Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 25. juli 2001 15 Rógvi Johansen er sera harmur um viðferðina hann, Jannik Petersen, Janus Jørgensen og Rene Jochumsen hava fingið frá Jens Glerup, samskipara í Statoil Kring Føroyar STATOIL KRING FØROYAR Heini í Skorini Rógvi Johansen, fremsti føroyski súkklarin, er sera harmur og ikki sørt ónøgdur um viðferðina hann og tríggir danir hava fingið í hesi kapping. Rógvi Johansen og áður- nevndu danir fóru úr kapp- ingini, við tað at Jens Glerup, samskipari, hótti við sjálvur at gevast, um teir hildu á at súkkla í Shell búnum. Rógvi sigur, at tað kundu teir ikki, tá teir allir hvør sær eru sponsoreraðir av Shell, og sostatt føldu teir seg noyddar at taka seg úr. Rógvi Johansen sigur, at sambært Jens Glerup var hetta einasta orsøkin, hann gav teimum. - Síðani fáa vit at vita frá fjølmiðlunum, at orsøkin var, at vit súkklaðu í liði. Hetta fingu vit aldrin at vita frá Jens, og hann segði eisini við okkum persón- liga, at hann á ongan hátt kundi vísa á, at vit súkkl- aðu í liði og harvið brutu reglurnar. Jens Glerup hevur sam- bært Rógva Johansen ikki sagt tað sama við teir sum við fjølmiðlarnir, og hann heldur hetta vera sera grovt av einum samskipara slík- ari kapping at loyva sær. - Vit hava ikki koyrt í liði, og hetta kann Jens Glerup heldur ikki prógva. Hann setti okkum í ta støðu, at vit máttu taka okkum úr, uttan at hava neyðugu grund- gevingarnar. Hann helt á at peika á Shell búnar okkara, og leyg hann sostatt fyri okkum. - Aðrir snýttu Rógvi Johansen vísir á, at við tað at teir súkklaðu í somu búnum og vóru allir súkklarar í A bólkinum, varð lagt eftir teimum. Hann sigur, at aðrir sanni- liga eisini súkklaðu í liðum. - Bogi Kristiansen og Anders Klinkby súkklaðu týðiliga fyri hvørjum øðrum. Bogi sendi fleiri ferðir Anders avstað meðan súkklað varð í Eysturoynni, og hetta ger Jens einki við. Rógvi sigur eisini, at í Klaksvík brutu bæði Bogi Kristiansen og Kenneth Gormsen reglurnar. - Reglurnar vóru, at tá vit vendu við eitt sving, skuldu vit halda okkum á uttara bana, fyri ikki at renna á menninar, sum komu ímóti okkum. Men fyri at spara sekund venda Bogi og Kenneth í innaru síðu, og teir brutu sostatt reglurnar. Rógvi sigur, at um onkur tá hevði komið mótsættu megin, hevði stórur skaði kunnað hent. Slapp ikki við sunnudagin Rógvi Johansen vísir eisini á, at hann ætlaði at luttaka í S t r e y m oy a r t e i n i n u m sunnudagin, men hetta gav Jens Glerup honum ikki loyvi til. - Jens segði við meg, at reint ítróttarliga kundi eg ikki vera við í seinastu etapuni. Hetta er reinur revolvarapolitikkur frá Jens Glerup. Viðferðin hevur verið einki minni enn grotesk, og eg skilji ikki hesa viðferð, endar ein vónbrotin Rógvi Johansen. Gunnar Dahl Olsen, formaður í Tórs- havnar Súkklufelag og bronsuvinnari í Statoil Kring Føroyar, sigur, at tað var týðiligt, at Rógvi Johansen saman við trimum dønum koyrdu í liðið. – Tað besta fyri kappingina var, at teir fóru úr, sigur Gunnar Dahl Olsen STATOIL KRING FØROYAR Heini í Skorini Eftir seinasta teinin á Streymoynni sunnudagin fingu vit orðið á Gunnar Dahl Olsen, sum umframt at gerast nr. 3 í samlaðu støðuni eisini er formaður í Tórshavnar Súkklufelag. Tað, sum í stóran mun hevur eyðkent hesa kapp- ing, er sum teimum flestu kunnugt gølan um Rógva Johansen og tríggjar danir við navni Jannik Petersen, Rene Jochumsen og Janus Jørgensen. Teir valdu at taka seg úr kappingini, við tað at teir vóru ákærdir fyri at hava koyrt sum lið, og er hetta ikki loyvt í Statoil Kring Føroyar. Sjálvir avsannaðu teir hetta m.a. í Degi í Viku fríggjakvøldið, men Gunn- ar Dahl Olsen sigur, at hetta høvdu teir uppiborið. - Hóast teir siga, at teir ikki hava koyrt sum lið fyri almenninginum, og at tað