Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 132 - 11. juli 2008 Meðan tær stóru súkklustjørnurnar kappast í Tour de France, hevur tann skjótt 81 ára gamli havnarmaðurin Martin Joensen framt eitt annað bragd: Í gjár súkklaði hann allan vegin úr Havn til Hellurnar í einum. – Eg takki bara Gudi fyri góðu heilsuna, sigur hann ManndóMsbragd Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Havn/Hellur: 90 kilometrar! Tað er teinurin sum Mar­ tin Joensen hevði sett sær fy­ri at súkkla í summar á »Sup­er Cy­cle« síni. Í gjár var løtan komin til at fremja hetta stóra súkklu­ bragd­ið: Áðrenn nakar varn­ aðist tað og um sama mund­­ ið, sum fólk møttu til arbeið­ is í høvuðsstaðnum, hevði hann lagt Oy­ggjarvegin aft­ ur um bak, og var hann far­ in at nærkast Kollfjarðard­a­ li. Hetta gav honum mót at hald­a fram í góðveðrinum. Tað var ikki ov heitt og ikki ov kalt, og tað lítla lotið sum var, forðaði ikki hesum raska manni í at fara norður gjøgnum Sund­alagið og teir 40 kilometrarnar niðan á Eiðisskarð. Tað eru uttan iva tey­, sum hava súkklað hend­a teinin áður, men fy­ri Martin er het­ ta bert end­in á eini ætlan, hann hevur havt í eina tíð. ­ Eg vil ikki nakað serligt við hesum sum so. Eg ætlaði ikki at y­virvinna nak­ að, men bara súkkla mær hend­a túrin. ­ Kanska eg geri ein long­ ri túr einaferð seinni, sigur hann, tá Sosialurin kom fram á hann á vegnum mill­ um Eiði og Funning. Skal hann gera tað, er helst ney­ðugt at fáa gearini í lagi: Væl hevur súkklan fimm gear, men ólukkutíð fy­ri Martin, so riggaði bert eitt teirra. Tað ger ikki bragd­ hans­ ara minni! Munur á fjøllunum Tað er ikki júst tí, at hann hevur ætlað sær at fremja nakað bragd­. Men í eina tíð hevur Martin gingið og fy­ri­ reikað seg mentalt up­p­á ein súkklutúr av slíkari longd­. Hann hevði kannað veður­ líkind­ini til hósd­agin, og tá tey­ vóru eftir vild­, var bara eitt at gera: At fáa sær eina góða hvíld­ frammanund­an, og so fara árla á føtur. Sum sagt so gjørt. Tey­ sum á Grønland­sveg­ num vóru farin eins tíðliga á føtur og Martin, sóu helst hend­a mannin setast við súkkluna og síðani leggja leiðina avstað. Ikki er vist, at tey­ grunaðu hvørja ætlan, ið hesin 80 ára gamli mað­ urin hevði. ­ Eg fór frá húsum klokk­ an seks og legði síðani leið­ ina eftir Oy­ggjarvegnum. Og tá klokkan var farin at nærkast hálvgum níggju var eg í Kollafirði. ­ Eg hald­i ikki, at tað er serliga stuttligt at koy­ra gjøgnum ein langan tunnil. Tá er munur á at fara niðan í fjøllini eina slíka morgun­ stund­, greiðir Martin frá. Ferðin hevði higartil ging­ ið sera væl, og tá klokkan var farin at nærkast hálvgum trý, var ikki langt niðan til Eiðisskarð og hægsta fjall okkara, Slættaratind­. Hann var tá stad­d­ur beint omanfy­­ ri Eiðisvatn. Hetta er ein rættiliga d­rúgvur teinur við mótbrekku allan vegin. Tað forðaði kortini ikki Martini at setast við súkkluna og traðka niðan hesa brekkuna, eins og einhvør annar roy­nd­­ ur Tour d­e France­súkklari. ­ Nú komi eg skjótt niðan á, og so fer at rulla und­an, sigur hann. Heim til konuna Hóast hesin túrurin av Eiði og niðan á skarðið er d­rúgv­ ur, so hevði helst verið mun­ and­i strævnari, um hann ” Nú taki eg henda túrin fyrst. Og so kann altíð henda, at eg geri ein túr aftrat onkutíð seinni Tað er satt manndómsbragd sum tann 80 ára gamli Martin Joensen framdi í gjár. Hann vil neyvan skírast súkklu-risi, men tey eru helst fá ið gera honum hetta bragdið eftir Ein dagstourur hjá