fríggjadagur 11. juli 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 • 11. juli 2008
Vikuskifti
20
Í stuttum
Kylie fekk konga
ligt heiðurstekin
39 ára gamla avstalski sangfuglurin Kylie
Minogue var sera rørd, tá hon í farnu viku
fekk handað sítt OBE (Order of the British
Empire). Tá Kylie fekk boðini, segði hon,
at hon var djúpt rørd av at verða heiðrað
av landinum, hon altíð hevur sæð sum sítt
’ættleiðingar-land’. Samstundis nýtti hon
eisini høvið at takka bretsku fjepparunum
fyri stuðulin, meðan hon hevði bróstkrabba
– ið hon til alla lukku er grødd frá nú. Í dag
eru skjótt 20 ár síðani, at Kylie fekk sína
fyrstu stakfløgu á eitt fyrstapláss á bretska
hitlistanum.
Lindsay fingið
unnustu
Tað hevur mangan verið róð fram undir, at
sjónleikarin Lindsay Lohan skuldi verða
meira enn væl við plátuvendaran Samantha
Ronson. Higartil hevur Lohan ikki vilja
sagt nakað um sambandið við Samanthu,
men tað skal hon sambært The Mirror nú
hava viðgingið. Hon hevur viðurkent, at
hon brúkar tíð saman við einum, sum hon
elskar, og hon skal hava lagt eina mynd av
teimum báðum á sín myspace-profil.
25 ára gamla songkvinnan Cheryl Cole úr bólkinum Girls
Aloud er ein av dómarunum til ensku X-Factor kappingina
,og hon var úti fyri eini keðiligari hending nú um dagarnar.
Ein maður leyp á hana, tá hon skrivaði autografar til
fjepparar, og so mátti eitt hjálparfólk – sum um ein vissur
var í hølunum á teimum – leggja uppí. Framleiðararnir av
X-Factor sendingini hava skerpa trygdina eftir hendingina.
Leyp á X-Factor
dómara
Tað gekk ikki heilt eftir vild,
tá amerikansku Ashley og
Vicky Thorpe skuldu giftast. 3
ára gamli sonurin hjá teimum
hermdi eftir prestinum, tá hann
segði navnið á pápa sínum, og
presturin var so fortørnaður um
hetta, at hann bæð onkran bera
smádreingin út um, ella helt
vígslan ikki fram. Langomma
dreingir vildi ikki hoyra talan um,
at drongurin skuldi út, og vildi
presturin hava hana út eisini.
Nú hevur brúðarparið klagað
til kirkjuráðið um atburðin hjá
presti.
Tveitti 3-ára gamlan
úr brúðarvígslu
Vinir
nærkast
aftur
Fjepparar um allan heimin hava,
síðani røðin Vinir endaði í 2004,
vónað, at teir seks vinirnir verða
sameindir aftur. Og sambært
Daily Mail er nú orsøk til at
halda, at eitt Friends-comeback
er á veg. Jennifer, Courtney og
restin av bólkinum eru klár at
fáa leiklutirnar til lívs aftur undir
røttum umstøðum, sigur ein kelda
við blaðið. Tað er góða móttøkan,
ið ’Sex and the City’-filmurin
fekk, ið ger hetta møguligt. Ein
Friends-filmur hevði kunnað
blivið líka væl umtikin, um hann
verður gjørdur rætt. Higartil
hevur Jennifer Aniston verið
størsti trupulleikin, tí hon ikki
hevur viljað farið aftur í leiklutin
sum Rachel aftur. Men sambært
keldunum, er hetta ongin
trupulleiki longur.
★ ★ ★
★ ★ ★
❤
❤
❤
❤
❤
❤
❤
❤