fríggjadagur 11. juli 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
Nr. 132 • 11. juli 2008
Ikki fingið
nóg gott í
beinið...
So upprann dagurin, tá roykjarar
vórðu royktir út úr almenna rúm
inum...
Sum fyrrverandi roykjari kann man
sjálvandi smílast í skaðafrøi – tí
hvør er trupulleikin? At roykja,
ella ikki at roykja, tað er bara ein
spurningur um vilja, plaga vit at
siga, og so er lagt upp til stóru
diskussiónina um, hvussu bundin
man er av tubbakki, og hvussu
svárt tað er, tá man ikki klárar at
leggja av at roykja.
Hitt argumentíð havi eg brúkt í
eini klummu áður. At eg havi spart
eitt stað millum 7 og 800.000
krónur, síðani eg fyri 20 árum
síðani legði av at roykja. Hetta er,
um vit rokna prísin á sigarettum
út í dagsprísi – og leggja skattin
omaná. Men tað er ein veruleiki,
at ein roykjari gjøgnum eitt
rímiliga langt lív sýgur eini heil
hús niður í lunguni fyri síðani at
blæsa tey útaftur til miklan trega
fyri bæði seg sjálvan og onnur.
Tað er í grundini ótrúligt, at
royking framvegis verður so frægt
told, sum hon verður. Krabba
meinsfelagið vísir á, at ein triðingur
av teimum 200 føroyingum, sum
hvørt ár fáa staðfest krabbamein,
ella eini 6070 fólk, fáa sjúkuna
beinleiðis av royking. Hvussu kann
hetta forsvarast? Er nakað skilagott
argument fyri royking?
Eg haldi ikki. Vit skulu ikki happa
roykjararnar til at leggja av, ella
skulu vit tað?
Vit kunnu bara gera upp við okkum
sjálv, hvussu nógvar pengar vit
brúka til heilsuverkið bara til
roykjaraelvdar sjúkur, ella um
tað er rættvíst, at roykjarar fáa
nógv fleiri eyka pausur á arbeiðs
plássum, tí tey skulu út at roykja.
Gamaní var kunnleikin um
roykivandan ikki tann sami fyrr,
sum nú. Tí er tað við undran, at
eg síggi so nógv ungfólk kortini
roykja. Eg veit ikki, um eg nú eri
for fundamentalistiskur, men
álvaratos, tey kunnu ikki hava
fingið nóg gott í beinið...
Heini bloggar úr Ísrael
Eg minnist tað sum var tað í gjár. Fagnaðurin
í Ísrael tók ongan enda. Bál í gøtunum til langt
út á náttina. Dansur, tónleikur og slagorð
um frið, kærleika og harmoni. Eitt ovurhonds
bjartskygni um alt landið, fortelur Yakir, ísrael
ski bilførarin á donsku sendistovuni í Tel Aviv.
Og hendingin, vit tosa um, er november 1977,
tá fyrsti politiski leiðarin í arabiska heiminum,
egyptiski forsetin Anwar Sadat, vitjaði Ísrael,
talaði í parlamentinum Knesset og viðurkendi
statin Ísrael.
Um allan heimin var forsøgnin, at um størsta
og valdsmiklasta tjóðin í arabiska heiminum,
Egyptaland, vil hava frið við Ísrael, so er
tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn hini
londini koma aftaná. Nú kemur friðurin. Nú
fara bumburnar at steðga. Nú sløknar hatrið.
Nú tagnar harmaljóðið. Og grimu dagarnir við
kríggi, meiðslaðum kroppum, traumatiser
aðum ungdómi, oyðiløgdum familjum og altíð
hjástaddari ræðslu eru loksins taldir.
Tað gjørdist til frið millum Ísrael og Egypta
land í 1979, sum kostaði Anwar Sadat lívið.
Og tað gjørdist fimtan ár seinni, í 1994, til frið
við Jordan. Men longri kom stóra sáttargerðin
millum Ísrael og muslimsku grannarnar ikki.
Tretivu ár eftir friðarfagnaðin
seinast í sjeytiárunum er
myndin døpur. Valsigurin hjá
islamistiska felagsskapinum
Hamas í 2006 undirstrikaði,
at átrúnaðarliga radikaliser
ingin og viljin til hernaðarliga
konfrontatión við Ísrael er
vaksandi á palestinsku gøtu
ni. Samstundis hava jødiskir
ekstremistar vind í politisku
seglunum. Og avleiðingin er
úrslitaleysar samráðingar og
miseydnaðar vápnahvíldir.
Stríðið millum ísraelar og palestinar er ikki eitt
stríð, har eini parturin kann vinna og hin tapa.
