hósdagur 10. juli 2008síða 48
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 131 - 10. juli 2008
Tónleikur
Lena og Niclas høvdu fyri
einum mánaða síðani
sína fyrstu almennu
konsert í Føroyum í
ár, tá tey spældu fyri
útseldum Sjónleikarhúsi.
Sunnudagin kl 17.00
gongur leiðin til Miðvágs
Kirkju, tá Vestanstevnan
stendur fyri fullum
útblástri.
– Eg haldi, at tað er kul
at sleppa at spæla í einari
kirkju. Havi bara hoyrt,
hvussu akustikkurin er
inni í kirkjum, og man
hoyrir, at tað ljóðar
lekkurt, greiðir Lena frá
Lena Anderssen og makin Niclas
Johannesen eru í Føroyum í
løtuni og arbeiða við tónleiki
num. Tí kunnu tey nú hava sína
næstu konsert her á klettunum
uppá heilt stutta tíð. Fyrru ferð
var í Sjónleikarhúsinum síðsta
mánaða. Hesaferð er tað í
Kirkjuni í Miðvági sunnudagin
kl 17.00 til Vestanstevnuna, sum
er um vikuskiftið.
– Vit brúka Føroyar sum basa
beint nú. Í hvussu er í nakrar
mánaðar. Vit skriva eina rúgvu av
løgum og brúka eitt sindur av tíð
til at umhugsa kósina hjá okkum.
Tað er rættiliga ópraktiskt at vera
her, tá man skal út at spæla á
støðum, sum eru longri burturi
enn Danmark, tí tá krevur tað so
nógva ferðing. Men tað er gott
alíkavæl at vera her og arbeiða í
eina tíð, sigur Lena, tá hon
verður spurd um, hvat hon tekst
við í Føroyum.
Hvussu er støðan hjá Lenu og
Niclas í dag aftaná drúgva tíð í
tónleikabransjuni?
– Vit framleiða popptónleik, og
tað er ein ógvuliga harður markn
aður. Poppur er jú so nógv. Fyri
summi er tað Britney Spears, fyri
onnur er tað Beatles og aftur
onnur kanska U2. Men vit
arbeiða við at fáa fløguna út í
londum, har poppmarknaðurin
er. T.d kemur »Let your scars
dance« út í Danmark seinni í ár.
Vit tosa eisini um Týskland og
Norðuramerika, also Canada og
USA. Tað snýr seg eisini nógv
um, hvønn tú kennir. At vera
rætta staðið og skapa tær
kontaktir. So fer bólturin á rull,
og tað er altíð stuttligt at síggja,
hvørjar hurðar opnast av tí. Sum
alt annað er tað hart arbeiði, men
tað er eisini nøktandi.
– Tað gongur annars væl hjá
okkum. Vit kunnu liva av tón
leikinum, og tað er jú deiligt. Vit
gera eisini alt sjálvi við at
promovera og marknaðarføra
okkum, og tað krevur nógva orku
at skula hava pláss til bæði tað
kreativa og tað funktionella. Men
man hevur arbeitt í tónleika
bransjuni í nógv ár nú, og uppá
eitt ella annað tíðspunkt lærir
man at sleppa illusiónunum; man
finnur líkasum útav mekan
ismuni í tingum. Man blívur
innstillaður uppá, at einki kemur
av sær sjálvum, og at líkamikið
hvar man fer næst, so verður tað
hart arbeiði.
– Eg haldi ikki, at grasið er
grønari nakrastaðni. Tí at sjálvt
um okkurt sær gott út á
pappírinum, so krevur tað nógv.
Og tað er týdningarmikið at vera
optimistiskur uppá tann realist
iska mátan; at síggja tíðina ann
og halda fast í sínum mál
setningi, vilja og tilfari. Eg eri í
øllum førum glað fyri tað staðið,
eg eri komin til í dag, sigur Lena
væl nøgd.
Hvussu er at spæla í Føroyum í
mun til onnur lond, eitt nú
Kanada?
