hósdagur 10. juli 2008síða 49
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 10. juli 2008
49
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Vælumtókti føroyski
trubadururin Stanley
Samuelsen gevur nýggja
fløgu út í næstum. Hon
kallast »Tíðin Rennur« og
er eitt savn av tekstum hjá
føroyskum yrkjarum, ið
Stanley sjálvur hevur gjørt
løg til.
– Eg var um 13-14 ára
aldur, tá eg byrjaði at spæla
tónleik, og eg eri ongantíð
steðgaður aftur, greiðir
Stanley m.a frá um lívið
sum tónleikari
Mánadagin 14. juli verður útgávu
konsert hjá Stanley Samuelsen í
Gamla Reinsaríi á Tórsgøtu.
Sunnudagin 13. verður tó eisini
hildin reseptión fyri útgávuna í
Sendistovuni á Jóannesar
Paturssonargøtu.
– Løgini eru øll føroysk,
skrivað av yrkjarum, ið mær
dámar væl. Eg havi skrivað ein
tekst sjálvur, men restin er eftir
Janus Djurhuus, Hans Andrias
Djurhuus, Richard Long, M. S.
Viðstein, Valdemar á Løgmansbø
og Fríðrik Petersen.
– Eg havi valt hesar yrking
arnar, tí tær siga mær nakað.
Havi m.a gjørt eitt nýtt lag til
»Tíðin rennur« hjá Fríðrik Peter
sen, og tað kom fløgan so at eita.
Tað er eingin beinleiðis orsøk til
tað. Tað er meira bara ein
konstatering av fakta, tí at tíðin
rennur, og tað gjørdi hon eisini,
meðan hendan fløgan varð gjørd,
sigur Stanley.
Framleiðslan av
»Tíðin Rennur«
– Eg havi gjørt øll løgini og havi
eisini innspælt og framleitt fløg
una sjálvur í upptøkuhølinum hjá
mær heima í Birkerød. Hetta er
fólkatónleikur, sum er akustiskt
baseraður á gittara. Eitt lag hevur
klaver, eitt hevur eitt sindur av
violin, men annars er tað bassur,
trummir, el gittari og akustiskur
gittari. Hon er miksað saman við
normanninum Erling Løvik, sum
eg eisini innspældi fyrstu fløguna
hjá mær saman við. Hann hevur
eisini mastrað hana í egna upp
tøkuhølinum hjá sær í Noregi.
Hvussu fekst tú áhuga fyri
tónleiki?
– Mín áhugi fyri tónleikinum
byrjaði í barnsalduri. Vit høvdu
eitt pumpiorgul heima, sum tað
bleiv spælt nógv á. Høvdu eisini
eina grammofon og radio, sum
altíð var frá. Eg fangaði nógv
beinanvegin, og dugdi nógvar
sangar, áðrenn eg dugdi at
snakka heilt reint. Beiggi mín
arbeiddi í Grønlandi, og ein
dagin kom hann heim við einum
gittara, sum hann hevði keypt frá
einum normanni. Tað bleiv so
lívsleiðin, og eg havi altíð spælt
síðani. Eg var um 1314 ára
aldur tá, og eg eri ongantíð
steðgaður aftur.
Hvussu hevur gongdin hjá tær
verið til yrkisleiðina sum
tónleikari?
– Eg havi spælt tónleik burtur
av nú í nógv ár. Og so havi eg
arbeitt við evnaveikum við síðun
av, sum vikarur. Havi roynt at
skift ímillum fyri at fáa øko
nomiina at hanga saman. Men eg
havi fyri tað mesta fingist við
tónleikin og havi spælt í øllum
Danmark í øllum samanhangum;
havi broytt meg seg so nógv sum
gjørligt fyri at fáa nógv arbeiði
runt umkring.
– Eg havi givið tvær fløgur út
áðrenn hesa. Tær eru »Um eg
kundi kvøðið«, sum kom í 1999
og »Sól og regn«, sum eg gav út
í 2005. Umframt tað havi eg
verið við á fleiri innspælingum
hjá donskum tónleikarum.
– Ígjøgnum 80ini og 90ini var
eg í einari duo við Niels Per
Jørgensen, sum kallaðist Den
Udødelige Duo. Vit góvu eina
LP, »Nu er det nu«, út í 1988, og
í 1995 kom ein dubultfløga út frá
okkum, sum æt »36 gode sange«.
Men í tí verkætlanini havi eg
meira ella minni bara verið
tónleikari aftanfyri, har Niels Per
hevur sungið, og eg havi spælt
gittara.
– So havi eg eisini verið
studiomusikari í nógv ár. Havi m.
a spælt við á upptøkum hjá Ib
Grønbæk, Troels Trier og
Rebekka Brüel. Eg havi tó ongan
tíð spælt við føroyskum tónleik
arum. Nú havi eg jú eisini búð í
Danmark síðani 1970, tá eg sum
19 ára gamal fór niður at vitja
bróðursonin hjá mær og ongantíð
kom aftur. Eg bleiv somikið
fasineraður av landinum, at eg
avgjørdi at verða verandi. So
byrjaði eg at ganga í skúla har,
fekk vinir og fór at spæla tónleik
við teimum, og so var eingin
vegur aftur, greiðir Stanley frá.
Reseptión og
útgávukonsert
Komandi sunnudag verður resep
tión hjá reklamufyritøkuni
Sendistovan í Jóannesar
Paturssonargøtu, har nýggja
fløgan hjá Stanley Samuelsen
verður presenterað fyri fjøl
miðlum og annars øllum, ið hava
áhuga.
Mánadagin verður útgávu
konsert í Gamla Reinsaríi kl
20.00, og týsdagin verður konsert
í Riberhúsi í Fuglafirði, somu
leiðis kl 20.00.
Nýggj fløga
frá Stanley
Samuelsen
Stanley Samuelsen hevur
innspælt og framleitt nýggju
fløguna í sínum egna
upptøkuhøli heima í Birkerød,
norðanfyri Keypmannahavn
- Mín áhugi fyri tónleikinum byrjaði í barnsalduri. Vit høvdu pumpiorgul, grammofon og radio heima, sum altíð var
frá. Eg fangaði nógv beinanvegin, og dugdi nógvar sangar, áðrenn eg dugdi at snakka heilt reint, greiðir Stanley frá
um byrjanina til tónleikin
Mynd: Jan Müller