fríggjadagur 11. juli 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 132 - 11. juli 2008
Ein lottoseðil, seldur
í Kiosk Activ í viku
18, hevur vunnið
133.721 krónur. Men
enn hevur eigarin ikki
gjørt vart við seg
Lotto
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nógvir eru lottoseðlarnir,
sum verða slongdir um
handilsdiskarnar um dag
arnar, tá fólk í vónini um
tann heilt stóra vinningin
taka ein seðil afturat tí, sum
annars er keypt.
Tað kemur tó fyri, at fólk
ikki gáa eftir, um tey hava
vunnið ella ikki. Á heima
síðuni hjá Danske Spil,
www.danskespil.dk, verður
nú sagt, at 13 seðlar, sum
hvør hava vunnið oman fyri
100.000 krónur, enn ikki
eru innloystir.
Ein av hesum varð í viku
18 keyptur í Kiosk Activ í
Havn. Um tað er vónbrotið
um, at talan ikki var um
tann heilt stóra vinningin,
ella at eigarin bara ikki
hevur gáað eftir hesum, er
ikki vist, men enn hevur
eigarin av seðlinum ikki
gjørt vart við seg.
Freistin at boða frá vinn
ingum, sum eru oman fyri
200 krónur, er eitt ár, so
eigarin av seðlinum hevur
framvegis fram til viku 18 í
2009 at gera vart við seg.
Og gjørdist talan ikki um
hesar 133.721 krónurnar,
so ber sjálvandi til hjá vón
ríkum lottospælarum at
royna eydnuna aftur hetta
vikuskiftið. Hesa ferð er
vinnarapuljan um tær 10
milliónirnar, umframt at
jokarin er 5 milliónir, og
tað er jú eisini eitt slag av
pengum.
Orkufundur á
Oyrarbakka
Orka og umhvørvi verða evnini á fundi,
sum verður á Oyrarbakka mikukvøldið
orka
Tíðindaskriv
Áhugaverdur fundur um orku og ymiskt í hesum sam
bandi verður á Oyrarbakka mikudagin 16. juli klokkan
19. Fundurin verður í Skálanum í NorðskálaOyrar
skúla.
Á fundinum verður ljóskastarin settur á sera aktuella
evnið orka. Tey, ið koma at hava innlegg á fundinum,
hava øll áhuga í orku í breiðastu merking. Av tí at fyri
lestrarhaldararnir hava ymisk sjónarhorn til orku og
tey árin, sum tiltøkini fyri at útvega orku hava havt og
framhaldandi fara at hava á náttúruna, fáa áhoyrararnir
lýst hetta áhugaverda evni ógvuliga broytt.
Tey, ið koma at greiða frá, eru Anni á Hædd um
nýggja umhvørvisverndarlógina, Hákun Djurhuus um
vatnorkuútbyggingina hjá S.E.V., Anna Maria Fossá
greiðir frá um umhvørviskanningar av Eiði 1, 2 og 3.,
eins og at Kári Thomsen fer at greiða frá arbeiðnum
hjá F.N.U. í sambandi við vatnorkuútbyggingar.
Jóhan Í Niðristovu fer at greiða frá pumpukraftverk
ætlan og at enda kemur eitt umboð fyri Lokal Agenda
21 at greiða frá teirra arbeiði.
Stýring frá a til ø
– verkætlanarleiðari til menningardeildina
Menningardeildin í Føroya Banka hevur ábyrgd av at samskipa og stýra øllum verkætlanum bankans
og arbeiðir eftir einum skipaðum leisti í tøttum samstarvi við virkisøkini og leiðsluna. Vit víðka nú
hóp okkara av dugnaligum verkætlanarleiðarum, og kanska er tað júst tær, vit leita eftir.
Starvið
Sum verkætlanarleiðari í bankanum fært tú ábyrgd av verk
ætlanum og uppgávum frá a til ø, eins og vit vænta eina
handilsliga tilgongd og tætt samstarv í toyminum við denti
á úrslit.
Tú
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og royndir sum verk
ætlanarleiðari. Persónligu eginleikar tínir eru m.a. opinleiki,
framsøkni, málsøkni, góð samskiftisevni og sjálvstøðugt
arbeiðslag, eins og tú megnar at hava greiði á fleiri upp
gávum í senn.
Menningarmøguleikar
Góðir møguleikar eru fyri víðari førleikamenning, bæði fak
liga og persónliga.
Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær
til Inga Vestergaard, menningarleiðara, á tel 330 330 ella á
iv@foroya.fo.
Skrivlig umsókn saman við avritum av CV og prógvum skal
sendast til starvsfolk@foroya.fo ella til P/F Føroya Banki,
Att: Bjarki Mohr, Húsagøta 3, FO100 Tórshavn og skal vera
okkum í hendi í seinasta lagi 21. juli.
133.721 krónur uttan eigara
Enn hevur eigarin av teimum
133.721 krónunum ikki gjørt
vart við seg. Seðilin, sum
hevur vunnið, varð keyptur í
Kiosk Activ í viku 18