mikudagur 25. juli 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 140 - 25. juli 2001
Nr. 140 - 25. juli 2001
7
Hvørja ferð ein ar-
beiðsgevari skal
gjalda til nýggju
Barsilsskipanina skal
hann gjalda hundrað
krónur í sokallaðum
»avgreiðslugjaldi«. Og
verður rokningin ikki
goldin innan sjey
dagar, fer upphæddin
beinleiðis til panting-
ar. Bjarni Djurholm,
vinnumálaráðharri,
kallar innkrevjingar-
skipanina ódámliga
INNKREVJING
Rúnar Reistrup
Nógv bendir á at Fíggjar-
málastýrið er farið eina
tonn ov langt í royndunum
at fáa peningin til nýggju
Barsilsskipanina kravdan
inn so skjótt og lætt sum
møguligt.
Í royndini at fáa arbeiðs-
gevarar at geva Toll- og
Skattstovu Føroya fultrú at
taka peningin beinleiðis av
kontoini, og soleiðis sleppa
undan at krevja peningin
inn við rokning, hevur
Fíggjarmálastýrið í kunn-
gerð ásett, at rokning fyri
gjald til Barsilsskipanina
skal rindast innan 7 dagar
eftir at Toll- og Skattstovan
hevur
sent
rokningina.
Harafturat hevur Toll- og
Skattstovan álagt arbeiðs-
gevarunum at gjalda 100
krónur fyri tað, sum kallað
verður »avgreiðslugjald«.
Avgreiðslugjald fyri 1
krónu
Ein arbeiðsgevari, sum
hevur sett seg í samband
við Sosialin, hevur goldið
400 krónur i løn í farna
mánaði. Av hesum skal
hann rinda 0,25 prosent til
nýggju Barsilsskipanina.
Hetta er samanlagt 1 króna
í umtalaða føri.
Hesa krónuna hevur ar-
beiðsgevarin fingið rokn-
ing fyri, men rokningin
ljóðar uppá 101,00 krónur.
Orsøkin er, at omaná ta
einu krónuna, sum arbeiðs-
gevarin skal gjalda til
Barsilsskipanina, skal hann
gjalda 100 krónur í av-
greiðslugjaldi. Í rokningini
verður gjørt vart við, at
upphæddin skal gjaldast
innan sjey dagar – annars
verður upphæddin inn-
heintað við panting, stend-
ur í rokningini.
– Hatta er láturligt.
Høvdu hasar 100 krónurnar
farið í Barsilsskipanina, so
hevði eg einki havt ímóti tí.
Men eg havi nógv ímóti at
1 króna fer í Barsils-
skipanina og 100 krónur
fara i landskassan, sigur
arbeiðsgevarin, sum skuldi
gjalda rokningina í seinasta
lagi í gjár.
– Eg skilji ikki at Toll og
Skatt hevur loyvi at krevja
so nógv í avgreiðslugjaldi,
tí upphæddin er nógv høgri
enn hægst loyvda rykkjara-
gjald.
Sjáldsamur háttur
Barsilsskipanin,
sum
Vinnumálastýrið
hevur
evnað til, verður umsitin av
ALS og liggur soleiðis und-
ir Vinnumálastýrinum nú
hon er komin í gildi. Men
sjálv innkrevjingin av pen-
ingi til skipanina liggur hjá
Toll- og Skattstovuni og
harvið undir Fíggjarmála-
stýrinum.
Vinnumálastýrið hevur
tískil einki havt við inn-
krevjingarskipanina
at
gera. Og Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í vinnu-
málum, er alt annað enn
glaður fyri innkrevjingar-
háttin.
– Tað virkar sera órími-
ligt at geva fólki bara sjey
daga gjaldsfreist. Tað er
sera stutt. Og at seta eitt av-
greiðslugjald á 100 krónur
á hvørja rokning, dugi eg
ikki at skilja, sigur Bjarni
Djurholm. Hann sær hetta
sum eitt tekin um at
Fíggjarmálastýrið møgu-
liga roynir at trýsta arbeiðs-
gevararnar at geva Toll- og
Skattstovuni fultrú at taka
peningin
beinleiðis
av
kontoini hjá arbeiðsgevara-
num.
– Hasin innkrevjingar-
hátturin tykist mær sjáld-
samur og hoyrir eftir mín-
um tykki einum heilt øðr-
um samfelagsformi til. Tað
eigur at vera valið hjá
arbeiðsgevaranum
um
hesin vil gjalda rokning-
arnar sjálvur ella geva land-
inum fultrú at taka peningin
beinleiðis av kontoini. Og
tú eigur ikki at gera treyt-
irnar soleiðis at arbeiðs-
gevarin í roynd og veru ikki
hevur nakað val. Eg haldi at
man hevur gjørt skipanina
sera ósmidliga og ódámliga
mótvegis teimum, sum
skulu gjalda inn, og eg
skilji ikki at man hevur valt
hendan leistin.