bert var sponsorurin á klæðunum, sum var trupul- leikin, er týðiligt, at teir vóru eitt lið, og at teir súkklaðu fyri hvønn annan. Gunnar sigur, at tá um- talaðu danir vóru langt fremstir í eysturoyartein- inum hósdagin, gjørdi Rógvi Johansen einki fyri at súkkla teir innaftur, men súkklaði avgjørt til fyri- muns fyri teir. - At Rógvi so endaði á einum sætta plássi, er eitt taktiskt mistak frá teirra síðu, sigur Gunnar Dahl Olsen. Skjóta spurv við kanón Gunnar harmast um, at reglurnar viðvíkjandi liðum ikki vórðu virdar, og hann sigur, at teir vistu allir fullkomliliga væl, hvat teir gjørdu, og at tað ikki var loyvt. Við at súkkla í liðið hevur tú so stóran fyrimun, at eingin av einstaklingun- um hevur nakran møgu- leika. - Hetta er sum at skjóta spurv við kanón, sigur Gunnar Dahl Olsen. Orsøkin til stríðið tykist sostatt ikki vera, at teir fýra umtalaðu súkklarar súkkl- aðu í Shell búnum, men heldur at teir súkklaðu sum lið. Vónandi ikki avleiðingar fyri kappingina Tá fýra sterkir súkklarar, sum dagliga súkkla í A bólkinum í Danmark, fara úr kappingini, er vandi sjálvandi fyri, at kappingin kemur í ringt orð niðri í Danmark, og at færri útlendskir súkklarar koma at luttaka í Statoil Kring Føroyar í framtíðini. - Hesum óttist eg ikki fyri. Fyri tað um fýra for- nermaðir súkklarar ikki hildu á í kappingini, við tað at teir ikki sluppu at bróta reglurnar, fer henda kapp- ingin ikki at fáa skaða. Eg vænti fleiri danir næsta ár, og menningin í kappingini fer heilt víst at halda á, sigur Gunnar Dahl Olsen, formaður í Tórshavnar Súkklufelag og bronsu- vinnari í Statoil Kring Føroyar 2001. Rógvi Johansen: – Revolvarapolitikkur frá Jens Glerup Gunnar Dahl Olsen: - Týðiligt at teir koyrdu sum lið 15 14 Nr. 140 - 25. juli 2001 Fríggjadagin eftir evstamark á blaðnum kom fram, at teir fýra Jannik Petersen, Janus Jørgensen, Rene Jochumsen og føroyingurin Rógvi Johansen ikki fóru at halda á í Statoil Kring Føroyar súkklu- kappingini. Orsøkin var hon, at teir sam- bært Tórshavnar Súkklufelag og samskiparanum í kappingini, Jens Glerup, koyrdu í Shell búnum og saman í liðið, og er hetta ikki loyvt. Sjálvir avsanna teir hetta STATOIL KRING FØROYAR Heini í Skorini Eftir úrslitið av eysturoyar- teininum í Statoil Kring Føroyar hósdagin varð greitt, og teir tríggir daninir Janus Jørgensen, Jannik Petersen og Rene Jochum- sen allir gjørdust langt fremstir, samstundis sum allir súkklaðu í sama Shell búna saman við føroying- inum Rógva Johansen, varð ivi sáddur, um reglurnar til hesa kapping vórðu hildnar. Sum navnið í kappingini boðar frá, er Statoil høv- uðsstuðul í kappingini, og tískil fall tað ikki í góða jørð hjá fyrireikarunum, at júst fýra umtalaðu súkkl- arar súkklaðu í Shell bún- um. Samstundis sum bún- arnir hjá teimum var ein trupulleiki, varð eisini hildið, at teir koyrdu saman í liðið, og tað er ikki loyvt. Ultimatum frá Jens Glerup Tískil fór samskiparin í kappingini, Jens Glerup, til Rógva Johansen, Jannik Petersen, Janus Jørgensen og Rene Jochumsen, og gav teimum eitt ultimatum. Antin skuldu teir fara úr Shell búnum sínum og súkkla sum einstaklingar, ella gavst hann sjálvur sum samskipari. Hetta fingu teir fýra súkklarar at hugsa um, og teir valdu sjálvir at fara úr kappingini. Hetta gjørdu teir fyri ikki at skaða kappingina og oyðileggja alt fyri hinar súkklararnar, tí Jens Glerup er nevniliga primus motor í hesi kapp- ing. Hetta var sera óheppið fyri kappingina, tí teir lógu allir nevniliga sera ovarlaga í samlaðu støðuni, og ein teirra, Jannik Petersen, var á odda og hevði sostatt føraratroyggjuna, tá hetta hendi. - Vit koyra ikki sum lið Rógvi Johansen, einasti føroyski súkklari í A bólkinum, sigur, at hóast teir hava súkklað í sama búna og eru sponsoreraðir av Shell, hava