fríggjadagur 11. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Har øll syngja við!
7.– 9. august 2008
w w w. s u m m a r f e s t i v a l u r. f o
2008
summar Festivalur
Tónleikur, undirhald og hugni
Summar Festivalurin bjóðar í ár framførslur á fýra pallum í tríggjar dagar. Spennandi
útlendskir bólkar koma á festivalin, og nakað av tí besta føroyska verður eisini við.
Umfamt alt hetta snýr festivalurin seg eisini um hugna og fólkalív
Áhugin fyri Summar Festivalin er so størri enn nakran
tíð, og fyrireikararnir rokna aftur í ár við sera nógvum
fólki á festivalin.
Sìðani fyrsta Summar Festivalin í 2004 hevur festivalurin
vaksið seg stóran og sterkan, og í fjør vóru sløk 10.000
fólk á festivalinum. Forsølan í ár er eins góð, og hon
var í fjør, og tí er longu nú púra vist, at tað verður sera
nógv fólk á Summar Festivalinum í august.
Festivalurin verður hildin i døgunum frá 7. til 9. august,
og í tríggjar dagar verður livandi tónleikur og undirhald
á fýra pallum.
Fýra pallar í tríggjar dagar
Á Stóra pallinUm á Vágsbøi fara bólkar sum melanie C, alphabeat,
Smokie, Basim, Kári p og the dreams at spæla.
Á torginUm mitt á festivaløkinum ber til at hoyra bólkar sum Bet You are
William, Safir, Faroe 5 og Hanus g. johansen.
í FlagStjaldinUm verða eisini nógvar spennandi framførslur, og har fara
millum annað páll Finnur páll, Hallur joensen, the ghost, guðrið Hansdóttir
og 18 Hands at spæla.
Umframt hetta verður eisini ein pallur í Silvalandi, og har verður eisini ymiskt
undirhald til børnini. Umframt tónleikin og undirhald á almennu skránni, snýr
Summar Festivalurin seg eisini um hugna fyri alla familjuna, fólkalív og gott
lag. Bátar við bryggjuna, tjøld á bønum, húsvognar á vegnum og túsundtals
fólk í góðum lag. Summar Festivalurin 2008 verður eitt rimmar brak!
Nr. 132 • 11. juli 2008
lýsiNgartilfar