fríggjadagur 11. juli 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 132 - 11. juli 2008
skuldi súkklað úr Funningi
og niðan á skarðið.
Hóast Martin nærkaðist
hægsta staðnum á hesi leið
ini, og nú hevði undanbrekka
allan vegin oman til Funn
ings, var hetta ikki síðsta
brekkan hann skuldi sigra á
seinnapartin í gjár.
Ætlanin var at koma á
Hellurnar einar tríggjar tím
ar seinni, haðani konan er
ættað og frammanundan far
in við fleiri børnum í eini
hús, ið hon hevði arvað.
Hon er farin hagar at
fyrireika ein føðingardag
hjá ommusoninum, sum
verður í morgin (tað er:
fríggjadag).
Men eg skuldi helst ver
ið komin uppá pláss áðrenn
tað!, sigur Martin við
einum brosi.
Hiðani av Eiðisskarði til
Hellurnar væntaði hann at
brúka einar tríggjar tímar,
soleiðis at hann var frammi
hjá konu og abbabørnum
sínum um seks tíðina um
kvøldið.
Óvist er, um hann hevur
lagt ferðina so nágreiniliga
til rættis. Í øllum er tað ein
sannroynd, at klokkuni vant
aði ikki nógvar minuttir í
seks, tá Martin við brosi á
kinn kom súkklandi eftir
vegnum á Hellunum!
Kanska ein túr aftrat
Martin hevur altíð dámað
væl at taka súkkluna, tá
smærri ørindi skuldu gerast
í Havn. Hann hevur kortini
eisini verið longri súkklu
túrar í Skotlandi, ikki færri
enn tvær ferðir, við dóttrini
og einum abbasoni í 1989
og aftur í 1992.
Men at fara á eina slíka
ferð úr Havnini til Hellurnar
í einum og sama degi, tað
krevur bæði áræði, hug,
kondisjón og rættiliga gott
tol.
Tú veit, hvussu tað er:
Man hevur slíkar útfordring
ar í høvdinum viðhvørt.
Eg havi fyrireikað hetta
í eina tíð, og nú eri eg kom
in í helvt. So hetta man fara
at ganga tað seinasta strekk
ið, sigur hann bjartskygdur
og als ikki so pøstur, sum
onkur kundi hildið.
Summi vildu helst mett,
at ein maður í so høgum ald
ri fór at gera henda eina túr
in, og síðani seta súkkluna í
skúrin for good.
Men tað er kortini ikki
vist, at Martin fer at gera
tað.
Nú taki eg henda túrin
fyrst. Og so kann altíð hen
da, at eg geri ein túr aftrat
onkutíð seinni.
Tá talan er um onnur stór brøgd, sum
menniskju hava framt gjøgnum
tíðirnar, er hetta eitt úrslit av
planlegging í nógv ár fyri at røkka
máli sínum.
Tá talan er um hesa ferðina hjá
Martini hevur planleggingin ikki vart í
so langa tíð – og súkklan heldur ikki
júst ein slík, sum teir røttu Tour
menninir brúka.
Nei, í so máta havi eg ikki fyrireikað
meg serliga væl. Hygg bara eftir
súkkluni. Hon er gomul og hon er
eisini tung at súkkla við.
Tað er eisini neyðugt við góðum kosti
til eina slíkan túr. Í einum posa á
viðførisberaranum var ein posi festur,
og her hevði hann lagt bæði bananir,
súrepli og okkurt annað gott.
Vatn havi eg ikki tikið við. Tað eru
áir allastaðni fram við vegnum, so tað
fái eg haðani, sigur Martin.
Tá ein leggur út á slíka ferð er
sjálvandi umráðandi at ein mentalt er
fyrireikaður uppá allar tær
avbjóðingar og forðingar, sum kunnu
møta einum á ferðini.
Ein tann størsta avbjóðingini hjá
Martini mundi vera, um orkan
framvegis var nóg stór til at hann
kundi megna at fullføra ferðina.
Hetta hevur verið ein strævin túrur,
men kortini ikki strævnari enn eg
hevði væntað, sigur ídni súkklarin.
Vatn og banan
”
Væl hevur súkklan fimm gear, men
ólukkutíð fyri Martin so riggaði bert eitt
teirra
Súkklan er bæði tung og hevur sæð sínar bestu dagar. Hetta forðaði kortini ikki Martini Joensen
at leggja til brots. – Dótturin átti hana, men eg haldi at hon var ov tung til hana, sigur hann,
meðan hann rindar sær møðina eina løtu
Tað er gott at hava eina
súkklu við fimm gearum, tá
ein skal niðan í fjøllini. Men
hjá Martini Joensen var
øðrvísi – her riggað bert tað
eina!
90 kilometrar
Teir 90 kilometrarnir hjá Martini úr vesturbýnum í Havn,
eftir Oyggjarvegnum til Eiðis, Funning og til Hellurnar bý
ta seg soleiðis, eftir upplýsingum frá Landsverki:
Havn (Oyggjarvegurin) – Kollafjørður við Sjógv = 26 km
Kollafjørður – vegamótið Eiði
= 30 km
Eiði – Funning
= 13 km
Funning – Funningsfjørður
= 7 km
Funningsfjørður – Hellur
= 14 km
Í alt
= 90 km
FAKTA
”
Eg haldi ikki,
at tað er serliga
stuttligt at koyra
gjøgnum ein
langan tunnil. Tá
er munur á at fara
niðan í fjøllini
uppgearaðum súkklara