Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 140 - 25. juli 2001 Nr. 140 - 25. juli 2001 17 Jákup Mikkelsen fekk rósandi umtalu aftaná sín fyrsta dyst fyri Molde. Ein væl- spældur dystur har Molde var nærmast at fáa øll stigini við sær móti besta norður- lendska liðnum sein- astu árini Rosenborg. FÓTBÓLTUR Jógvan Hugo Gardar, Oslo Jákup Mikkelsen fekk eina góða byrjan í nýggja felag- num Molde. Sviin Gunder Bengtsson, ið er venjari hjá Molde, segði aftaná dystin at hann ikki er í iva um at Jákup Mikkelsen er besti málverjin sum Molde hevur. Dysturin millum Molde og Rosenborg bleiv framm- anundan kallaður fyri ein hat-dystur, tí hesi bæði feløgini eru millum tey sum seinnu árini hava ligið ovarlaga í norsku kappingini og dystirnir eru oftani spennandi millum liðini. Tey spæla bæði undirhaldandi fótbólt og kunnu ikki í spælistíli sammetast við norska landsliðið. Rosenborg hevur seinnu árini vunnið dystarnar í Molde, og fleiri ár eru síð- ani Molde megnaði at skjóta mál móti Rosenborg á heimavølli. Hóast jøvn lið so hevur Molde ikki fingið mál móti Rosenborg sein- astu sjey heimadystirnar. Føroyar-Ísland Í ár kom vend í. Molde fekk miðskeiðis í fyrra hálvleiki mál. Hetta hendi beint eftir at Rosenborg hevði havt eitt álop á Molde-málið, men Jákup bjargaði tá ein Rosenborg-leikari einsa- mallur við Jákupi royndi at stúta í mál. Eitt sindur stuttligt fyri okkum í útnorði var at mál- verjarnir í dystinum eisini eru landsliðsmálverjar hjá Føroyum og Íslandi. Málið hjá Molde skjeyt Andre Schei Lindbæk í 24 minutti. Íslendski lands- liðsmálverjin Árni Gautur Árason hevði ongan møgu- leika at taka skotið, sum kom fra fimmetrinum. Í hinum endanum fekk Rosenborg mál aftaná eitt hornaspark. Førlyski lands- liðsmálverjin hevði ikki møguleika at røkka bóltin, ið fyrst kom í høvdið á ein- um Rosenborg leikara, Erik Hoftun. Bólturin fór uppum Jákup, og hóast ein Molde- leikari stútaði bóltin út aft- ur, so var hann farin um hvítu linjuna fyrst. Góð skoðsmál Dysturin varð væl spældur og var javnur, hóast Molde kom nærmast at gera eitt mál ella tvey afturat. Hóast hat-stempuli so gekk dyst- urin friðarliga fyri seg. Trý gul kort komu í dystinum, eitt til Molde og tvey til Rosenborg. Norsku fjøl- miðlarnir geva Jákupi góð skoðsmál aftaná dystin. Aftenposten hevur stóra mynd har Jákup liggur flat- ur og tekur ímóti einum Rosenborg-skoti. Blaðið skrivar at Jákup virkaði eitt sindur nervøsur í fyrstuni, og at hann var heppin at ikki Rosenborg ikki fekk fleiri mál. Jákup Mikkelsen fekk fimm frá Aftenposten. Hetta er góðkent. Teirra skoðsmál ganga upp til tíggju Á Molde-liðnum fingu flestu leikararnir fimm – fýra leikarar fingu seks. Hjá Rosenborg fingu flestu leikararnir eisini fimm og seks, men tveir fingu fýra. Arni Gautur Arason fekk seks, og er tað ikki so løgið, tí hann var tann sum oftast noyddist at gera nakað. Í Verdens Gang fær Jákup seks, og er næstbestur á liðnum. Bert Magne Hoset sum besti leikari á vøllinum fær betri – eitt sjey tal. Árni Gautur Árason fekk eisini eitt sekst-tal. Í Dagbladet er Jákup eisini mettur sum næstbesti leikari á Molde-liðnum. Jákup fær eisini her eitt seks-tal, meðan besti leik- arin fær eitt sjey-tal. Her fekk Árni Gautur Árason eitt fimmtal. Til Moss Komandi vikuskifti skal Molde spæla ímóti Moss sum liggur sum nummar 9 av 14 liðum í norsku Tippe- ligaen. Venjari hjá Moss er Knut Eggen. Hann er sonur Nils Arne Eggen sum er venjari hjá Rosenborg. Hendan dystin má Molde vinna fyri at fáa fatur á teimum fimm liðunum sum liggja frammanfyri teir. Jákup er okkara besti málverji Hvidovre kemur við sínum sterkasta liði til Føroya at spæla ímóti HB. Venjarin hjá Hvidovre hevur tvær ferðir vant før- oyskt felag FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Tað verða útlendskir fót- bóltsgestir á ólavsøku í ár. Hetta er einki nýtt fyri- brigdi, og áður hava verið nógvir undirhaldandi dystir av hesum slagi á ólavsøku. Í ár er tað HB, sum verð- ur vertur fyri fótbóltsgest- um úr Hvidovre í Danmark. Hvidovre spælir í næst- bestu donsku deildini, men tað, sum ger hetta felag ser- liga lokkandi, er helst, at føroyski landsliðsspælarin, Óli Johannesen, spælir í Hvidovre. Óli er ein av 11 yrkis- spælarum, sum hoyra til felagið, og hann verður eis- ini mettur sum ein av teim- um, sum eigur fast pláss á liðnum. Umframt yrkis- spælararnar eru tveir aðrir sum hava sáttmála við felagið, meðan fimm ama- tørar eru í hópinum. Venjarin vant TB Millum spælararnar í Hvid- ovre eru onkrir, sum fót- bóltsáhugaðir