ein marknaður uttan
fyri Føroyar. Og kanska er
tað nakað, sum vit áttu at
hugt eitt sindur nærri uppá,
sigur
Finnur
Sivertsen,
eigari og stjóri á Business
line.
Ummæli, sum Dynamic
Web gevur síuni hjá Busi
ness Line, kann lesast á
slóðini, www.dynamicweb.
dk/Featured-case-study-
28565.aspx.
Nýggir møguleikar
Fleiri fyrimunir eru við
nýggju síðuni hjá Business
line. Tú skalt framvegis
hava hald, um tú skalt lesa
roknskapir hjá fyritøkum,
men nógvir aðrir upplýsing
ar eru tó atkomuligir hjá øll
um. Eitt nú upplýsingar um
nevnd, leiðslu og bústaðir.
Eisini hava øll parta og
smápartafeløg nú møguleika
við egnum orðum at lýsa
sína fyritøku á síðuni. Tað
gevur feløgunum ein betri
møguleika at kunna møgu
lig viðskiftafólk, og tað gev
ur eisini ein størri inter
aktivitet millum heimasíð
una og brúkaran.
Føroysk
gospel-diva
á Summar
Festivalin
Føroyska songkvinnan Linda Andrews
hevur sungið kór hjá óteljandi kendum
sangarum, men hon dugir sanniliga eisini
sum solistur, og á Summar Festivalinum fer
hon at bjóða eina rimmar framførslu við
góðum gospeltónleiki
Tónleikur
Tíðindaskriv
Carola, James Sampson, Johnny Logan, Soap, Blå
Øjne, Guðrun Sólja, A-Teens og nógv fleiri hava
havt gleðina av at hava Lindu Andrews sum kórsang-
ara.
Føroyska songkvinnan, sum er búsitandi í Dan-
mark, er ein nógv umbiðin kórsangari, og hon hev-
ur framført til bæði Danish Music Awards og
Grand Prix.
Sum solistur er Linda Andrews ein rættiliga
gospel-diva. Hon er solistur til konsertir og tiltøk,
og hon ferðast eisini runt í Danmark at hava work-
shop í gospelsangi.
Linda Andrews roynir seg nú eisini við einari
fløguútgávu, sum kallast Revelation, og tá hon í
august fer á pallin á Summar Festivalinum, verður
tað við einum væl spælandi bólki í rygginum og
frálíkum sangum á skránni.
Dømi um tónleikin hjá Lindu Andrews kunnu
hoyrast á hennara myspace-síðu.
Fyri tað mesta hevur hon roynt seg sum kórsangara, men í
Klaksvík fer Linda Andrews einsamøll á pallin
Nýggj rødd á Summar
Festivalin
Anna Nygaard av Glyvrum var í ár ein tryggur vinnari av
Ársins songrødd. 16 ára gamla songkvinnan sang so
sannførandi ein sang hjá Aretha Franklin, at hon streyk
avstað við sigrinum í kappingini. Nógvar stórar songkvinnur
hava fingið sín elddóp í Ársins songrødd, og líkt er til, at ein
nýggj kvinnulig songstjørna er á veg. Ein av vinningunum í
Ársins songrødd var møguleikin at spæla á Summar
Festivalinum, og hesum møguleika tekur Anna Nygaard av.
Hon fer at spæla saman við bólki sínum.
Laksa- og sølutorg í Runavík
Annan leygardag – 19. juli – verður aftur Laksa og sølutorg í Runavík.
Eins og undanfarin ár verður nógv spennandi at vitja á Laksa og Sølu
torginum allan dagin, bæði fyri børn og vaksin. Málningaframsýning er í
Býráðssalinum v/Harry Knudsen og Jastrid Langgaard. Á Torginum eru
fittar geitir við geitalombum at síggja umframt at børnini vera boðini við
á tí spennandi og sera vælumtóktu Ævintýraferðina hjá Búa Sibbidibbidi
mdimdubadabaDam og Dánjal Kagadingdingkagadingdingkagadum.
Nógvur góður fólkatónleikur frá Fólkatónleikastevnuni verður at hoyra og
harafturat sera leskiligt, flott laksaborð við ókeypis smakkiroyndum til øll
vitjandi.
Føroysk síða sum
sýnisgluggi
Tað er ikki bara á netinum, at stjórin á Businss-Line rør út. Men kanska kann netið eisini vera við til at fanga nýggjar fiskar