fríggjadagur 11. juli 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 11. juli 2008
29
lýsingar
LØNARDEILDIN Í FÍGGJARMÁLARÁÐNUM
Lønardeildin hevur um hendi almennar lønir og setanartreytir. Høvuðsuppgávurnar eru at samráðast við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum.
Vit umsita tænastumannalóggávuna, flokka størv og góðkenna individuellar treytir. Vit ráðgeva ráðunum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum. Lønardeildin heldur til í
Figgjarmálaráðnum saman við øðrum stovnum. Her eru góðar arbeiðsumstøður og kantinuviðurskifti. Lønardeildin hevur eina flekstíðarskipan. Sí annars www.lnd.fo
NÝTT
STARV?
HYGG
HER!
Tú er fyrikomandi og dugir væl at samstarva, samskifta og at arbeiða sjálvstøðugt.
Tú hevur royndir og áhuga fyri lønarmálum og samráðingum.
Tú hevur góðan málkunnleika, telduførleika og eina útbúgving sum hóskar.
Ávís útbúgving er ikki eitt krav og starvið verður skipað eftir áhuga og førleika.
Tú er tann vit leita eftir. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur stórar avbjóðingar
fyri framman, og vit hava brúk fyri tær at byrja 15. august 2008, ella eftir nærri avtalu.
Tú skal arbeiða sum málsviðgeri, svara fyrispurningum, fyrireika og luttaka á fundum,
skriva fundarfrásagnir og luttaka í sáttmálasamráðingum. Starvið verður lønt sambart
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Arbeiðstíðin er 39 tímar um
vikuna. Starvið er sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Lønin verður sett alt eftir útbúgving, royndum og førleika.
Skriva ella ring til Lønardeildina á tlf 352200 ella send teldupost til lnd@lnd.fo. Umsókn
við prógvum og møguliga viðmælum skulu vera okkum í hendi innan 15. juli kl. 15.00 til:
Fíggjarmálaráðið, Lønardeildin
Postbox 2039
165 Argir
STEPHANSSONS HÚS