Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 132 - 11. juli 2008 Stutt Sagt Nóg mikið tosað Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, ávaraði í gjár ES- tingið ímóti at brúka óneyðuga tíð til at viðgera Lissabon-sáttmálan. Franski forsetin segði, at væl hava írar vrakað sátt- málan, men at tað eigur ikki at elva til eitt orða- skifti, ið mest av øllum er átøkt einari sokallaðari sápuoperu. Tann 1. juli tók Frakland við formanssæt- inum í ES, og franska stjórnin hevur sett sær fyri at loysa ósemjuna um Lissabon-sáttmálan, áðr- enn landið letur formans- sessin frá sær á nýggjárin- um. Sarkozy, forseti, hevur tó gjørt greitt, at einki land verður sett eftir ella uttan- fyri, men at øll tey 27 lima- londini skulu fylgjast sum ein eind. Arabar keypa í New York Nú eiga arabar eitt av teimum best kendu háhúsunum í New York. Eitt íløgufelag, sum tað almenna í Abu Dhabi eigur, hevur keypt Chrysl- er-bygningin. Sambært amerikonsku fjølmiðlun- um hava arabar keypt 75 prosent av bygninginum, og fyri tann partin hava teir goldið umleið fimm milliardir krónur. Chrysl- er-bygningurin er ikki tað einasta háhúsið í New York, sum er arabisk ogn. Frammanundan eiga ara- bar tann kenda General Motors-bygningin og Citigroup-bankan. Arabar eiga fleiri háhús í New York Mynd: AP SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Vit í ES mugu ansa eftir, at orðaskiftið um Lissabon-sáttmálan ikki endar sum ein sápuopera Nicolas Sarkozy, forseti útlond Ber tað til at geva nið­ urlendsku stjórnini og ST ábyrgdina av hóp­dráp­inum í Screb­ renica, tí niðurlendsku ST­hermenninir ikki royndu at forða fyri, at 8.000 menn og dreingir vórðu tiknir av døgum? Tann spurningin ætlaðu tey avvarandi hjá teimum, sum vórðu fyribeind í Screbre- nica, at leggja fyri niður- lendska dómsvaldið. Men tað ber ikki til, tí sambært einum niðurlendskum dóm- stóli kann málið ikki leggj- ast fyri rættin, tí ST kann ikki kærast í einum tílíkum máli. Sakførararnir hjá teimum avvarandi vilja ikki góðtaka niðurstøðuna hjá dómstólin- um, og teir hava boðað frá, at teir fara at leggja úrskurð- in fyri evropeiska mannaræ ttindaadómstólin. Hópdrápið í Screbrenica var tann 11. juli í 1995, og tað hendi, hóast býurin var mitt í einum øki, sum ST hevði lýst sum trygdarøki. Men teir niðurlendsku ST- hermenninir, sum høvdu støð í økinum, forðaðu ikki teimum serbisku hermonn- unum at savna 8.000 menn og dreingir í býnum og at beina fyri teimum. Umleið 6.000 avvarandi hava gjørt av at leggja sak ímóti niðurlendsku stjórnini og ST. Kring heimin eru tey best kend undir navninum Møðurnar úr Screbrenica. Høvdu ongan møguleika -Møðurnar úr Srebrenica eiga at fáa viðhald í, at nið- urlendska stjórnin og ST hava ábyrgdina av fólka- morðinum í Screbrenica. ST-hermenninir høvdu ógvuliga greiðar heimildir, men teir gjørdu einki fyri at forða serbisku hermonnun- um at útinna illgerðina. Tí er tað okkara hugsan, at báðir partar mugu ábyrgjast, sigur Semir Guzin, sum er sakførari hjá Møðrunum úr Screbrenica, við BBC. Jan Willem Honig, sum er professari í krígsførslu á verjuháskúlanum í Stock- holm, - hevur skrivað eina bók um sorgarleikin í Scre- brenica, og hann hevur alla tíðina sagt, at tað ber neyvan til at draga nakran fyri rætt- in í sambandi við tilburðin. Eftir hansara tykki høvdu teir niðurlendsku ST-her- menninir lítlar møguleikar at forða tí, sum hendi. - Tað var ein vónleys upp- gáva hjá teimum. Teir vóru ikki nóg væl útgjørdir, og serbiski herurin forðaði fyri, at teir fingu betri útgerð. Nógvir av teimum niðurlendsku hermonnun- um vóru komnir til Bosnia at hjálpa til við flutningi og høvdu tí avmarkaða venjing til bardaga. Harafturat vóru teir serbisku hermenninir munandi fleiri í tali og har- afturat nógv betur útgjørdir, sigur Jan Willem Honig við BBC. Samtykkir ST­trygd­ arráðið at seta tiltøk í verk ímóti Zimbabwe, fer tað at elva til borgarakríggj har ST verður eitt nýtt Somalia, um ST samtykkir at seta fleiri tilktøk í verk ímóti landinum fyri at revsa stýrið hjá Robert Mugabe, for- seta. Tað sigur ST-sendinevnd- in hjá Zimbabwe um tiltøk- ini, sum USA og Bretland hava mælt ST-trygdarráð- num til at seta í verk fyri at noyða stýrið hjá Robert Mugabe, forseta býta valdið við andstøðuna. Eftir uppskotinum hjá USA og Bretlandi skal ST samtykkja at seta fíggjarlig tiltøk ímóti fleiri týðandi einstaklingum í Zimbabwe, og harafturat skal allur vápnahandil við landið steðgast. Liberiski forsetin, Ellen Johnson-Sirleaf, hevur sagt, at hon tekur undir við upp- skotinum um tiltøk ímóti stýrinum í Zimbabwe. Tiltøk kunnu elva til borgarakríggj Møðurnar úr Screbrenica sleppa ikki at kæra ST og Niðurlond Umleið 8.000 muslimskir menn og dreingir vórðu skotnir í hópdrápinum í Screbrenica tann 11. juli í 1995 Mynd: Polfoto Nicolas Sarkozy, forseti Mynd: AFP