mikudagur 25. juli 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 25. juli 2001
13
Nr. 140 • mikudagur • 25. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Sterku menninir fara
at kappast í sjey
ymiskum greinum, tá
Atlantic Giant verður
í Havn á ólavsøku
STERKIR MENN
Eyðun Klakstein
Nú er greitt, hvørjar kapp-
ingarnar verða í Atlantic
Giant
styrkikappingini,
sum verður hildin á ólav-
søku.
Í »Log lift« skal ein
træbulur, ið vigar 115 kilo,
lyftast so ofta upp um høvd
sum gjørligt í 75 sekund.
»Deadlyft« er ein avbjóð-
ing, har ein stong skal
lyftast frá jørðini og upp.
Byrjað verður við 300 kilo,
og síðani verða 20 kilo løgd
afturat so hvørt. Luttak-
ararnir hava fýra royndir í
part.
Kappingin »Stones« snýr
seg um at lyfta 5 rundar
steinar. Steinarnir viga 140,
150, 170 og 180 kilo, og
teir skulu lyftast upp á ein
platt innan 75 sekund.
»Millwalk« er at ganga
runt við eini stong, har eini
400 kilo hanga uppi í.
Í »Wheel wip« skulu teir
sterku
menninir
koppa
einum dekki, ið vigar 300
kilo, átta ferðir runt so
skjótt sum gjørligt. Her
kappast tveir samstundis.
Í »Deadlift hold« skulu
tedir lyfta 500 kilo, og
síðani halda teimum so
leingi sum gjørligt.
Seinasta kappingin kall-
ast »Carry and Drag«,og
her skulu tríggir kaggar
setast í eina sleðu, sum
síðani skal sleipast 25
metrar. Her kappast tveir
samstundis.
Altjóða góðkend
Tað verða átta sterkir menn,
sum fara at kappast í
Atlantic Giant. Regin Vág-
adal vann kappingina í fjør,
og hesaferð fær hann kapp-
ing frá Janne Virtanen, sum
er heimsins sterkasti mað-
ur, Hugo Girard, René
Minkwitz, Jaroslaw Dy-
mek, Zydrunas Savickas,
Laszlo Fekete og Jón
Valgeir
Williams,
sum
kemur í staðin fyri ís-
lendska landsmann sín,
Tórfi Ólafson, sum er
skaddur.
Dómarar
eru
Jamie
Reeves úr Bretlandi og
Ilkka Kinnunen úr Fin-
landi. Teir umboða eisini
IFSA, sum er altjóða sam-
bandið hjá sterkum monn-
um.
Kappigin á ólavsøku er
altjóða góðkend av IFSA,
og er eisini ein IFSA Grand
Prix kapping.
Kappingin verður á ovara
vølli í Gundadali 28 juli kl.
19.15. Tvær tær fyrstu
kappingarnar verða tó á
økinum, har standmyndin
av Nólsoyar Páll stendur,
og tær verða 28. juli kl.
12.00.
Atongumerki
fáast
í
forsølu á Kunningarstovuni
í Havn, og selt verður
eisini, tá kappingin byrjar.
Tvær nýggjar royndir
í Atlantic Giant
Regin Vágadal skal á ólavsøku verja heiti sítt sum Atlantsrisi. Hann fær kapping frá nøkrum av heimsins sterkastu monnum
Stríð
kring
Føroyar
s. 14-15
Maðurin, sum ikki
hevði tapt eitt talv í
eitt ár, tapti heili fýra
talv í kappingini
Dortmund 2001
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Í krútsterku stórmeistara-
kappingini í Dortmund
vórðu tvær sera óvæntaðar
hendingar.
Fyri at hyggja fyrst á tí
positivu hendingina, so
megnaði lægstrataði Vese-
lin Topalov at deila fyrsta
pláss við Vladimir Kram-
nik.
Topalov steig av álvara
inn á talvpallin miðskeiðis í
nítiárinum, tá hann eitt nú
vann á Kasparov, og varð
eitt skifti fjórðsterkasti
telvari í heiminum. Síðani
hevur bert at kalla gingið
niðureftir, men nú er helst
vend aftur komin í.
Ringt er at trúgva tí, men
triðfremsti telvarin í heim-
inum, indarin Viswanthan
Anand, endaði aftastur við
bert seks javnleikum og
heili fýra tapum. Hann
hevði undan hesa kapping
ikki tapt eitt talv í eitt ár.
Orsøkirnar til hví tað
endaði so galið hjá Anand
eru helst fleiri, men tað
kendist sum hansara telving
manglaði skipan og vilja.
Kramnik stílar eftir
oddaplássinum
Beint framanfyri Anand og
á fimta plássi kom Michael
Adams, sum eisini hevði
eina óskiljandi ringa kapp-
ing. Alexander Morozevich
hevði eina óstøðuga kapp-
ing, har hann tó bardi seg
fram til eitt hampiligt
fjórða pláss. Tann ungi
Peter Leko vann sítt fyrsta
talv og leikti síðani níggju
javnleikir á rað og harvið
eitt trygt triðja pláss til
hansara.
Kappingin um fyrsta
pláss gjørdist sera hørð.
