fríggjadagur 11. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 132 - 11. juli 2008
Nýggja ES-kósin hjá
landsstýrinum er eitt
positivt tekin, men enn
vil Landsstýrið ikki
ásanna, at Ríkisfelags-
skapin man vera besti
trumfurin í tilgongdini at
knýta Føroyar tættari at
Europasamveldinum.
Misskilta nationalisman,
sum er ráðandi í fleiri
politiskum viðurskiftum
hjá Landsstýrinum, er
høvuðsforðingin
Misskilta nationalisman í
Landsstýrinum forðar fyri,
at vit í Føroyum kunnu
bera okkum skilagott at í
fleiri sera týðandi politisk
um málum.
Hetta hava vit sæð fleiri
ferðir, síðani CHEsam
gongan skipaði landsstýri
eftir nýggjár.
Fyrsta dømi var tann
sera vandamikla ætlanin
um at yvirtaka Fíggjareftir
litið og harvið seta saml
aðu innlánini í føroyskum
bankum í vanda.
Nú síggja vit enn eitt
dømi.
Misskilta nationalisman
er nú vorðin ein forðing
fyri, at Føroyar trygt og
væl kunnu fáa eitt tættari
tilknýti til Europasam
veldið.
Skilagóð nýggj kós
Landsstýrið boðaði tann
23. juni alment frá, at ein
nýggjur Europapolitikkur
er settur í verk.
Nú er málið um at fáa
EFTAlimaskap sett í bak
grundina. Í staðin skal
roynast at knýta Føroyar
tættari at Europasamveldi
num.
Hetta høvuðsskiftið í
Europapolitikkinum tekur
Sambandsflokkurin fult
undir við. Flokkurin hevur
í áravís verið forsprákari
fyri, at Landsstýrið skal
kannað treytirnar fyri, at
Føroyar kunnu fáa eitt
nógv tættari tilknýtið til
ES. Hetta tilknýti vil uttan
iva geva Føroyum atgongd
til fleiri inntøkukeldur og
framgongd á nógvum
økjum.
Í Sambandsflokkinum
hava vit undirstrikað, at vit
mugu kanna, um og hvussu
tað ber til at vinna Føroy
um ESlimaskap við undan
tøkum, sum kunnu verja
okkara fiskivinnuáhuga
mál..
Tí kunnu vit í flokkinum
ikki annað enn fegnast um,
at landsstýrisflokkarnir
loksins taka undir við
høvuðssjónarmiði Sam
bandsfloksins um Europa
politikkin.
Sjálvmál alt fyri eitt
Hóast høvuðsmálið í ES
politikkinum hjá Lands
stýrinum soleiðis er vorðið
positivt, gjørdist beinan
vegin tann 23. juni greitt,
at mátin, sum Landsstýrið
vil nærkast Europasam
veldinum, er púra galin.
Landsstýrismaðurin í
uttanlandsmálum boðaði
henda dag í Útvarpinum
frá, at ”vit eiga at gagnnýta
okkara sambond við
Norðurlond, Bretland og
kanska eisini baltisku
londini, so vit kunnu fáa
eina skjóta loysn”.
Hetta ljóðar tilforlátiligt,
men í grundini er hetta eitt
politiskt sjálvmál av teim
um stóru.
Orðaljóðið boðar týðiliga
og greitt frá, at Landsstýrið
vil ikki gera tað mest upp
lagda og náttúrliga – nevni
liga at heita á ESlima
landið og ríkisfelagsskaps
landið Danmark um at
brúka sína stóru ávirkan í
ES til tess at vinna Føroy
um tættari tilknýti til
Samveldið.
Misskilt nationalisma
Framman undan Ríkis
fundinum í Føroyum tann
25. juni segði Anders Fogh
Rasmussen, forsætisráð
harri, at Danmark er til
reiðar at rætta Føroyum
eina hjálpandi hond at
nærkast ES, um Lands
stýrið kemur við einari
áheitan um tað.
