fríggjadagur 11. juli 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 132 - 11. juli 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Standmyndin og Tróndar
dagar – frálík tiltøk
Leygardagin verður sannur hátíðardámur í Gøtu. Tá
verður standmynd eftir Hans Paula Olsen reist at heiðra
Trónd í Gøtu. Talan er um stórfingið hátíðarhald,
Tróndardagar, í sambandi við avdúkingina og fara bæði
løgmaður og biskupur at røða. Mentanin eftir Trónd
livir og sæst í Gøtufólki enn tann dag í dag, og Gøta er
søgurík og gomul bygd. Minnini um gøtuskeggjar eru
partar av hesi søgu. Allar tjóðir hava sínar tjóðarhetjur
– persónar, ið á einhvønn hátt hava myndað søguna
og hava fingið eitt eftirmæli, ið ger, at hesir persónar
standa sterkir í huga fólksins. Tróndur hevur verið og er
umstríddur. Hetta hevur nakað at gera við ideologiska
hugburðin hjá høvundanum til Føroyingasøgu. Kristni-
boðan føroyinga hevði eitt politiskt endamál og hetta
endamál var at innlima frístatin Føroyar í Noregs ríki.
Tann, sum var fyri hesum norska yvirvaldspolitikki,
Sigmundur, verður av góðum grundum lýstur sum
tann góða hetjan, meðan myndin av Trónda, á odda
fyri mótstøðuni móti útlendskum yvirvaldi verður
meira nuanserað. Minni Sigmundar er heiðrað við
minnisvarðum, og tað er tí í tøkum tíma, at Tróndur nú
fær standmynd.
Hóast vit í roynd og veru lítið ítøkiligt vita um
mannin Trónd í Gøtu, so kunnu vit staðfesta, at hann
hevur stóran symbolskan týdning fyri føroyingar
og serstakliga fyri tann fullveldissinnaða partin av
føroyingum. Øllum tjóðskaparørslum tørvar hetjur og
tí verða mytur skaptar um hetjur. Myndin av hetjunum
verður javnan endurskoðað alt eftir tíðarráki- og anda.
Eisini kann søguliga granskingin verða medvirkandi
til skiftandi hetjumyndir. Sjálvstýrisrørslan í Føroyum
hevur nógvar hetjur, ið hava týðandi leiklut í tjóðar-
byggingini. Nevnast kunnu Magnus Heinason, Nólsoyar
Páll, Niels Winther, Jóannes Patursson og so sjálvsagt
Tróndur í Gøtu. Ansað verður væl eftir umdøminum
hjá hesum hetjum og royndir at endurskoða hetju-
myndirnar verða vanliga ikki tiknar væl upp. Tað er
líkasum ikki ráð til at finna og siga sannleikan, fyrr
enn fullvelsstríðið er av. Vit kunnu tó loyva okkum
at staðfesta, at Tróndur má hava verið ein sterkur
mótstøðumaður hjá norsku imperialismuni og ein
stórur meinbogi fyri tær kreftir, sum í Føroyum gingu
ørindi fyri norska kongs- og kirkjuvaldið, ið strembaðu
eftir yvirvøldum í Norðurhøvum. Hví skuldi høvundin til
tær tekstir, sum mynda Føroyingasøgu annars nýtt so
nógva orku at avmynda Trónd, sum hann nú einaferð
ger. Hóast hugburð høvundans eydnast honum ikki
at avmynda Trónda sum ein vandamiklan heidning,
tí hann kann ikki annað enn endurgeva kreddu
Tróndar, sum mann vera eitt hitt vakrasta sálmaørindi á
føroyskum:
Gangi eg ei eina út,
ýra mær fylgja,
fimm Guds einglar;
beri eg bøn fyri mær,
bøn fyri Kristi
syngi eg sálmar sjey,
síggi Gud yvir luta mín.
Tróndur hevur havt so stóran týdning fyri føroysku
tjóðskapar- og sjálvstýrisrørlsuna, at allir føroyingar
unna honum standmyndina. Vit ynskja Gøtufólki
og øllum føroyingum tilukku við standmynd og
Tróndardøgum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 820.00 og
boða frá, leygardag tó frá
kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Leikluturin hjá teimum
eldru í samfelagnum er
sera nógv broyttur hesi
seinnu árini og krøvini eru
eisini ørðvísi enn tey vóru
fyri fáum árum síðani.
Hugsa vit um eldraøkið eru
tað fleiri góð tilboð, sum
eru komin hesi seinnu
árini, og sjálvandi tí hettar
er neyðugt fyri at sam
felagið skal virka fullgott.
Vit hava fingið røktar
heim og sambýlir. Felags
skapirnir Hugni og Dag
tilhald, sum gera eitt sera
gott og ríkt arbeiði í Klaks
vík, har eldri kunnu koma
saman og hugna sær. Eis
ini er tilhaldið á Búðutrøð,
sum er eitt stað fyri fólk,
sum so smátt eru farin at
gloyma, har starvsfólkini
hava nógva vitan innan
hetta økið. Støðan kann
tó gerast munandi betur.
Viðgerðarhættirnir og
møguleikarnir eru nógv
betri í dag enn fyri fáum
árum síðani. Hettar við
førir so aftur, at fólkið livir
longri enn fyrr.
Men at liva longri er ikki
nokk. Vit vilja øll hava eitt
gott kvalitetslív, líka mikið
aldur.
Og tað er her eg hugsi
um fyribyrgjandi arbeiði.
Oftani tykist fyribyrgjandi
arbeiði sera tungt og dýrt í
byrjani, men tað gongur
sjáldan long tíð, áðrenn
hettar er vunnið innaftur.
