fríggjadagur 11. juli 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 132 - 11. juli 2008
tíðindi
Ein heil armada,
Norðlýsið, Enniway
og Brandan, fer
til avdúking av
standmynd av Trónda
í Gøtu leygardagin.
Farið verður frá
Skeivapakkhúsi kl. 9
Tróndardagar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Seinnapartin
leygardagin
verða Tróndardagarnir settir í
Gøtu við eitt nú avdúking av
standmynd av tjóðarhetju
okkara, Trónda í Gøtu. Sum
nakað heilt fyri seg og sum
eina eyka uppliving fara tey,
sum reka Norðlýsið, Enniway
og Brandan útferð til Gøtu.
Tú sleppur at uppliva sjógvin
fyri og eftir avdúkingina.
Birgir Enni, eigari og skip
ari og eisini kosin ársins
føroyingur í fjør hevur tikið
stig til hesa forkunnugu Gøtu
tróndaferð sigur við Portalin,
at farið verður frá Skeiva
pakkhúsi
leygarmorgun
klokkan 9. Siglt verður inn á
Gøtu við fólkunum, sum tá
kunnu vera við til fyrstu
spennandi
tímarnar
av
Tróndardøgunum, har ser
stakliga til avdúking av stand
mynd. Høvi verður eisini at
hoyra bisp og løgmann røða
umframt mangt annað er á
skránni.
Okkurt verður so til
matna umborð á heimferð
ini. Bátarnir eru aftur í
Havn um klokkan 18. Fólk,
sum vilja fara sjóvegis til
aldarinnar tiltak í Gøtu leyg
ardagin, kunnu ringja til
Birgir Enni á 218520. Pláss
eer fyri umleið 75 fólkum
umborð á teimum trimum
førunum.
Brandansútferð til Gøtutróndaavdúking
Katrin Olsen og
Juliane Elander
Rasmussen hava
fingið nýggjan bát
at rógva í á Olymp
isku Leikunum í
Beijing. Báturin og
rógvararnir hava Eik
Banka sum sponsor,
og báturin eitur
Alexandra. Eingin
minni enn Alexandra,
greivinna av Frederiks
borg, hevur doypt
bátin
OL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at rógvikappingar upp
undir Olympisku Leikirnar
eru fingnar frá hondini, er
nú endaliga staðfest, at Katr
in Olsen og Juliane Elander
Rasmussen eru kvinnurnar,
ið skulu umboða Danmark
og kapprógva í sonevnda
lættvekts dupult scullara
sínum í Bejing.
Hetta er greitt, nú nevndin
í Danmarks IdrætsForbund
hevur tikið formliga avgerð
ina og útnevnt teir báðar
rógvararnar.
Til OL í nýggjum báti
Olympisku Leikirnir verða
sett í kinverska høvuðsstað
num tann 8. august, og tá
Katrin Olsen og Juliane
Elander Rasmussen setast
við árarnar í Beijing, er tað
í einum nýggjum lættvekts
dupult scullara.
Tær báðar tóku bátin í
nýtslu nakað herfyri, men
frammanundan skuldi bát
urin hava navn og doypast.
Hetta fór fram við eitt
hátíðarhald í Danmark, og
tað var ikki hvør sum helst,
ið stóð gumma at bátinum.
Tá dópurin skuldi byrjað,
trein ongin annar enn Alex
andra, greivinna av Freder
iksborg, fram á pallin. Tá
stundin kom, tók hon – sum
myndin eisini vísir – silvur
steyp í hond og lat sjamp
anjuna renna, meðan hon
bar fram nøkur góðynski.
Ikki heilt óvæntað fekk
OLbáturin navnið Alex
andra.
»Føroyskur« bátur
Hóast lættvekts dupult scull
arin á ongan hátt er ein
føroyskur kappróðrarbátur,
kann á ein hátt sigast, at
OLbáturin hjá Katrini og
Julianu er føroyskur.
Hetta kemst av, at Føroya
størsti banki, Eik Banki,
stendur sum høvuðsspon
sorur hjá bátinum og hjá
teimum
báðum
rógvar
unum.
Á myndini sæst eisini, at
navnið “Alexandra” er stav
að við Eikskriftini, ið bank
in brúkar í sínum samskifti
á marknaðinum.
Greivinnan doypti føroyskan OL-bát
Stór bros meðan greivinnan av Frederiksborg doypir føroyska OL-bátin “Alexandra”. Bæði báturin og rógvararnir hava føroyskan høvuðssponsur, nevniliga Eik
Banka. Frá vinstru: Katrin Olsen, Juliane Elander Rasmussen og Alexandre, greivinna
Enniflotin -
Brandan, Norðlýsið
og Enniway – fer
til Tróndardagar
leygardagin