Hetta má metast at vera
eitt áhugavert tilboð, tá
hugsað verður um, at
danski stjórnarleiðarin
hevur eitt gott netverk og
stóra ávirkan í ES.
Men hvat ger landsstýris
maðurin í uttanlands
málum? Jú, hann vil hava
Baltalond at arbeiða fyri
okkara søk. Vit mugu fyri
alt í verðini ikki fáa
donsku stjórnina at brúka
síni góðu ESsambond.
Hetta er trítornað mis
skilt nationalisma!
Landsstýrið velur trupla
og seina tilgongd
Misskilta nationalisman,
sum nevndi landsstýris
maður er eksponentur fyri,
ber í sær, Føroyar verða
sendar inn á eina kós, har
tað verður trupult og helst
eisini sera drúgt at vinna
neyðugar sømdir í ES.
Áður hava vit sæð, at
lond hava stríðst í 1015 ár
fyri at fáa limaskap í ES,
og tað er ikki hetta, Føroy
ar hava brúk fyri.
Hyggjuráðini eru, at vit í
staðin gera tað náttúrliga
og tala væl saman við
okkara góða samstarvs
felaga í Ríkisfelagsskapi
num, Danmark. Saman ber
til at leggja eina góða og
trygga ætlan fyri, hvussu
vit skjótt og væl kunnu
nærkast Europasamveldi
num.
Tað fyrsta, sum krevst,
er, at Landsstýrið leggur
misskiltu nationalismuna
til viks og veruliga byrjar
at hugsa skilagott á uttan
landspolitiska økinum.
Skotið verður upp at
avtaka mvg’ið á basalum
nýtsluvørum mjólk,
breyð og tílíkum. Tað er
eitt gott uppskot, men
hevði hetta ikki verið betri:
Vit varðveita mvg á mjólk
og breyði, men koyra teir
pengarnar í ein grunn. Úr
tí grunninum verður goldið
til tey, ið ikki hava ráð at
keypa mjólk og breyð. Í
fyrstu syftu støk foreldur,
síðani onnur smábarna
foreldur og so víðari.
Hvør er munurin? Jú, lat
okkum siga, at ein av fýra
borgarum ikki hevur nóg
væl ráð at keypa mjólk og
breyð. Fer mvg’ið í ein
grunn, sum ber pengarnar
aftur til tey veikastu, fáa
tey fýra ferðir meira, enn
um mvg’ið bert verður
avtikið.
Tað eigur sjálvsagt at
vera ymiskt hvussu nógv,
hvør einstakur fær. Eftir
tørvi. Smábarnaforeldur
kunnu nú leggja seg eftir at
uppala børnini til góðar
samfelagsborgarar, í staðin
fyri at liggja svøvnleys av
peningatroti.
Við hesum modellinum
kann man fara longur enn,
við fleiri fyrimunum: Í
staðin fyri at avtaka mvg
og avgjald á olju, fara teir
pengarnir í tann sama
grunnin. Tað verður so
latið teimum, ið hava
størstan trupulleika av
oljukostnaðinum.
Her kemur enn ein
fyrimunur. At avtaka mvg
á olju, vildi stimbra
orkunýtslu og CO2útláti í
mun til, um man varðveitir
avgjaldið. Munurin hevði
verið stórur, tí tað er ikki
tey fátæku, sum brenna
mest olju. Sostatt vildi
avtøka av mvg’i á olju
serliga merkt eina størri
nýtslu hjá teimum, sum
ikki hava veruligan trupul
leika av oljuprísinum.
Tað er rætt at laga
avgjaldspolitikk, so hann
ikki er til skaða fyri tey
veikastu, men tað er ikki
rætt at stimbra eina
skaðiliga nýtslu gjøgnum
hesa tillaging. Serliga ikki,
tá tað fær verið øðrvísi.
Tríatiundi partur.