Fíggjarmálaráðharrin
skal svara
Bjarni Djurholm ætlar ikki
at lata sær lynda, at inn-
krevjingarskipanin kastar
ringt ljós á Barsilsskip-
anina, og tí fer hann í næst-
um at biða fíggjarmálaráð-
harran um eina frágreiðing.
– Eg haldi at tað er spell
at man hevur eina inn-
krevjingarskipan, sum kann
vekja óvilja. Tað er eingin
orsøk til at gera skipanir so
kantutar at fólk illneitast á
hana. Sjálv Barsilsskipanin
annars loysir upp fyri nógv-
um møguleikum, og eg
havi ta fatan, at arbeiðsgev-
ararnir hava tikið væl ímóti
henni. Tað er tískil sera
óheppið, at innkrevjingin
kann vekja illvilja ímóti
skipanini, og tí fari eg í
næstum at venda mær til
landsstýrismannin í fíggjar-
málum og spyrja hví man
hevur valt eina so stirvna
skipan, sigur Bjarni Djur-
holm.
Barsilsskipanin kom í
gildi 1. juni og fyrstu inn-
kjrevjingarnar vórðu sendar
út mitt í hesum mánað-
inum.
Ódámlig innkrevjing
Umframt ta einu krónuna, sum ein arbeiðsgevari skuldi rinda til nýggju Barsilsskipanina, skuldi arbeiðsgevarin rinda 100
krónur í »avgreiðslugjaldi«. Hóast tað ikki er meira enn ein vika síðan, at rokningin var send frá Toll- og Skattstovuni, var
seinasta gjaldsfreist í gjár. Arbeiðsgevarin kann nú, sambært orðaljóðinum í rokningini, vænta sær vitjan frá pantufúta.
Eftirlønarskipanin
fyri landsstýrismenn
skal nú avtakast fyri-
bils. Síðani skal óheft
nevnd setast at gera
nýggja skipan. Hetta
hava Helena Dam á
Neystabø og Høgni
Hoydal tikið stig til,
fyri at bjarga trúvirð-
inum hjá politisku
skipanini. Andstøðan
stuðlar ætlanini
LANDSSTÝRISPENSJÓN
John Johannessen
Málið um eftirløn til lands-
stýrismenn hevur fingið
eina gongd, ið meint skaðar
trúvirðið og álitið á polit-
isku skipanina í Føroyum.
Hetta halda Høgni Hoy-
dal, formaður Tjóðveldis-
floksins, og Helena Dam á
Neystabø, forkvinna Sjálv-
stýrisfloksins, sum tí hava
tikið stig til at fáa lands-
stýrispensjónirnar avtikar í
løgtinginum so skjótt eftir
ólavsøku, sum gjørligt.
Nullstilla støðuna
Høgni Hoydal og Helena
Dam á Neystabø boða í
tíðindaskrivi frá, at tey eru
samd um, at landsstýris-
maðurin í lógarmálum ger
uppskot klárt at leggja fyri
landsstýrið og tingið, har
tær broytingar í eftirlønum
landsstýrismanna,
sum
tingið samtykti í mai, verða
settar úr gildi og støðan
nullstillað.
Síðani vilja teir báðir
floksleiðararnir hava eitt
nýtt uppskot fyri løgtingið
um at broyta lógirnar um
samsýning
landsstýris-
manna og tingmanna, so-
leiðis at tað verður ásett, at
ein óheft nevnd skal gera
tilmæli um lønarviður-
skiftini hjá politikarum.
Eftir ætlanini hjá Høgna
Hoydal og Helenu Dam á
Neystabø,
skal
óhefta
nevndin regluliga gera til-
mæli um eftirlønar- og
lønarviðurskiftini
hjá
polikarum, og síðani skal
almenningurin
væl
og
virðiliga kunnast um til-
mælini, áðrenn politiski
myndugleikin sleppur at
staðfesta síni egnu lønar-
viðurskifti við lóg.
Við í Grundlógina
Tað er nevniliga ásett í
stýriskipanarlógini, at løn-
arviðurskiftini hjá løgtings-
og
landsstýrismonnum
verða ásett við lóg. Tí eru
løgtingslimir noyddir til
sjálvir at samtykkja síni
egnu lønarviðurskifti og tey
hjá
starvsfeløgunum
í
landsstýrinum.
Men eisini hetta vilja
Høgni Hoydal og Helena
Dam á Neystabø í longdini
hava broytt. Tey eru samd
um, at skriv skal sendast
grundlógarnevndini,
har
heitt verður á hana um at
gera uppskot í ætlaðu før-
oysku grundlógina, har ó-
hefta nevndin fær heimild
til beinleiðis at áseta lønar-
viðurskiftini hjá ting- og
landsstýrismonnum.
