fríggjadagur 11. juli 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 tíðindi
Nr. 132 - 11. juli 2008
Í fjør varð tað av
ongum, men nú royna
Húskallar aftur at
gera comeback á
Summar Festivalinum
– og teir gera meira
burturúr enn
nakrantíð áður
Tónleikur
Tíðindaskriv
Tað munnu verða fáir bólk
ar í Føroyum, sum hava
klárað at gjørt so nógv um
seg sum Húskallar við bara
at geva eina útgávu út og
spæla nakrar fáar konsertir.
Húskallar við kjarnuni úr
Leirvík góvu í 1991 eitt
kassettubond út, teir spældu
nakrar fáar sangir, og tað
var tað.
Men tað, sum kundi verið
leyst og liðugt – gloymt
eftir einari lítlari løtu –
gjørdist til eina legendariska
útgávu í føroyskum tónleiki.
Sangirnir
kundi
eingin
jarða, hóast bólkurin ongan
tíð fekk veruliga luft undir
veingirnar sum konsertbólk
ur, og hesi mongu árini, síð
ani útgávuna hjá Húskallum,
hava sangir sum Bóndin
Hungrar
(Knarvakotið),
Ria, Hans Ansgar og Aftur
Nú verið tráspældir í før
oyskum útvarpi.
Og nú skal tað so verða
– tað stóra comebackið.
Húskallar hava funnið sam
an aftur, teir eru farnir í
venjingarhølini, og á Summ
ar Festivalinum royna teir
enn einaferð at gera come
back. Húskallar stóðu á
skránni fyri festivalin í fjør,
men teirra framførsla varð
avlýst.
Hóskvøldið 7.august fara
Húskallar at syrgja fyri árs
ins føroysku kultframførslu á
Summarfestivalinum 2007.
Húskallar –
nú skal
tað verða
Teirra stóra come-back varð seinkað í eitt ár. Men hóskvøldið
fara Húskallar á pall á SummarFestivalinum í Klaksvík