Haggai profetur profeteraði
eftir útlegdirnar. Hinir profet
arnir høvdu sagt, at fólkið
skuldi fara í úlegd til allar
tjóðir. Hetta hendi tó ikki bein
anveg. Juda, sunnari parturin,
kom heim aftur til landið, tá
ið sjeyti ár vóru farin. Hetta
hevði við eitt lyfti at gera,
sum Harrin hevði lovað við
Jeremiasi. Fyrst er at siga her,
at Gud við Mósesi hevði givið
boð um, at jørðin hjá ísraels
monnum skuldi hvíla og ikki
verða dýrka sjeynda hvørt ár,
eitt so kalla sabbatsár. Ísraels
menn høvdu ikki hildið boð
ið, og tí skuldi jørðin hava
frið á annan hátt, og tað gjørdi
Gud, tá ið hann lat bábelskong
reka ísraelsfólk úr landinum.
Longu í triðju Mósebók
stendur hetta:
Tá skal landið fáa sabbatsár
síni aftur alla ta tíð tað ligg
ur oyðið, meðan tit eru í landi
fíggindans ja, tá skal landið
hvíla og fáa sabbatsár síni
aftur! 26,34.
Lyftið við Jeremiasi ljóðar
soleiðis:
Tí so sigur HARRIN: Táið
70 ár eru umliðin fyri Bábel,
skal Eg vitja tykkum og upp
fylla tykkum tað góða, ið Eg
havi talað, at Eg skal lata
tykkum koma aftur higar.
Og Harrin útførdi lyftið við
Kýrus persarakongi, sum
legði bábelsríki undir seg.
Men fyrsta árið ið Kýrus
kongur í Persia sat við stýrið,
vakti HARRIN fyri at orð
Hansara, sum Jeremias hevði
talað, skuldu ganga út anda
Kýrusar persarakongs, so at
hann læt boð ganga út um alt
ríki sítt og eisini skrivliga
kunngera:
”So sigur Kýrus kongur í
Persia: HARRIN Gud
Himmalsins hevur givið mær
øll ríki á jørðini, og Hann
hevur álagt mær at byggja
Sær hús í Jerúsalem í Juda.
Hvør tann av tykkum, ið
hoyrir til fólk Hansara, við
honum veri HARRIN Gud
hansara, hann kann fara
hagar!” 2. Krøn. 36, 2223
Soleiðis hendi tað, at Juda
menn komu heim aftur til
landið. Teir blivu tó ikki eitt
kongaríki aftur, men stóðu nú
undir teimum heidnu kongu
num. Til seinast, áðrenn teir
vóru riknir út um alla jørðína,
stóðu teir, sum kunnugt, undir
rómverjaríkinum.
Ezra bók sigur frá um, tá ið
Judamenn fóru heimaftur, og
um tá ið templið varð bygt, og
Nehmiasar bók sigur frá um,
tá ið múrarnir vóru reistir
aftur um Jerúsalem. Í báðum
førum stóðu fíggindar Guds í
móti teimum, og royndu at
forða arbeiðnum. Teir
kendastu mennirnir frá hesi
tíðini í Juda søgu eru Ezra,
Nehemias, Josva presturin,
Zerubbabel landshøvdingin
og Haggai og Zacharias
profetarnir.
Fíggindarnir stóðu, sum
sagt, ímóti, og teimum
lukkaist at steðga arbeiðnum.
Tá er tað, Haggai og
Zacharias eggja til at seta
arbeiðið ígongd aftur, og tað
bleiv gjørt. Hesa ferð fingu
hinir ikki steðga arbeiðnum,
og templið bleiv reist av
nýggjum. Teir byrjaðu aftur
eftir steðgin, annað árið ið
Darius var kongur, og fýra ár
seinni stóð templið liðugt.
Framhald.
løgtings- og
fólkatingsmaður
Edmund
JoEnsEn
RichaRd
daniElsEn
Tórshavn
Jógvan
olsEn
Fullveldisheilivágur
er bíligari og E
elski Føroyar
Tað er ikki serliga
hugaligt at sita og
eygleiða eina samgongu
sum ikki er arbeiðsfør, og
sum enn ikki hevur torað
at sett kós. Hetta er ein
vanlukkulig støða fyri landið. Hetta kemur at kosta í
vælferð og tryggleika, eingin ivi um tað, men vit standa
spyrjandi, hvat vil “CHE” samgongan á heilsuøkinum?