Vinnarin verður antin tær kreftir, sum báðumegin
ynskja semju og sáttargerð, ella tær kreftir,
sum báðumegin halda seg hava gudgivnan
rætt til síni sjónarmið, sum ikki kunnu mýkjast
ein millimetur. Lagnunnar hjá jødiska fólkinum
øðrumegin og palestinska fólkinum hinumegin
eru so samanvaksnar, at antin vinna báðir partar
við eini friðaravtalu, ella tapa báðir partar við
framhaldandi harðskapi.
Tí er høpisleyst at vera antin pro palestinskur
ella pro ísraelskur. Einasti vegurin fram er at
vera pro friður. Og hóast hon ongantíð sløknar,
so tykist rødd friðarinnar at vera lágmælt og
langt burturi.
***
Eftir gjøgnumbrotið millum Egyptaland og Ísrael
seinast í sjeytiárunum er ísraelskaarabiska
stríðið rullað aftur til fyrstu ártíggjuni eftir 1948,
tá spurningurin um sjálvan Ísraels eksistens
framvegis var ein stríðsspurningur. Stórveldini
Iran og Sýria sponsorera terrorismu ímóti Ísrael
sum ongantíð áður. Í Libanon er islamistiski
felagsskapurin Hizbollah sterkari enn nakrantíð.
Og í fleiri av vesturheimsins allieraðu muslimsku
londum verða islamistisku andstøðurnar einans
hildnar frá politiska valdinum
av autoriterum og harðren
dum einræðisstýrum, stuðlað
við vápnum og peningi úr
vesturheiminum. Úr Pakistan,
Afganistan og Saudi Arabia
til Jordan, Egyptaland og
Marokko. Um frí val vórðu
hildin í dag, høvdu hesi stýri
verði skift út við shariastatir
og islamiskar republikkir eftir
iranskum ayatollahleisti.
Gongdin avdúkar bert, at
bláoygda vesturlendska demokrativerkætlanin
í Miðeystri við USA á odda er kollsigld, so
tað forslær. Frí val uttan eina politiska men
tan, sum hvílir á liberalum frísinni, skrivi og
talufrælsi, fríum fjølmiðlum og minnilutaverju,
og har sigursharrarnir koma teymaleysir til
statsligu valdstólini, hevur einki við demokrati
at gera. Tí demokrati er ikki ein vallóg, men ein
fólksligur mentalitetur.
Stríðið millum demokrati og diktatur, millum
frísinni og trongskygni og millum tann liberala
og tann teokratiska statin er stríðsásur nummar
eitt í altjóða politikki í dag. Vit eru vitni til eitt
globalt mentanarkríggj, sum ikki stendur mil
lum heimsins religiónir ella sivilisatiónir, men
ímillum moderatar kreftir, sum finnast í øllum
religiónum, yvirfyri víðgongdum kreftum, sum
finnast í øllum religiónum. Profetisku slagorðini
um tann sivilisatoriska samanstoytin, fyrst og
fremst millum islam og kristindómin, gloyma
heilt einfalt, at fanatiskar kreftir úr sama tilfari
finnast báðumegin borðið.
Muslimski heimurin og dagsins útgáva av
islamiskari praksis er ljósár aftanfyri vestur
heimin og manglar framvegis sína reformatión
og upplýsingartíð. Men far og vitja Vatikanið í
Róm, bíbliubeltið í Suðurstatunum í USA ella
grátimúrin í Jerusalem, og tú skalt sanna, at
fíggindarnir hjá tí liberala demokratinum ikki
bert finnast í muslimska heiminum.
heini_skorini@yahoo.com
- Muslimski heimurin og
dagsins útgáva av islamiskari
praksis er ljósár aftanfyri
vesturheimin og manglar
framvegis sína reformatión og
upplýsingartíð. Men far og vitja
Vatikanið í Róm, bíbliubeltið
í Suðurstatunum í USA ella
grátimúrin í Jerusalem, og tú
skalt sanna, at fíggindarnir
hjá tí liberala demokratinum
ikki bert finnast í muslimska
heiminum
Ísraelska flaggið, sum her veittrar í lotinum í Jerusalem, er seksti ár eftir føðing landsins framvegis ein ímynd av stríði. Og hóast hon ongantíð sløknar, so er
rødd friðarinnar í hesum døgum lágmælt og langt burturi.
Rødd friðarinnar
Seinasti bloggur úr Ísrael
Hetta er nítjandi og seinasti
bloggurin úr Ísrael hjá Heina
í Skorini, sum seinastu seks
mánaðirnar hevur verið í starvs
venjing á donsku sendistovuni í
Tel Aviv.
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo