fríggjadagur 11. juli 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindi
Nr. 132 - 11. juli 2008
Maður:Glotti á G! mini
Teir eru kendir fyri at prika og arga, og hava langtsíðani vunnið
sær kultstatus. Nú geva teir nýggja fløgu út og spæla á G! Mini.
Talan er um útisetabólkin maður:glotti við teimum báðum Ova
ella Dennis Agerblad og Terji Messell. Nýggja útgávan, sum
eisini er tann triðja hjá teimum, er úti nú og hevur fingið heitið
”Land”. Á heimasíðuni hjá G! Mini stendur, at fyriskipararnir
eru glaðir fyri at kunna bjóða eina framførslu við maður:glotti
á Spæliplássinum vikuskiftið 18. og 19. juli, har teir framføra
løg av øllum trimum útgávunum hjá sær. Umframt hetta fer
Ova ella Dennis Agerblad at framføra elektro lebastift í Ground
Zero við hjálp frá Terja Messel.
Karius & Baktus seta hol á
Bara grundin ikki brennur niður einaferð enn, ávara tey á heimasíðuni
hjá festivalinum. Víðari stendur at lesa, at umframt at seta hol á festi
valin headlina teir eisini Ground Zero leygarkvøldið 19. juli við einum
maksimalum dance setti, ið borar seg fast, blæsur føtur uppfrá og heys
ar umkoll! Karius & Baktus eru barndómsvinir, sum hava gjørt elektr
oniskan tónleik og DJað saman síðani 2005. Teir hava spælt nógv á
best umtóktu barrunum í Reykjavík síðani, og hava arbeitt og framført
saman við nøkrum av fremstu DJunum í landinum har. Eisini hava teir
framført til beach parties í Miðamerika, á kokteyl barrum í Milan og í
klubbum í Boston. Teir skipa eisini sjálvir fyri undirgrund dance
tiltøkum og leita altíð eftir nýggjum, frískum tónum at borðreiða við.
Futt hevur avdúkað
fimm av nøvnunum,
sum fara at spæla
á endurnýggjaðu
ólavsøkukonsertini,
men nú er klárt at
avdúka øll nøvnini,
sum fara á pallarnar í
Tórsgøtu tann 25. juli
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Nýtt lív er blást í felagið
FUT, sum nú eitur Futt, og
ólavsøkukonsertin í ár er
tískil eisini hamskift. Kon
sertin verður í Tórsgøtu í
Havn á einum útipalli og á
Tjóðpallinum, og øll hava
sokallaðan VIP status, tí til
ber at ganga og hugna sær á
økinum og millum pallar
nar.
Futt hevur lagt seg eftir at
bjóða føroyskan tónleik og
at hava tónleik á høgum
støði. Futt hevur hesa vik
una latið nøkur nøvn likið
út, men nú er klárt at avdúka
nøvnini á øllum, sum fara á
pall. Tey sum fara á pall
eru hesi:
Hanus G Johansen við
bólki, Páll Finnur Páll,
Lena Anderssen, Sic, 200,
BET YOU ARE WILLIAM,
Synarchy, DJ Pete Switch,
Eager to Please, Katla,
Martin Joensen og Brandur
Enni.
Atgongumerki til kon
sertina fáast hjá Tutl á Káta
Horninum í Havn.
Ólavsøkukonsertin
avdúkar nú øll
nøvnini
Í morgun kom ein
yvirvaksin kalvi á
land við bryggjuna
í Vágsbotni. Hann
vigar stívliga 200
pund og er 2,05
metrar til longdar.
Fiskur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í morgun løgdu tveir mans,
Jóhan Macdonald og Sonni
Davidsen, at í Vágsbotni
við einum forvitnisligum
fongi. Teir hava seinastu
dagarnar verið við kalvalínu
í Skopunarflógvanum, og
teir lata væl at fiskiskapin
um. Hósdagin fingu teir
fýra kalvar, har tann stórsti
mundi viga umleið 170
pund. Tá settu teir 14 línur,
sum teir so hava drigið aftur
í morgun, og tað var á eini
av hesum línum at hesin
stóri kalvin beyt á.
Kalvin er 2,05 metrar til
longdar, vigar stívliga 200
pund, og teir vænta at hann
man verða um 20 ára gamal.
Kalvin fer á uppboðssøluna,
har hann verður seldur víð
ari, men tá vit spurdu um
prísin, lótu teir einki serliga
væl at. Teir vænta at prísurin
liggur um 40 til 45 krónur
fyri kiloið, og skuldi hesin
kalvin einsamallur sostatt
givið góðar 4000 til 4500
krónur í skjáttuna.
Báturin, ið teir hava verið
við, eitur Skottin, og er tað
Jóhan Macdonald, ið eigur
hann. Hann sigur, at teir
dríva ikki veruligan útróður,
men at hetta er meira ein
sportur hjá teimum.
Hetta er ikki nakað, sum
eg livi av at gera, men
heldur ein sportur. Vit seta
kalvalínu, og hana egna vit
sjálvandi við hond. Vit
brúka seið, og fiskiskapurin
hevur verið á einari leið
seinastu dagarnar, sigur
Jóhan Macdonald.
Fingu ovurstóran kalva
Á myndini síggj
ast f.v. Jóhan
Macdonald og
Sonni Davidsen,
og frammanfyri
teir liggur tann
ovurstóri kalvin,
ið teir fingu
á kalvalínu
í Skopunar
flógvanum
Mynd: Jens
Kristian Vang
Sex and
the City
og 005
Bólkurin 005 spælir til
dans í Tvøroyrar Klubba
leygarkvøldið, tá skipsð
eisini verður fyri serlig
um kvøldið, tí Suðurbio
vísir filmin Sex and The
City.
005
er
vældámdur
bólkur, ið er samansettur
av royndum tónleikarum,
og bólkurin spælir bæði
tað nýggjasta nýggja, og
gott gamalt.
Hanus G Johansen