fríggjadagur 11. juli 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 11. juli 2008
15
Svana Johanna Strøm,
ættað av Tvøroyri, búsit
andi í Keypmannahavn,
andaðist sunnudagin á
Bispebjerg sjúkrahúsi,
62 ára gomul. Jarðar
ferðin verður leygardag
in klokkan 11 í Garnison
kirkjuni á Sankt Annes
Plads í Keypmanna
havn.
Kirti Olsen, Argir, and
aðist á Ríkissjúkrahúsin
um mikudagin, 70 ára
gomul. Kistan kemur í
Argja kirkju leygardagin
umleið kl. 14.30. Jarðar
ferðin verður úr Argja
kirkju sunnudagin kl.
13. Tey, ið ynskja at
minnast Kirti, kunna
lata Hjartafelagnum eina
gávu á konto í peninga
stovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæra kona,mamma,vermamma og omma okkara
Kirti Olsen
Argir
andaðist á Ríkissjúkrahúsinum
mikudagin 9. juli, 70 ára gomul.
Kistan kemur í Argja kirkju leygardagin
umleið kl. 14.30
Jarðarferðin verður úr Argja kirkju
sunnudagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Jógvan, May-Britt , Heidi, Jan og Kurt
Tey, ið ynskja at minnast Kirti, kunna lata hjartafelagnum eina gávu
á konto í peningastovnunum.
Hóast boðini vóru væntandi, stóð alt
stilt eina løtu, tá Helga ringdi og
segði at nú var pápi deyður. Fór so at
hugsa um hvussu ríkt tað er at hava
kent Hilmar abban í Dali, sum vit
róptu hann. Hóast stórur aldursmunur
var okkara millum, so vóru vit vin
fólk og tað eri eg glað fyri. Tú vart
eitt so gott fólk, blíður og fryntligur
at koma inn á gátt hjá, altíð við tí
góða orðinum, visti so nógv at siga
frá. Síggi teg fyri mær sita á tínum
fasta plássi við endan á bonkinum.
Góða Vilhelmina, ikki minst tær fyri
at takka vóru tær hugnaligastu løt
urnar. Bara vit trý.
Nevndi einaferð fyri tær niðri í
neystinum, har tú smíðaði bátin
Brúður, at tað hevði verið stuttligt at
átt ein fittan bát heima í Sugguni í
Kirkjubø. Droymdi ikki um at tú fór
í holt við at smíða ein bát afturat, tú
var jú komin væl upp í árini. Men
ikki vardi tað leingi, so hevði tú
strekt kjølin á einum báti, sum eg
skuldi hava. Nú var ikki minni
hugaligt at fara oman í neystið og
fylgja við hvussu hegnisliga tú
smíðaði við lív og sál, samstundis
sum tú greiddi mær frá, hvussu alt
eitur á einum báti. Tann prýðiligi
Kobbin er eitt dýrabart minni um teg
góði Hilmar!
Nakað áðrenn tú andaðist, legði
eg meg undir liðini á tær í songini,
tú var viknaður nógv. Vit grótu bæði,
vistu óiva at hetta var seinastu ferð
vit sóust. Hóast alt fingu vit eitt
hugnaligt prát, eisini kendist tað so
fjálgt, at tú kundi liggja heima tína
síðstu tíð, saman við øllum tínum
kæru rundan um teg.
Góða Vilhelmina og børnini, sorg
in og saknurin verður stórur hjá tykk
um, men øll tey ríku minnini goyma
vit í hjørtum okkara. Harrin styrki
tykkum.
Guðrun
Til minnis um Hilmar
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í juni 1978 fingu hesir skipsførarar og
stýrimenn prógv á Føroya Sjómansskúla.
Skipsførarar: Hans Magnus Hansen,
Klaksvík, Niels Ó. Hovsgarð, Hov, Beinir
Simonsen, Klaksvík, Jákup N. Purkhús,
Kunoy, Jóannes Lassen, Klaksvík, Jákup
Anthoniussen, Klaksvík, og Mannbjørn í
Grund, Søldarfjørður.
Stýrimenn: Hallur H. Mohr, Fugla
fjørður, Dánjal P. Hansen, Sandavágur, Ják
up Næs Joensen, Hvalba, Anton Pauli
Johansen, Miðvágur, Bjarni Petersen, Kolla
fjørður, Finnbjørn Johansen, Sandavágur,
Hans J. Joensen, Vágur, Óla J. Kruse, Eiði,
Hans M. Andreasen, Kvívík, Niclas J.
Hovsgarð, Hov, Eyðun Samuelsen, Haldars
vík, og Símun Pauli Sivertsen, Klaksvík.
Kelda: Myndaárbokin –
árið ið fór 1978
Fyri 30 árum síðan:
Skipsførarar og stýrimenn í 1978