Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 140 - 25. juli 2001 Nr. 140 - 25. juli 2001 5 - Fólk eiga at gera nakað fyri at fáa ein góðan aldurdóm. Tað nyttar einki at geva upp, seta seg afturá og bara krevja av hinum. Fólk skulu sjálvi royna at fáa nakað burtur úr, og tey røsku eiga at hjálpa teimum minni røsku, heldur Jógvan við Keldu, tingmaður ELDRAPOLITIKKUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Tað er umráð- andi at fólk sleppa at eldast við tign. Tey skulu hava góðar umstøður, men tey skulu eisini sjálvi hava viljan til at fáa nakað burtur úr seinasta partinum lívin- um. Tað heldur tingmaðurin og fyrrverandi borgar- stjórin í Klaksvík, Jógvan við Keldu. - Søgan um amerikanska yrkjaran, Fanny Crosby, er tiltikin. Hon bað um at fáa eitt langt lív, hóast hon var blind, og tá hon gjørdist gomul, bað hon um at fáa eitt gott langt lív. Hon gjørdist 95 ára gomul og verður kallað amerikanska sólstrálan, greiðir Jógvan við Keldu frá. - Fólk eiga at gera nakað fyri at fáa ein góðan aldur- dóm. Tað nyttar einki at geva upp, seta seg afturá og bara krevja av hinum. Fólk skulu sjálvi royna at fáa nakað burtur úr, og tey røsku eiga at hjálpa teimum minni røsku, heldur Jógvan við Keldu. Seinastu tíðina hevur kjak verið um eldrapolitikk og tær umstøður, sum tey eldru hava kring landið. Jógvan við Keldu var borgarstjóri í Klaksvík meginpartin av áttati- og nítiárunum, og hann hevur verið við í arbeiðnum við umstøðunum hjá teimum eldru í Norðoyggjum. Størri tørvur Í 1978 vóru 21 røktarpláss á Klaksvíkar sjúkrahúsi – hesi pláss fevndu um Norðoyggjar og eystara síðu av Eysturoynni. Kom- andi ár vera 74 pláss, sum bert eru ætlað Norðoyggj- um. Seinastu 20 árini hava klaksvíkingar fingið Norð- oya Røktarheim, Norðoya Vistarheim, Sambýlið í Bø- gøtu og komandi ár verður Sambýlið undir Kráar- brekku liðugt. Harafturat verða eldraíbúðirnar til eini 40 fólk veruleiki í 2003. Tørvurin er eisini vaks- andi, tí tað gerast alsamt fleiri eldri fólk, og síðani 1978, tá Klaksvíkar Røkt- arheim varð bygt, er talið á pensiónistum meira enn tvífaldað í Norðoyggjum - úr 313 og upp í 647. Í løtuni eru 22 fólk í Norðoyggjum á bráfeingis bíðilista. - Eitt er, at tey eldru ger- ast fleiri í tali. Annað er, at størri partur av teimum eldru hava brúkt fyri hjálp og røkt fyri neyðini frá tí almenna. Børn gera ikki longur tað, tey gjørdu áður. Fyrr ansaðu børnini eftir teimum eldru, men her er hend broyting, so alsamt fleiri eldri fólk hava hjálp fyri neyðini. Hendan gongdin fer at halda fram komandi árini, vísir Jógvan við Keldu á. - Sjálvi hava vit ilt við at hugsa eini 15 ár fram í tíðina, tá vit eru blivin pensiónistar. Kanska áttu vit at hugsa meiri um tað og fyrireika okkum til at gerast gomul. Tað ber til at tosa um ein heildarpolitikk fyri eldraøki, men hvat við at hugsa um heildaraktivitet hjá teimum gomlu. Fyri tað um fólk koma upp í árini, so hava nógv av teimum orku til at fáast við bæði eitt og annað, sigur Jógvan við Keldu. – Pensiónistar hava allar møguleikar at vera við í eitt nú felagslívi, í fimleiki, bridge og eitt nú tónleiki, sum vit sóu danska or- kestrið, sum var í Klaksvík og spældi á eldradegnum. Eingin, sum er raskur, eigur at sita hendur í favn, men vit eiga at vera fleiri, ið