teir aldrin koyrt sum lið. - Vit hava ikki koyrt sum lið, og tað er fullkomiliga tilvildarligt, at teir tríggir endaðu heili fýra minuttir frammanfyri hinar í Eyst- uroynni hósdagin, sigur Rógvi Johansen m.a. við Sosialin. Trupulleikin sambært Rógva Johansen er ikki liðsúkklingin, og tað var heldur ikki tað, Jens Glerup hevur sagt við teir. - Tað, sum vit hava fingið at vita, er, at Shell búnar okkara er orsøkin til tað ultimatum, Jens Glerup gav okkum seint hósvøldið. Tá hann so sigur við onnur, at trupulleikin er liðsúkkl- ingin, sigur hann ikki tað sama við okkum sum við onnur, sigur Rógvi Johan- sen. Fóru úr orsakað av hinum Rógvi Johansen sigur, at teir valdu at fara úr kapp- ingini orsakað av hinum luttakarunum í kappingini. - Um Jens Glerup ikki hevði hildið á sum sam- skipari, hevði tað verið ein stórur trupulleiki fyri kapp- ingina at hildið á. Tískil valdu vit at taka okkum úr. Tað er betri at fýra gevast, enn at 36 súkklarar mugu gevast, harav fleiri danir sum hava nýtt tíð og orku uppá at koma til Føroya. Spurdur, um hann saman við hinum trimum dønun- um ikki kundi farið úr Shell búnanum og koyrt í vanlig- um búna, sigur Rógvi, at tað var ein prinsipsak fyri teir at fara úr kappingini. Rógvi Johansen harmast um henda tilburð, og hann sigur, at teir ikki skilja Jens Glerup og hansara fram- ferðarhátt. - Vit koyrdu allir í Shell búnum í prologinum í Klaksvík mikudagin, og tískil er tað rættiliga seint at koma hóskvøldið og boðað frá, at um vit møttu upp aft- ur í hesum búnum, fór Jens Glerup frá sum samskipari. Vit fingu sera lítla tíð at umhugsa støðuna, og er hetta ikki rímiligt, sigur Rógvi Johansen. Danirnir koma ikki aftur Jannik Petersen, sum førdi í samlaðu støðuni áðrenn hann tók seg úr, Janus Jørgensen og Rene Jochumsen siga, at teir eru sera keddir av hendingini, og teir eru eisini sannførdir um, at teir eru órættvíst viðfarnir. - Vit hava aldrin koyrt sum eitt lið, og tað hevur aldri verið nakað prát okk- ara millum um at súkkla í liðið. Vit súkkla sum ein- staklingar, og vit kappast ímóti hvørjum øðrum, siga Jannik Petersen, Rene Jochumsen og Janus Jørg- ensen. Teir leggja eisini afturat, at hóast teir hava súkklað í somu búnum, er tað ikki tað sama sum at koyra í liðið. Teir skilja ikki við- ferðina, og teir eru skuff- aðir. Spurdir, um teir koma aftur næsta ár, siga teir tríggir við ein munn, at tað gera teir ikki. Orð móti orði Sostatt er tað orð móti orði í hesum tilburði. Jens Glerup, samskipari, og aðrir súkklarar í kapping- ini, siga, at Rógvi saman við hinum trimum dønun- um hava koyrt í liðið, og at hetta er trupulleikin. Rógvi Johansen og hinir “Shell menninir” siga, at teir ikki hava koyrt í liði og leggja afturat, at teir aldrin hava fingið at vita, at hetta er trupulleikin. Tað, teir hava fingið upplýst, er, at trupulleikin eru áður- nevndu Shell búnarnir, teir hava súkklað í. Jens Glerup segði í Degi og Viku fríggjakvøldið, at búnar teirra binda teir saman sum lið, og at hetta vísir teirra luttøku sum lið. Hann hevur eisini sagt við Sosialin, at teirra súkkling sum lið hevur ikki verið ring at fáa eyga á, og at tað var opinlýst í Eysturoynni hósdagin. Sostatt er talan um orð móti orði í gøluni um Rógva Johansen, Jannik Petersen, Rene Jochumsen og Janus Jørgensen mót- vegis Jens Glerup samskip- ara og Tórshavnar Súkklu- felag. Sjálvandi hevur hesin tilburður sett síni spor í Statoil Kring Føroyar 2001, men vónandi fer hetta ikki at fáa avleiðingar fyri kappingina komandi árini. Kappingin er í støðugari menning, og vónandi fara útlendingar á høgum støði framvegis at leita henda- vegin, tá Statoil Kring Føroyar fer av bakkastokki komandi árini. Gølan í Statoil Kring Føroyar kappingini: Orð móti orði Tilvdilarlig mynd C M Y K 14