Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 140 - 25. juli 2001 Nr. 140 - 25. juli 2001 11 Vísindasiðsemis- nevnd Føroya hevur givið loyvi til, at fleiri kanningar kunnu gerast av nýføðingum í Føroyum. Tað verður Statens Serum Institut, sum kemur at standa fyri arbeið- inum GRANSKING Heri á Rógvi Tá gransking skal gerast í Føroyum, ið viðvíkur mannalívfrøði, so er tað Vísindasiðseminevndin, sum skal geva loyvi. Hetta eru oftani verkætlanir, ið fólk ella stovnar venda sær til Vísindasiðseminevndina við. Í kunngerðini fyri nevndina stendur at lesa, at nevndin skal tryggja at royndarpersónurin verður vardur, og at møguleiki verður skaptur fyri nýggjari virðismiklari vitan. Nevnd- in kann velja at ganga um- sóknini á møti, men tað verða altíð settar treytir við, og soleiðis er eisini hesu- ferð. Vísindasiðseminevndin hevur givið Henrik Simon- sen, deildarlækna á Statens Serum Institut, loyvi til at fara í holt við eina kann- ingin, sum á føroyskum eitur »Víðkað kanning viðvíkjandi viðføddum evnisbroytingarsjúkum.« Á donskum eitur kanningin: »Udvidet screening for medfødte stofskiftesyg- domme«. Nøvnini í sær sjálvum siga kanska ikki so øgiliga nógv, men kann- ingarnar eru sum so ein útvíðkan av teimum kann- ingum, sum í løtuni verða gjørdar av nýføðingum í Føroyum. Í løtuni verða blóðroyndir tiknar frá hæl- inum 3. dagin á nýføðing- um. Hesar royndir verða nýttar til at kanna fyri tríggjar sjúkur, sum eru Phenyl Keton Uri, viðføtt niðursett stoffskifti og við- fødda toxoplasmosu. Nýggju kanningar fara at merkja, at blóðroyndirnar verða nýttar til at kanna 20 aðrar sjúkur. Tað er eisini Statens Serum Institut, sum stendur fyri tí kanningar- arbeiði, ið verður gjørt í løtuni. - Kanningin verður gjørd fyri at fáa greiði um kann- ingar viðvíkjandi viðfødd- um evnisbroytingum hjá nýføðingum, eiga at verða víðkaðar, sigur Vísindasið- seminevndin. Harðar treytir Tað verður ein danskur stovnur, sum kemur at standa á odda fyri kann- ingunum. Tað er Statens Serum Institut, ið fer at standa fyri kanningunum. Tað er at skilja soleiðis, at Statens Serum Institut hevur vent sær til Vísinda- siðseminevndina. Tað verður Henrik Simonsen, deildarlækni á Statens Serum Institut, ið kemur at standa á odda fyri verkætlanini. Verkætlanin fer at væntandi at spenna seg yvir eitt ár og byrjað verður 1. august. Slíkar kanningar verða eisini gjørdar í Danmark. Henrik Simonsen og hansara fólk sleppa heldur ikki at spæla sær, sum tey vilja. Vísindasiðsemi- nevndin ásetur nakrar treyt- ir, um teir skulu geva loyvi. - Vit hava ásett nakrar greiðar treytir viðvíkjandi kanningunum. Ein av hes- um treytunum er, at ein føroyskur lækni skal vera við, sigur Høgni Djurhuus, formaður í Vísindasiðsemi- nevndini. Tað verður Odmar Færø, yvirlækni, sum kemur at vera á- byrgdarlækni í Føroyum. Høgni Djurhuus sigur, at føroyingar nýtast ikki at vera bangnir fyri, at allar blóðroyndirnar gerast part- ur av donskum goymslum, tí í loyvinum hevur sið- seminevndin tryggja sær, at royndirnar verða goymdar í Føroyum ella verða burtur- beindar, tá kanningin er liðug. Enn eru tó ongar um- støður til at goyma tílíkt í Føroyum. -Mammurnar hjá nýføð- ingunum hava fullan rætt til at noka, at børn teirra verð- ur við í kanningunum. Samstundis ber til at taka seg burturúr kanningini til eina og hvørja tíð og uttan nakra grundgeving, sigur Høgni Djurhuus. Neyðugt við slíkum kanningum Kanningar innanfyri mannagransking hava sein- astu tíðina hava javnan verið at hoyrt um. Hetta evnið hevur veruliga fingið bein at ganga á í Føroyum. Mitt í rokanum er Vísinda- siðseminevnd Føroya. Nevndin hevur myndug- leika til at geva loyvi til verkætlarnir, men er ikki eitt »Etisk Råd«, sum vit kenna úr eitt nú Danmark. Fleiri føroyingar hava verið bangnir fyri, at eitt møguligt ríkidømi, innan gransking í føroyskum blóði og genum, fer av hondunum hjá føroyingum. Blóð frá føroyskum ný- føðingum hevur í nógv ár verið goymt í Danmark, og føroyskar eins og danskar mammur hava ikki verið spurdar, um blóðið kann goymast. Hetta seinasta ár- ið hevur verið møguligt hjá nýklaktum mammum at seta ein eyka kross, um tær vilja, at blóðið skal goym- ast. -Eg meti tað vera neyð- ugt, at vit í Føroyum eru við í tílíkum arbeiði . Hetta kann siga okkum, um tað lønir seg at kanna hesar sjúkurnar víðari, sigur Høgni Djurhuus. Í royndartíðini verður tað Statens Serum Institut, sum kemur at bera allan kostn- aðin av hesari verkætlan. Tað kann í hesum sambandi skoytast uppí, at kostn- aðurin á teimum blóð- royndum, sum verða gjørd- ar nú, er einar 100.000 kr. um árið. Fara at gera fleiri kanningar av føroyskum nýføðingum Høgni Djurhuus er formaður fyri Vísindasiðseminevndina. Hann heldur tað vera gott, at fleiri royndir verða gjørdar av blóðnum hjá føroyskum nýføðingum. C M Y K 11 10