Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 • 11. juli 2008 Vikuskifti 19 mítt land Føroyar Brá úr Føroya søgu frá 9. øld og til okkara dagar kundi felagsheitið verið fyri tær fimm sendingarnar í røðini “Føroyar mítt land” í vikuni, ið fór, har vit fyrst hoyrdu um fróðarmannin Andrias Weihe, um Portugalstrolararnar, sum komu til Føroya í 1959, um Skúvoyarsteinarnar, sum kanska eru eini 1200 ára gamlir, um ta søguligu altartalvuna í Oyndafjarðar kirkju og um tann illa gitna Stóradóm, sum kom í gildi í Føroyum miðskeiðis í 16. øld. Janus Mohr, Olaf Olsen, Símun W. Arge, Freydis Poulsen og Arne Thorsteinsson løgdu sendingarnar til rættis hesa vikuna, og høvi verður sum vanligt at endurhoyra tær sunnudagin. Rás2, sunnudagin 13. juli kl. 13.00 Føroyar mítt land í næstu viku: Mánadagin 14. juli: Turið Sigurðardóttir Týsdagin 15. juli: Janus Mohr Mikudagin 16. juli: Anja Andreasen Hósdagin 17. juli: Maria Jacobsen Fríggjadagin 18. juli: Eirikur Lindenskov Føroyar mítt land Fortune hevur gjøt upp, hvørjar heimsins størstu fyritøkur eru í løtuni. Í ovara enda á listanum, sum telir heilar 500 fyritøkur, eru serliga oljufeløg, bilaframleiðarar og handilsketur. Verður mált eftir umsetninginum er amerikanska ketan Walmart ovast við 378,8 milliardum dollarum. Beint í hølunum á teimum kemur Exxon Mobil við 372,8 milliardir dollarar, og víðari í røðini koma Shell, BP, Toyota og Chevron. Hóast Walmart hevur størsta umsetn­ ingin, so kemur tað neyvan óvart á, at oljufeløgini hava størri avlop. Til dømis er avlopið hjá Exxon fýra ferðir so stórt sum hjá Walmart. Fremsta danska fyritøkan á listanum er A.P. Møller. Oljufeløg í toppinum