Andstøðan stuðlar
Formaður
Javnaðarflok-
sins, Jóannes Eidesgaard,
boðar í tíðindaskrivi frá, at
hann fult tekur undir við, at
málið um eftirlønirnar hjá
landsstýrismonnum verður
tikið aftur, og at ein uttan-
veltað nevnd verður sett til
at endurskoða viðurskiftini.
Harumframt
boðar
Jóannes Eidesgaard frá, at
Javnaðarflokkurin ásannar,
at málið um eftirlønirnar
hjá politikarunum átti at
havt bíðað til komið var á
mál við einari virðiligari
pensjónsskipan fyri tey
mongu, sum bert fáa fólka-
pensjón.
Jenis av Rana, formaður
Miðfloksins, segði eisini í
viðmerking í Sosialinum í
gjár, at eitt uppskot um
skilagóðar broytingar fór at
fáa fullan stuðul frá honum.
Landsstýrispensjónir:
Politikarar taka í egnan barm
Høgni Hoydal og Helena
Dam á Neystabø vilja hava
málið um landsstýris-
pensjónir viðgjørt av
nýggjum
Jóannes Eidesgaard
ætlar sær fult og heilt
at stuðla uppskotin-
um um, at ein óheft
nevnd viðgera lands-
stýrispensjónirnar.
Samstundis ásannar
hann, at nýggja eftir-
lønarskipanin fyri
landsstýrismenn helst
var eitt mistak
LANDSSTÝRISPENSJÓN
John Johannessen
Javnaðarflokkurin
tekur
fult undir við, at málið um
eftirlønirnar hjá landsstýr-
ismonnum verður tikið aft-
ur, og at ein uttanveltað
nevnd verður sett til at
endurskoða viðurskiftini.
Hesum boðar formaður
Javnaðarfloksis, Jóannes
Eidesgaard, frá í tíðinda-
skrivi.
Eisini
sigur
Jóannes
Eidesgaard, at Javnaðar-
flokkurin ásannar, at málið
um eftirlønirnar hjá politik-
arunum átti at havt bíðað til
komið var á mál við einari
virðiligari pensjónsskipan
fyri tey mongu, sum bert
fáa sína fólkapensjón.
Mistak
Jóannes Eidesgaard hevur
annars verið ein av for-
sprákarunum fyri nýggju
landsstýrispensjónunum.
Hann átti saman við Rúnu
Sivertsen, Jógvani Djur-
huus og Helenu Dam á
Neystabø broytingarupp-
skotið
til
landsstýris-
pensjónirnar, sum varð
samtykt í løgtinginum.
Men nú ásannar Jóannes
Eidesgaard, at landsstýris-
pensjónirnar helst vóru eitt
mistak.
»Ásannandi, at øll í okk-
ara samfelag – eisini politk-
arar – eiga at hava góð og
greið eftirlønarviðurskifti,
tók Javnaðarflokkurin lut í
hesi viðgerð. Men hin veg-
in fer einki av hvørki
politikarum ella politiskum
flokkum at taka í egnan
barm, tá eitt mistak er hent.
Og mangt bendir á, at so er
í hesum máli, og tískil
harmast eisini flest allir
tingmenn í dag um gongd-
ina í hesum máli og eru
sinnaðir at geva málinum
eina
nýggja
viðgerð«,
skrivar Jóannes Eidesgaard
í tíðindaskrivinum.
Minnast til
pensjónistarnar
Í tíðindaskrivinum nýtir
Jóannes Eidesgaard høvið
til at minna á, at pensjóns-
spurningurin hjá teimum
mongu, sum bert hava
fólkapensjónina at líta á,
enn er óloystur, tí sitandi
samgonga, sum segði seg
vilja loysa málið, enn ikki
er komin við nøkrum.
– Tí vil Javnaðarflokk-
urin staðiliga gera vart við,
at viðgerðin av einum
nýggjum uppskoti til eftir-
løn eigur at bíða til breiða
fjøldin av Føroya fólki hev-
ur fingið eina virðiliga
pensjónsskipan,
sigur
Jóannes Eidesgaard og
heitir á hinar flokkarnar um
at loysa málini í røttu rað-
fylgju.
Í Sosialinum seinasta
leygardag segði Jóannes
Eidesgaard, at tað er eitt fak
at vera politikari, og tí eiga
politikarar at fáa góða eftir-
løn.
Eftirlønin var eitt mistak
Jóannes Eidesgaard og
Javnaðarflokkurin stuðla
uppskotinum um, at ein
óheft nevnd skal viðgera
landsstýrispensjónirnar.
Jóannes Eidesgaard ásannar,
at pensjónirnar vóru eitt
mistak
C
M
Y
K
7
6