fríggjadagur 11. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 • 11. juli 2008
lýsiNgartilfar
Umframt gistingarhúsini,
summarhús og gisting hjá
familju ella kenningum, ber eisini
til at koma á Summar Festivalin
við báti, húsvogni og tjaldi
Gistingarhúsini og summarhúsini í Norðoyggjum
plaga øll at verða bíløgd á Summar Festivalinum,
og tey, sum ikki hava familju ella kenningar at
búgva hjá, hava eisini aðrar møguleikar.
Nógv velja at fara á festivalin við báti ella húsvogni,
og summi taka tjaldið við sær.
HúSvoGNar
Tað er vorðið alsamt meira vanligt at fólk ferð
ast uttanlands og í egnum landi við einum hús
vogni afturúr bilinum. Klaksvík tekur væl ímóti
festivalgestum, sum hava valt hugnaligu loysnina at
gista undir egnum taki meðan Summarfestivalurin er.
Húsvognar fáa umvegis Kunningarstovuna í Klaksvík
ávíst økið í miðbýnum í Klaksvík, sum eisini syrgir fyri at
vognarnir verða íbundnir, fáa streym og atgongd til vatn
og wc.
TjaldiNG
Tjaldingin
á
Summarfestivalinum
verður skipað saman við Kunn
ingarstovuni og bóndunum, sum
eiga og vara av vakra bønum í
Gerðunum í Klaksvík. Øll, sum ynskja
tjaldingarpláss á Summarfestivalinum,
kunnu venda sær til Kunningarstovuna,
sum í neyvum samstarvi við andras
joensen, bónda, fáa ávíst hóskandi
og egnað økið. Tjaldingin verður
í stóran mun skipað eftir aldri
og áhugamálum, soleiðis at tey
ungu og familjur við børnum ikki
nýtast at liggja uppat hvørjum
øðrum. allir tjaldarar, sum virða
galdandi reglu fyri tann einstaka og
sjálvt tjaldingarøkið, eru hjartaliga
vælkomnir á Summarfestivalin!
Meira um tjaldingina á
summarfestivalur.fo og kunning.fo
BáTar
onki er sum í egnum báti at stevna inn í vágna og vita
sær at nakrir góðir dagar eru fyri stavn.
Skipað verður soleiðis fyri at heilt nógvir bátar kunnu
liggja við bryggja í Klaksvík meðan festivalurin er. Treytin
fyri góðum bátaplássi er, at boðað verður frá í góðari tíð
til Kunningarstovuna, og at í minsta lagi tvey av manningini
hava atgongumerki til festivalin. Klaksvík er frá nátúrunar
hond ein trygg og góð havn og um veðrið verður til vildar,
so kann Summarfestivalurin 08 eisini gerast ein stór og
væleydnað bátastevna við livandi tónleiki á dekkunum og
bryggjudansi.
Bátar, húsvognar og tjald
andras joensen, bóndi, hevur nógv góð tjaldingarpláss
at vísa á í vakra bønum í Gerðunum
Mynd: Erik Biskopstø
Um ein mánað verður Summar Festival
urin hildin í Klaksvík. Í døgunum frá 7.
til 9. august verður stóra tónleikabrakið,
og nógv spennandi er á skránni á fýra
pallum í tríggjar dagar.
Forsølan til Summar Festivalin hevur
gingið sera væl, og longu nú er greitt, at
tað verður sera nógv fólk til festivalin í
ár.
Prísurin á vikuskiftispassum hækkar
mikudagin 17. juli, og tá fer kostnaðurin
úr 895 krónum og upp í 995 krónur. So
skalt tú spara 100 krónur, so er at keypa
vikuskiftispass í seinasta lagi mikudagin.
atgongumerki til Summar Festivalin fáast
á Shellstøðum kring landið, í Telebúðum
og á teleshop.fo
Prísurin hækkar 17. juli