fríggjadagur 11. juli 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 • 11. juli 2008
Vikuskifti 11
reportasjurøð
Óli er gamal í Eirargarði. Hann
noyðist inn á skrivstovuna eftir
eldi, hvørja ferð hann fer at festa
sær í.
Eyðun situr hond upp undir
høku, og nýbyrjaða Jóhanna lenar
seg forvitin inn yvir borðið, tá ið
Óluva kunnar um Anniku Winther,
sum er miðskeiðis í fjørutinum.
– Hon gongur bara og grínur og
tosar okkurt, sum líkist fronskum,
sigur Óluva. Annika er skizofren,
tung í huga, sosialt illa fyri og
undirsvøvnt.
Kári drepur ein mola niður í
guvandi kaffikrússið og sutlar
sundurblotnaða sukurið í seg.
So fer hann á føtur at geva Jens
Martini stovu 4 hjá fyrrverandi
amerikanska forsetanum. Fínasta
svitan á Hotell Føroyum eitur nú
Clinton-svitan. Kanska stova 4
á stongdu deild fer at eita tað
sama.
Óluva bítur í brillustellið og
blaðar í seinastu mappuni, sum
er um 30 ára gamla Kristian Poul-
sen, ið aftur er innlagdur. Kristian
hevur tikið Lamictal, sum heldur
hýrinum toluliga støðugum, men
hóast ávaringar hevur hann kvett
viðgerðina av. Nú er spurningurin,
nær ið alt Lamictalið er farið úr
kroppinum, og ein sálarkreppa
rakar.
Eingin tolir alt
Úti í gongini gongur ein maður
miðleyst og válar við eini appilsin
í hondini. Aftur og fram við
teimum 20 bláu hurðunum upp í
saman. Tað er Hans. Tá ið hann
sær blaðmannin, fær hann hug at
práta um sítt tunglyndi, ið hann
heldur vera elvt av útlúgving. Hans
hevur gjørt eitt rættiliga umfatandi
diagnostiskt arbeiði; bæði áðrenn
hann læt seg leggja inn í samráði
við konuna, og síðan hann kom
á deildina fyri góðum trimum
vikum síðan. Á heimasíðum hjá
sálarviðgerum, netlæknum og
óttasamtøkum hevur hann funnið
einar 100 síður um sjúkuna. Nú
situr hann og blaðar í sínum tunga
savni um tunglyndi. Hans greiðir
frá, at hann fegin vil skilja sína
støðu. Hví hann er útbrendur,
svartskygdur og vónleysur. Hví
ræðsla og ranghugsan tóku hann
av ræði. Hví sjálvmorðshugsanir
stundum hava verið uppi og vent.
Og um tað man vera áhaldandi
strongd, ið er øll orsøkin. Hann
tosar opið um hetta og blaðar
gjøgnum ørkini, sum hann
hevur strikað okkurt undir á,
meðan Marin gongur rundanum
og ringir seg saman sum ein
køttur. Hans kveitir at henni og
hyggur síðan beint inn í eyguni á
blaðmanninum.
– Eg vil sleppa út av tí, sigur
hann.
Fyribils fær hann heilvág fyri
tunglyndi, ótta og paranoia.
Tað, sum er ringast, heldur
Hans kortini vera karmarnar á
deild 2.
– Starvsfólkini eru fantastisk,
men alt annað er út av lagi. Her
er ov vánaligt netsamband og
bara tvey sjónvørp. Men her er
nokk av bureaukratii; tey skulu
ígjøgnum eina heila pappírsmyllu
bara fyri at fáa ein pískara til
køkin! Og tey fáa ikki nógv meiri
í løn enn einar 14.000 krónur um
mánaðin, sigur hann.
Marin loypur upp úr stovu-
stólinum beint við okkum og fer
uttar í gongina og innar í kamari.
Og Hans hugleiðir opinskáraður
víðari:
– Eg haldi, at vit menn eru
serliga seinir í vendingini, tá ið vit
verða sálarliga sjúkir.
Vit gera eina roynd at fara
innar á kamarið hjá Hansi. Men
vit mugu taka okkum aftur.
Hans hevur nevniliga ikki kamar
einsamallur. John Dahl liggur og
svevur har inni. Stutt eftir er John
Dahl á fótum. Vit vaktu hann av
óvart. John Dahl kemur út, so vit
sleppa inn.
Kamarið er einar 16 fermetrar
til støddar og hvítt og dapurt
í einum. Hetta er reiðrið hjá
tveimum fremmandum monnum,
ið eru raktir av sinnissjúku. Teir
skulu sova saman næstan sum
hjún. Har er einki vesi og sera
avmarkað skápspláss. Hans setur
seg niður á seinginia og suffar:
– Huff! Eingin tolir alt.
Strongdin rakti meg sálarliga.
Onnur fáa hjartatrupulleikar ella
heilabløðing ...
Hann fer á føtur aftur og yvir
at vindeyganum, haðan tað sæst
niður í ósligna urtagarðin. Mað-
urin er sligin í herðunum. Tykist
søkklaðin av sorg.
– Eg sakni náttúruna ...
Pilla av, Finnur!
Heldur tú, at øll hoyra tað, tú
tosar um, ert ikki neyðturviliga
paranoidur. Tí á deild 2 gellir at
kalla hvørt orð gjøgnum vánaligar
veggir, avoldaðar luftskipanir og
bert betong.
Tey flestu á deildini hoyra
Kára mæla blaðmanninum til
at gloyma alt um geykareiðrið,
hóast vaktirnir her inni altíð eru
árvaknir. Og so tosar hann um, at
tá ið vandi er á ferð, verður enn
sum áður okkurt skjóttsissandi
evni sproytað beinleiðis inn í
vøddavevnaðin á sjúklingunum.
– Men vit royna av øllum alvi
at sleppa undan at nýta vald.
Tað skal gerast so varliga sum
gjørligt, leggur hann dent á,
meðan Kristian stendur burturifrá
við útspílaðum oyrum.
At eygleiða skurvblandingin á
sálardeildini her, er sum at vera
til seinasta dans í VB-húsinum.
Øll ættarlið og sinnisløg eru
umboðað. Óli K. fer glaður
gleivandi eftir gongini. Kristian
stendur hendur í lumma. Jóhanna
situr við krosskastaðum ørmum.
Og øll lýða á, tá ið Kári greiðir
speisamt frá um raðfestingar.
Hvør stórt er tað ikki, hugsar
blaðmaðurin, tá ið hesin
setningurin glíður úr Kára:
– Deild tvey er faktisk partvís
nútíðmansgjørd. Tað var í 1988 ...
Eisini John Dahl stendur hendur
í lumma. Hann er dølskur á at lýta.
Kári spyr hann, um tað var tungt at
hava familjuvitjan fyrr um dagin.
John Dahl svarar fátónað, at hann
var glaður at síggja børnini. Og so
gníggjar hann eyguni. Dølsknið
dylist ikki. Har vóru eingi tár í
eygnakrókunum. Bara svøvnur.
Elsa suffar. Hon er enn ill og
Deild 2
Modellmynd: Jens Kristian Vang