Eitt hugskot er, at Klaks
víkar Kommuna, gevur
øllum borgarum 67 ár og
eldri tilboð um, at ein
sjúkrarøktarfrøðingur kann
koma við jøvnum millum
bili at tosa við tey, og
kanna teirra heilsustøðu.
Somuleiðis, sum hesi eldru
undir vitjani hava møgu
leika at spyrja sjúkrarøktar
frøðingin um ymiskt fyri
fallandi.
Hesi tilboð fara óiva at
hava við sær, at um einum
feilar eitthvørt, verður tað
avdúkað meðan tíð er, sum
aftur ger, at tað skal ikki
nógv til, at viðkomandi
heldur fram við einum
góðum kvalitetslívi.
Og hevur tú eitt gott lív
við góðari heilsu, ert tú
førur fyri stórt sæð alt,
sjálvt um aldurin er har.
Um tú hevur hug at fara til
arbeiðis, gert tú tað,
somuleiðis sum tú eisini
kann luttaka í ymiskum
frítíðarítrivum.
Ikki dámar mær væl at
rokna í krónum og oyrum,
tá ið vit hugsa um eldra
økið. Men eg kann ikki
lata vera við at nevna, at
um Klaksvíkar Kommuna
setir ein sjúkrarøktar
frøðing í starv, kostar tað
minni í løn um árið, enn
eitt røktarheimspláss.
Hettar átakið er roynt
aðrastaðni við sera góðum
úrslitum.
Og vónandi vil Klaks
víkar Kommuna seta hettar
í verk her norðuri.
Heldur enn at fyrihalda
seg reiðiliga til politikkin,
velur Høgni Hoydal at
royna at undirgrava
trúvirðið hjá politiskum
mótstøðufólkum.
Framferðin er djúpt
óseriøs, men í Tinginum
eru vit von við, at Høgni
Hoydal brúkar karakter
morðið sum politiskt
vápn
Eftir 10 ár í Tinginum er
politiska høvuðsvápnið hjá
Høgna Hoydal framvegis
hitt sama væl kenda, nevni
liga at karaktermyrða
politisk mótstøðufólk og
starvsfelagar.
Hini eru órein og lúgva
Mannagongdin hjá Hoydal
tykist vera tann sama
hvørja ferð. Tá hann kemur
í politiskan andróður og
manglar saklig politisk
argument, fremur hann
karaktermorð. Hann leggur
mótstøðufólk síni undir
bæði líkt og ólíkt.
Siktið við karaktermorði
num sum politiskt vápn er
at undirgrava trúvirðið hjá
mótstøðufólkum og á tann
hátt at flyta fokus frá egn
um politiskum gerðum ella
mistøkum.
Í lesarabrævi í bløðu
num leygardagin 5. juli
skuldsetur landsstýrismað
urin í uttanlandsmálum
undirritaða fyri at bera
ósannindi um tað, sum fór
fram á Chrsitiansborg
framman undan 11. juni í
ár.
Hetta var dagurin, tá um
hvørvisnevndin í Fólka
tinginum tók formliga
avgerð um at taka undir
við einum uppskoti í
Altjóða Hvalaveiðunevnd
ini (IWC) um at stovna eitt
stórhvalareservat á sunnaru
jarðarhálvu.
Mynstrið er hitt sama.
Tá maðurin er kroystur, eru
tað hini, sum eru órein og
lúgva. Hetta er ikki einum
landsstýrismanni verdugt
og minnir um barnalótir.
Eftir ríkisfundin herfyri
ásannaðu bæði Anders
Fogh Rasmussen, forsætis
ráðharri, og Jóannes Eides
gaard, løgmaður, at lands
stýrið og Norðuratlants
bólkurin, har Tjóðveldi
hevur lim, hava gjørt ov
lítið til tess at ávirka sam
starvsfelagar í Fólkatingi
num í spurninginum um
hvalareservatið.
Reaktiónin hjá Høgna
Hoydal var kend framman
undan – nevniliga at skuld
seta Fogh fyri ósannindi og
spindoktarí og at tiga orð
ini hjá løgmanni burtur.
Karaktermorð og fokus
flyting.
Vinfólkini hjá Høgna
gingu móti landsstýrinum
Undirritaði vil ikki spilla
tíðina hjá lesaranum við at
leggja seg út í eitt ófrukta
bart kjak við landsstýris
mannin.
Tey, sum vilja hava tann
rætta samanheingin uttan
grugg frá Høgna Hoydal,
kunnu lesa útførligu
greinina í Dimmalætting
tann 28. juni undir yvir
skriftini ”Sjúrður Skaale
eigur apuna”. Sama grein
er at finna her: www.
dimma.fo/bloggan/
edmundjoensen
Tó vil eg vísa aftur
skuldsetingunum um at
bera ósannindi.
Í stuttum kann stað
festast, at tað var partur av
Norðuratlantsbólkinum og
politisku vinfólkini hjá
Høgna Hoydal í Danmark,
sum bóru málið um stór
hvalareservatið ígjøgnum
Fólkatingið.
Høgni Hoydal gjørdi
onki fyri at ávirka síni
politisku vinfólk í Dan
mark upp undir avgerandi
fundin um stórhvala
reservatið á Christiansborg
tann 11. juni í ár.
Enn betri heilsukor til tey eldru
ELSEBEtH
GUNNLEyGS-
dóttUR
HANSEN
løgtings og
fólkatingsmaður
EdMUNd
JoENSEN
Karaktermorð sum politiskt vápn