seta hetta í verk, og vit hava millum annað ein óføran eldrabólk, sum ger gott arbeiði. Forðingar frá landinum Sum borgarstjóri í Klaksvík hevur Jógvan við Keldu verið við til at fingið fleiri røktarpláss í kommununi, men hann viðurkennir, at plássini eru ov fáa enn. - Trupulleikin á eldraøk- inum er, at vit hava ov fá røktarpláss, og at vit mill- um annað hava eina sen- traliseraða Hjálpartóla- miðstøð. Vit hava vánaligt og ótrygt samstarv millum land og kommunur, enda- leyst prát, og ov nógv ríkir í hesum lítla ríki, heldur Jógvan við Keldu. Nýggja eldraøkið í Klaksvík hevur verið leingi ávegis, og Jógvan við Keldu gevur landsstýrinum stóran part av ábyrgdini fyri, at hendan ætlan nú- stani gerst veruleiki. - Í 1975 vóru Páll á Dul og eg sum umboð fyri Klaksvíkar kommunu í Danmark og hugdi eftir líknandi bygging. Tá vit komu aftur, mæltu vit til at fara undir eina verkætlan undir Kráarbrekku, men tað søgdu landsins myndug- leikar bar ikki til. Orsøkin var ein kunngerð, sum framvegis ikki er gjørd, sigur Jógvan við Keldu. Nýggju eldraíbúðirnar undir Kráarbrekku verða gjørdar av einum sjálvs- ognarstovni, har Klaksvíkar kommuna og Húsaláns- grunnurin hava týðandi leiklutir. - Kommunurnar sakna eina meira professionella viðgerð frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, og at stýrið tekur kommunurnar í størri álvara. Almanna- og Heilsumálastýrið er alt ov nógv eitt haft um beinini á kommununum, heldur Jógvan við Keldu. Onkrir glottar eru Seinastu vikurnar hava nógv víst á, at ov lítið verður gjørt fyri tey eldru. - Sjónvarpssendingarnar um evni hava bara víst á tað keðiliga. Tað var ikki nevnt við einum orði, at Klaks- víkar kommuna hevur sett gongd á eina øðrvísi ætlan undir Kráarbrekku, sum fer at betra munandi um um- støðurnar hjá teimum eldru, sigur Jógvan við Keldu. - Síðani 1980 eru vit farin frá 21 røktarplássum fyri Norðoyggjar og eystur- síðuna av Eysturoynni til 58 fyri Norðoyggjar, og komandi ár verða 74 pláss, so onkrir glottar eru at hóma. Alt kostar pening, og komandi ættarlið fer at gjalda meiri til ansingina av gomlum enn núverandi ættarlið, men tá fáa tey eisini meira fyri pengarnar, heldur hann. Jógvan við Keldu mælir Klaksvíkar kommunu til at seta eina nevnd, sum kann gera nakrar ætlanir fyri komandi árini. - Vit høvdu eina góða nevnd við dugnaligum fólki, sum fyrireikaði ætl- anina undir Kráarbrekku, og tað er slíkum arbeiði vit eiga at halda fram við. Vit skulu hava fólk, sum kenna eldraøkið sum eina hjarta- sak, hava innlit á økinum og í ein ávísan mun fak- ligan førleika, at arbeiða við málinum. - Málið skal ikki verða bara at fáa nøkur dýr ansingarpláss afturat, men at tey eldru fáa eitt lívs- kvøld í tign og ein virðiliga aldurdóm. Tað skulu mynd- ugleikarnir arbeiða fyri, og tey eldru mugu eisini kenna sína ábyrgd, sigur Jógvan við Keldu. Aldurdómurin skal verða virðiligur Jógvan við Keldu heldur, at kjakið um eldrapolitikkin í Føroyum eigur at verða meiri víðfevnt Fyri 20 árum síðani var Norðoya Røktarheim, sum í dag fevnir um 36 pláss, men var upprunaliga bara ætlað til 28 pláss, bygt í Klaksvík Táverandi landsstýrið metti Vistarheimið at vera ov lítið til at rekast rationelt, men hetta hevur víst seg at verða skeiv meting, tí hetta er ein