Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 140 - 25. juli 2001 Nr. 140 - 25. juli 2001 3 Listastevnan nærkast og fyrireikingarnar ganga væl til stóra tiltakið, siga fyrireikararnir. Listastevnan byrjar 8. august og longu er útselt til aðra framførsluna av Madam Butterfly, men mangt annað spennandi er á skránni í hesum potti av fjøltáttaðum tilboðum, sum Listastevnan er MENTAN Dagfinn Olsen Í fjør varð gjørt av at halda stóra Listastevnu, har tað í veruleikanum verður rætt eitt tyssi av sera ymiskum tilboðum fram til føroysku fjøldina. So er bert at velja og vraka, tí løgið er tað, um ikki okkurt er til øll í hesum litríka tyssinum. Opera er forkunnugt tilboð í Føroyum. Men áhugi er tó fyri hesi listagrein,letur til, tí longu nú er útselt til seinnu framførsluna av Madam Butterfly sunnudagin 19. august. Nøkur atgongu- merki er tó eftir til leygardagin 18. august. Nú Listastevnan nærkast, hava vit loddað dýpið og vitjað í Norðurlandahúsin- um, har fyrireikingarnar fara fram. Oddvá Nattestad, sam- skipari og Birgir Kruse eru tveir av fyrireikarunum av Listastevnuni. Tey siga, at tað gongur væl við fyri- reikingunum. Heðin Brú 100 Hyggur ein at skránni fyri stevnuna, so er skilligt, at nógv er á skránni. Oddvá Nattestad sigur, at eitt av forvitnisligu tiltøkunum er í samband við, at skaldið Heðin Brú hevði verið 100 ár í ár. Gulla Øregaard er sett at samskipa tiltakið. Har verður millum annað sjáld- som framførsla á skránni. Tá Eyðun Johannesen og Jenny Petersen tóku við starvi hjá Grímu, Leikpalli Føroya, høvdu tey lítla framførslu fyri innbodnum, har tey leiktu væl kendu søgumenskurnar Ketil og Kálv. Hesa framførslu hava tey játtað at seta upp aftur á Listastevnuni. Mong fegn- ast helst eisini um at hoyra Marius Johannesen enn einaferð lesa hegnisliga upp í ÚF um júst feðgarnar báðar á ferð. Bergljót Joensen fer at greiða frá um Heðin Brú, Bárður Jákups- son, sonur skaldið, sigur frá um ættina og Jóhannus á Rógvu Joensen ger tónleik, við støði í bókmentunum. Møguliga verður eisini filmurin um teir 3 varð- arnar vístur. Hesin snýr seg um skøldini Heinesen, Brú og Matras og tað er eydnast at fáa fatur á eini filmrullu, ið sigst vera einasta eintak av hesum filminum. Sjónleikarhúsið verður karmur um hesi tiltøk og kanska luttekur Føroya Skúlabókagrunnur eisini, tí sama dag kemur ein skúla- bók út, ið hevur samband við skaldskapin hjá Heðini Brú. Børn og vaksin Den Jyske Opera kemur eisini at vitja Listastevn- una. Tey fara at framføra opera fyri børnum, ið snýr seg um Móses. Hesar framførslur verða í Havn í Vesturkirkjuni og í Klaksvík í Christians- kirkjuni. Felags fyri fram- førslurnar er, at tær eru ókeypis. Listastevnan fevnir víða. Bæði so og so. Tiltøk verða kring landið og innihaldið er sera ymiskt. Lagt verður út við konsertini við Eran D D og James Olsen, Chilly Friday og Clickhaze. Her er Norðurlandahúsið farið í samstarv við Club 20 og henda konsertin verður í Høllini á Hálsi 8. august. Annað slag av tónleiki, ið verður at hoyra, verður Kingosangur, so kræsnu oyruni hava sanniliga nakað at velja í. Fyri vísuvinir er eisini okkurt at fara til. Rasmus Lyberth kemur úr Grøn- landi og úr Íslandi kemur Bubbi Mortens. Opera og Caput Úr íslandi vitja Lára Steff- ansdóttir við ballett. Hon hevur júst verið í Finnlandi og fekk fyrsta pláss í kapp- ing har. Hon er gift við mannin- um handan tónleikabólkin Caput. Hesir fara at fram- føra verk eftir føroyskar tónasmiðir. Á skránni eru Kristian Blak, Tróndur Bogason, Sunleif Rasmus- sen og eisini eftir Nord- strøm. Jóannes Andreasen verð- ur solistur og Ólavur Jacob- sen leikar eisini við á hesum framførslum. Blað um stevnuna Mangt og ymiskt er at fara til, tá stevnan byrjar 8. august. Men lætt verður hjá fólki at fáa eitt yvirlit yvir skránna og tilboðini. Bryn- hild Thomsen, tíðinda- kvinna, hevur fyri Norður- landahúsið lagt eitt blað tilrættis, har greitt verður frá tiltøkunum. Blaðið kemur út sum eykablað hjá Dimmalætting. Millum 8. august og 19. august nýtist ongum før- oyingi ella vitjandi at keða seg. Tiltøk verða kring alt landið. Býtt á leið so, at helmingurin verður í Havn og restin kring landið. Hetta er eisini gjørt fyri at fáa fólk at fara úr Havnini, um okkurt er, ið hevur teirra áhuga. Útselt til Madam Butterfly Lára Steffansdóttir dansar ballet og hevur júst vunnið kapping í Finnlandi. Hon verður við á Listastevnuni, eins og maður hennara, ið leiðir bólkin Caput, ið leikar føroysk verk á stevnuni Den Jyske Opera vísir í Havn og í Klaksvík opera fyri børnum, ið snýr seg um Móses. Framførslurnar eru ókeypis. C M Y K 3 2