– Tað er deiligt at spæla í
Føroyum. Ein munur á
skandinaviskum londum og enskt
talandi londum, sum eg merki
týðiliga, er, at fólk reagera
ógvusligari uppá tekstirnar í
teimum enskt talandi londunum.
T.d vóru vit í Írlandi fyri
tveimum vikum síðani og spældu
»I still love you« til eitt brúdleyp.
Sangurin snýr seg um tey
irriterandi tingini við makanum,
men at man elskar viðkomandi
alíkavæl. Og tey flentu aftaná
næstan hvørja linju, sum eg sang.
Tey fylgdu ordiliga við í orðu
num ella so. Í Føroyum gagnast
tað uppá ein annan máta. Fólk
fata tað eitt sindur róligari, og
akkurát tað persónliga í tí, haldi
eg er ógvuliga áhugavert; at
teksturin hevur nógv at siga, men
at tað er so ymiskt, hvussu hann
verður uppfataður.
– Í Føroyum er eisini lættari at
skapa hugna, her er meira
nærvera. Tað kemur sjálvandi
eisini ann uppá, hvar man spælir;
um tað er ein stórur pallur við
fólki allastaðni, ella um tað er
ein lítil, intimur pallur. Men
tíbetur er tónleikur universalur,
so sjálvan tónleikin skilja fólk
allastaðni, óansæð hvar tú ert.
Hetta legði eg serliga merki til,
tá vit vóru á turne í Spania í fjør.
Har duga øll jú ikki enskt, so eg
royndi at kommunikera via
tónleikin, tí tað sterkasta er
musikkurin sjálvur. Tey klappaðu
við uppá ein heilt annan máta,
enn eg hevði hoyrt fyrr. Eitt
sindur í flamenko. Sovorðnar
títtar offbeat rútmur. Klapping
her í Føroyum og Danmark er
eitt sindur tyngri. Men tað kemur
so aftur ann uppá spælistaðið, og
hvørjum forumi tú ert í.
– Burtursæð frá hesum tingu
num, er tað ikki so stórur munur,
greiðir Lena frá.
Hvussu verður framførslan um
vikuskiftið?
– Nú spæla við til
Vestanstevnuna í kirkjuni í
Miðvági. Eg haldi, at tað er kul
at sleppa at spæla í einari kirkju.
Havi bara hoyrt, hvussu
akustikkurin er inni í kirkjum, og
man hoyrir, at tað ljóðar lekkurt.
Vit hava ikki fyrireikað nakað
stórt yvirraskilsi til hesa
framførsluna enn. Tað kann tó
vera, at vit fara at spæla onkur
nýggj løg, sum øll ikki hava
hoyrt enn. Tað verður í hvussu er
baserað á tveir gittarar og
vokalar. Og so taka vit kanska
ein triðja persón afturat at gera
okkurt. Men tað mugu vit líka
fáa at síggja.
– Tað er deiligt at sleppa at
royna hetta eisini; at kunna spæla
til ymisk tiltøk. Tað eru so nógv
forum, man spælir í. T.d
festivalar við knall á, og so nú í
einari kirkju við meira
akustiskum tónleiki, ið gevur
ordiliga pláss til nuansir. Mær
dámar væl bæði tingini. Tað er í
hvussu er stuttligt at spæla runt
umkring. Og gott at kunna geva
teimum har vesturi møguleika at
fara á konsert, uttan at skula
koyra so langt.
Konsertin við Lenu og Niclas er
sunnudagin 13. juli kl 17.00 í
Miðvágs kirkju. Hon verður í
umleið ein tíma, og tað er
ókeypis atgongd fyri øll.
Lena og Niclas á Vestanstevnu
– Man hevur arbeitt í tónleikabransjuni í nógv ár nú, og uppá eitt ella annað tíðspunkt lærir man at sleppa illusiónunum. Man blívur innstillaður uppá, at
einki kemur av sær sjálvum, og at líkamikið hvar man fer næst, so verður tað hart arbeiði
Mynd: Niclas Johannesen