Kramnik lá leingi hálvt stig
ovari enn Toplalov, men
ímóti endanum tók Topalov
seg framum og líkt var til,
at hann kundi halda hesa
støðu. Í næstseinasta talvin-
um hálaði Kramnik tó seg
ájavnt við Topalov, og
soleiðis varð eisini endaliga
støðan.
Kramnik hevði enn eina
støðuga og góða kapping
uttan tap. Hann lat eftir
lokna kapping heilsa og
siga, at hann nú av álvara
stevnir
ímóti
fyrsta
plássinum í heiminum, tá
rating viðvíkur. Og hetta
pláss
eigur
Kasparov
sjálvandi (Kasparov: 2838 -
Kramnik: 2802).
Beint sum henda kapping
varð lokin, byrjaði onnur
sterk kapping í Biel. Eitt nú
megnaði 70 ára gamli
aldursforsetin
Victor
Korchnoi í fyrsta umfari at
vinna á Boris Gelfand við
svarta fólkinum.
Endaliga støðan:
Kramnik 6,5/10
Topalov 6,5
Leko 5,5
Morozevich 5
Adams 3,5
Anand 3
Nú bert fýra umfør
resta í í stóru opnu
kappingini, Politiken
Cup, í Keypmanna-
havn, er líkt til at
John Arni Nilssen fer
at blanda seg í ovar-
liga í ovaru hálvu
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
160 luttakararar royna seg í
hesum døgum í tiltiknu
kappingini, Politiken Cup.
Millum telvararnar eru
níggju stórmeistarar og
fleiri altjóða meistarar.
John Arni Nilssen hevur
ognað sær fimm stig av
sjey møguligum, og fær
hann kendan danskan telv-
ara ímóti sær í áttanda
umfari, nevnliga Bo Jacob-
sen, sum tó hevur verri
ratingtal enn John Arni.
Skopuningurin
hevur
vunnið tey talv, har hann
hevur verið favorittur, og
hevur hann tapt tvey talv
ímóti tveimum stórmeistar-
um.
GM Nick de Firmian var
sera heppin at vinna talvið
teirra millum, tá John Arni
tíverri leikti avgerandi feil í
betri støðu og mátti eftir
hetta leggja árarnar inn.
Onnur standa seg væl
Ikki bert hevur John Arni
av føroyingum higartil havt
góð úrslit. Herluf Hansen
úr Havn hevur sanniliga
eisini telvað væl, við eitt nú
tveimum góðum javnleik-
um ímóti nógv sterkari
mótstøðu, har tann eini var
sera sterki IM Klaus Berg.
Í sjeynda umfari vann
hann eisini óvæntað á
sterkari mótstøðu, og hevur
Herluf fýra stig sum er eitt
flott úrslit.
Kollfirðingur
Hans
Kristian Simonsen hevur
eisini leikt væl, og hevur
somuleiðis fýra stig sum er
yvir tað væntaða.
Miriam Olsen hevur trý
stig og er tað á góðari leið.
Á odda liggur russin GM
Alexander Rustemov við
6,5 stigum, meðan danin
GM Peter Heine Nielsen á
øðrum plássi hevur seks
stig.
Nevnast kann at Atlantic
Airways stuðlar kappingini,
og skulu teir hava takk og
virðing fyri at vísa talvi
áhuga. Fylgjast kann við
kappingina á
www.kbhsu.dk
Talvið hesa vikuna
Herluf Hansen (2044) — John Rendboe DK (2243)
Politiken Cup Copenhagen (7), 22.07.2001
1.d4 Nf6 2.c4 e6 3.g3 d5 4.Nf3 Bb4+ 5.Bd2 Bxd2+
6.Nbxd2 0-0 7.Bg2 b6 8.0-0 Bb7 9.Rc1 Nbd7 10.c5
Herluf roynir at steingja svarta bispin inni 10...bxc5
11.dxc5 c6 12.Qa4 a5 13.Nd4 Qc7 14.Rfd1 Rfc8
15.f4 Ba6 16.e4 Rab8 17.Qc2 Rb4 Svartur kann ikki
klaga um støðuna, men enn er spenningur í støðuni
18.Qc3 dxe4 19.Bxe4 Nxe4? [19...e5 20.fxe5 Nxe5
hevði verið betri hjá svørtum] 20.Nxe4 Rc4 21.Qe3
Rd8 22.b3 Rxc1 23.Rxc1 e5 24.Nf5 exf4 25.gxf4
Nf8 26.Qg3 Ne6 27.Ned6 Kh8 28.Kf2 f6? 29.Re1?!
[29.Qe3! er helst betur.] 29...Nxc5 30.Re7 Qxe7
svartur roynir hetta frúgvaoffur sum tó ikki bjargar
støðuni 31.Nxe7 Rxd6 32.Qe3! Rd2+ 33.Kg1
[33.Qxd2 Ne4+] 33...Rd1+ 34.Kg2 Bf1+ 35.Kf2
Nd3+ 36.Kg3 h5 37.Qb6! h4+ 38.Kxh4
Og svartur tapti uppá tíð í taptari støðu. 1-0
Føroyskt umboð í toppinum
John Arni Nilssen ger vart við seg í Politiken Cup í hesum
døgum
Anand dumpaði
C
M
Y
K
13
12