Teir tríggir samgonguflokkarnir fóru til val uppá at
styrkja tey bleytu virðini, vælvitandi um at sjúkrahús
verkið er tann sjálvsagda kjarnan, tá talan er um
persónliga trygd hjá bæði føroyingum og útlendingum,
men nú beint undan Ólavsøku, fáa vit at vita, at
heilivágur skal skerjast og bíðilistarnir skulu økjast.
Hetta er dýrasta loysnin fyri eitt og hvørt sjúkrahús og
kann ikki gjøgnumførast sum støðan er.
Hvør varðar av sjúkrahúsinum, nú bæði løgmaður og
landstýrismaðurin í Almanna og heilsumálum eru settir
til viks? Hvør stýrir, hvør raðfestir og hvør hevur nú
veruligu ábyrgdina innan sjúkrahúsverkið? Veit væl at
landstýrismaðurin er sera ónøgdur við at verða
kveistraður til viks, men tann í tegir hann samtykkir og
hevur landstýrismaðurin sostatt framhaldandi ábyrgdina
av óskilinum og ørskapinum, sum nú er við at henda
innan okkara sjúkrahúsverk.
Tá álitið á eina politiska leiðslu er fokið, er vanligt at
seta eina politiska sokallaða skjóttarbeiðandi nevnd at
útgreina hvar skipið er statt og hvør tann nýggja kósin
er, sum setast skal, men her er ruðuleikin størri enn
nakrantíð, tí fíggjarmálaráðið skal seta nevndina at
arbeiða, í verðuleikanum uttanum landstýrismannin í
almanna og heilsumálum.
Tær staðbundnu Sjúkrahúsleiðslurnar vita ikki síni
livandi ráð orsakað av manglandi ella skeivari
politiskari leiðslu omanfyri.
Sjálvandi mangla 2,6 mia kr. í síðani 2002 og
sjálvandi gongur tað út yvir tey veiku í samfelagnum,
men at eingin í samgonguni tekur stykkið út og steðgar
ørskapinum, skilja bert tey fáu.
Landstýrismaðurin hevur fingið eitt reytt kort frá
sínum egnu, men at leiðandi politikarar leggja eftir
sjúkrahúsleiðsluni er “unfair”. Starvsfólk og leiðsla á
sjúkrahúsinum gerða eitt gott arbeiði, lat ongan iva
verða um tað.
Men tann fløvandi hondin, og tað sakliga
uppbyggjandi kjakið frá okkum politikarum, hevur
verði undir alt lágmark og slettis ikki nøktandi. Har
hava vit eisini eina stóra ábyrgd sum fólkavald umboð
hvat vit borðreiða við á tingsins røðarapalli, tá talan er
um hvussu vit gerða okkara sjúkrahúsverk enn betri.
Sum eitt kuriosum kom eg at hugsa um, at meðan
annar tann føroyski fólkatingsmaðurin arbeiðir fyri at
vinna føroyingum størri møguleikar og betri sømdir fyri
at gjalda okkara sjúkrahúsverk, so spælir hin evnaríki
skemtarin og fólkatingsmaðurin sum skuldi arbeiða sum
fólkatingsmaður burturav, partapolitiskar filmar og
partapolitiskar kabarettir, undir partapolitiska heitinum
“E elski Førjar”.
Føroyar hava brúk fyri báðum, og persónliga vil eg
siga at “EG elski Føroyar og B elskar eisini Føroyar, og
í staðin fyri at leita eftir “innara jeikaranum”, so skuldu
vit møguliga í staðin fara at leita eftir, hvar samgongan
bleiv av og hvør tann innara meiningin hjá samgonguni
við sjúkrahúsinum er.
Sambandsflokkurin
KaJ lEo
JohannEsEn
Trítornað misskilt nationalisma
forðar skilagóðum ES-politikki
MVG’ið á mjólk, breyð og olju
Bíblian innblást av Gudi – ikki mannaorð um Gud
viðmerkingar