perla av einum heimi, heldur Jógvan við Keldu Byggingin undir Kráarbrekku er sprottin úr einum vala arbeiðið, har ein arbeiðsbólkur legði lunnar undir hesa nýbygging, og er hetta fyrsta av sínum slagi í Føroyum, sigur Jógvan við Keldu Veðurmenninir láta einki at veðurlíkind- unum nú upp undir tjóðarhátíðina. Regn og mjøki er tann troystarleysa for- søgnin, teir kunnu geva ÓLAVSØKUVEÐUR Edvard Joensen Tað stendur púra einki til við ólavsøkuveðrinum í ár, eftir sum forsagnirnar siga frá. Og tær eru so keðiliga samdar, at fryktandi er fyri, at tær fáa rætt, sigur veður- maður okkara, Petur Skeel Jacobsen. Petur Skeel væntar, at veðrið verður hampiligt fram til seinnapartin fríggjadagin. Tá fer hann at lota lágt, og tað verður váttligari. Ólavsøkuaftan býður ikki bøtur, sigur veðurmaðurin. Tá kemur hann av út- synningi ella útsynningi- vestri. Og tað verður við bæði mjørka og regni út á dagin. Og tað verður einki fræg- ari meginpartin av ólav- søkudegi. Tá kemur eitt djúpt lágtrýst, 980hPa, vestaneftir. Ættin verður útsynningur ella útsynn- ingursunnan. Út á dagin klárar hann helst í og tað verður ælaveður. Tó er ein glotti kortini, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur. Tað verður midnáttarsangurin ólav- søkukvøld. Tá verður helst turt, eftir sum forsagnirnar søgdu í gjár. Annars eru forsagnirnar bæði frá fyrradegnum og í gjár so samdar, at hóast tær liggja nakað langt frammi, er stórur vandi fyri, at veðrið ikki verður tað, sum flestu fólk kundu ynskt sær á ólavsøku. Vandi fyri vátt- ligari ólavsøku Hetta er tíverri tað, vit hava at bjóða, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur um ólavsøkuveðrið Grindin, sum doyði í Bø mánadagin, varð skift í dráps- partar og restin latin til Oyndar- fjarðar og Eiðis GRIND Edvard Joensen Eiði: Teir skóru grind upp á bryggjuni á Eiði týs- morgunin. Grind, sum komin var úr Vágum, haðani Eiðis Kommuna hevði skaffað borgarun- um ein bita. Tveir lastbilar standa á bryggjuni. Teir hiva við krana hvalirnar úr lastini og leggja á bryggjuna, har menn standa klárir at skera upp. Hetta eru hvalir úr Bíggjargrindini, sum Eiðis Kommuna hevur fingið móti lagaligum gjaldi. Umleið 3/4 skinn upp á húsið, metir sýslu- maðurin í Vágum, at eiðisfólk hava fingið. Sýslumaðurin í Vágum, Regin Jespersen, sigur, at grind, sum fer av oynni soleiðis, verður latin ímóti, at tann, sum fær hana, rindar fyri flutn- ingin og uppruddingina. Tá er eisini hugsað um uppruddingina í Sørvági, har drápspartarnir vórðu skornir upp. Tað vórðu 112 hvalir merktir, sigur sýslumað- urin. Drápspartarnir vóru umleið 600, og restin varð latin til Oyndar- fjarðar og Eiðis, sum høvdu ligið framvið í góðari tíð. Partarnir gjørdust kanska heldur minni enn væntað, tí hvalirnir vóru smáir. Eini fimm-seks skinn í meðal. Tað var rættiliga fitt av fólki aðrastaðni enn úr Vágum í grind, sigur sýslumaðurin. Alt gekk væl í hond. Sjálvt drápið tók bara 12 minuttir. Meginparturin gjørdi landgongd. Tó gingu tveir hvalir eftir, tá liðugt var, og teir vóru riknir útaftur. Seðlarnir komu út á midnátt, og klokkan fimm var alt tikið upp, sigur Regin Jespersen, sýslumaður. Ternan byrj- aði at sigla eykatúrar um Vestmannasund klokkan gott fýra týsmorgunin. Grindin fór í Eysturoynna C M Y K 5 4