helst kennast við. Ein av teimum er Allan Kuhn, sum hevur spælt í nógv ár, og eitt skifti var liðfelagi hjá Toda Jónsson í Lyngby. Ein annar er kanska Kaan Metins, sum hevur spælt í superliga- felagnum AB. Harafturat hevur venjarin hjá Hvidovre havt nógv samband við Føroyar. Frank Skytte hevur í tveimum førum verið venj- ari hjá TB, og hann hevði eisini stóran leiklut í keyp- inum av Óla Johannesen. Frank Skytte hevur drúgvar royndir sum venjari. Dysturin er leygardagin kl. 17.30. Óli og teir takast við HB Undan steypafin- aluni hjá monnum fara rock- bólkarnir Tangz og All that Rain at hava konsert á Tórsvølli TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Tað verður ikki hissini upphiting, sum áskoðar- arnir til finaluna í kapp- ingini um Løgmans- steypið fáa. Áðrenn ársins fót- bóltsdystur verður bríkslaður í gongd sunnudagin klokkan 16.00, fara tveir av fremstu rockbólkunum í landinum at spæla á Tór- svølli. Talan er um Tangz og All that Rain, sum fara at leggja lunnar undir finaludystin. Hesir báðir bólkar hava spælt á konsert saman áður. Seinasta framførslan var so seint sum leygar- kvøldið í Trongisvági, har fleiri enn 500 áhoyr- arar vóru og lýddu á. Fótbóltsdysturin er millum KÍ og B36 byrjar kl. 16.00. Tangz og All that Rain hita upp Skuggin Hvidovre hevur verið nógv frammi í donskum fótbólti tey seinastu knapt fjøruti árini. Tey seinnu árini hava teir havt tað torførari, enn teir høvdu tað seinnapartin av seksti og í sjeyti ár- unum. Orsøkin hevur verið tann, at teir komu í skugg- an av grannunum í Brønd- by. Tá Hvidovre í 1966 fyri fyrstu ferð vann danska meistaraskapin í fótbólti, var tað eftir eina glæsiliga gongd, ið minti nógv um tað, sum í áttati árunum var eyðkent fyri framburðin í Brøndby. Hvidovre fór við ferð frá uppflyting og til uppflyting, og tað endaði við, at teir í 1966 settu gomlu keypmannahavnar feløgini– eitt nú KB, B 1903, AB og arbeiðara- felagið Frem – upp á pláss. Tá fekk Hvidovre fleiri spælarar á landsliðið. Vit kunnu t. d. nevna mál- verjan Jørgen Henriksen, sum seinni hevur verið venjari hjá málverjum, og John Steen Olsen, sum tey seinnu árini hevur verið ein av mongum fótbóltsum- boðsmonnum í Danmark. Tað er ikki so langt síðani, at hann var í Føroyum fyri at kanna, um ungir før- oyskir fótbóltsspælarar kunnu seljast víðari. Felags fyri hesar báðar og fleiri aðrar spælarar hjá Hvidovre síðst í seksti og fyrst í sjeyti árunum var, at teir – sum so nógvir aðrir fótbóltsspælarar í Danmark – vórðu seldir til onnur feløg í Europa fyri lítið og lætt. Ólavsøkuaftan fara Jón Rói Jacobsen og hinir í HB at dystast ímóti Hvidovre Um tað eydnast FCK at spæla seg í bólka- spælið í Europa Cup, so fáa bara teir spælararnir bonus, sum hava spælt við FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað kostar nógv at vera fulltíðar yrkis fótbóltsspæl- ari og at vera skaddur. Tað er støðan júst nú hjá Toda Jónsson eitt gott dømi um. Um tað vil illa til hjá Toda, og hann ikki verður tøkur í innleiðandi dystnum í Europa Cup kappingini, so er møguleiki fyri, at hann spælir av við 250 tús- und krónur. Í kvøld skal FCK spæla í 2. innleiðandi umfarinum í Europa Cup fyri meistara- lið. Dysturin verður í Geor- gia. Komandi mikukvøld verður seinni dysturin í Keypmannahavn. Sambært danskar fjølmiðlar í gjár, so er avtala gjørd ímillum leiðsluna í FCK og spælar- arnar um, at spælararnir skulu fáa 50 túsund krónur í part, um teir megna at vinna samanlagt ímóti georgiska liðnum. Men tað eru bara teir spælararnir, sum eru í hópi- num, sum fáa løn. Tað gongur í hesum førinum út yvir Pascal Simpson, sum ikki er við Í Georgia. Hann varð vøddaskaddur undir venjing sunnudagin. Tá tað ikki varð roknað við, at hann kundi spæla við í kvøld, lótu teir hann vera eftir í Keypmannahavn, og tað kostar. Todi Jónsson verður ikki við í kvøld, og hann verður heldur ikki við komandi mikukvøld. Tað vil siga, at Todi er útilokaður frá teim- um hálvt hundrað túsund krónunum, sum spælararnir fáa, um tað eydnast teimum at fáa FCK víðari á vegnum ímóti bólkaspælinum. 200 túsund ímóti Lazio Sum vit søgdu í gjár, so er stóra avbjóðingin hjá FCK Lazio. Tað verður neyðugt at vinna á italska liðnum, um FCK skal sleppa upp í part, har teir heilt nógvu pengarnir eru at vinna. FCK leiðslan og umboð fyri spælararnar eru vorðin samd um, at um tað eydnast at vinna á Lazio, so skulu spælararnir fáa 200 túsund krónur í part. Men tað eru bara teir spælararnir, sum taka lut í stríðnum, sum fáa pengar. Tí er tað framvegis ein opin spurningur, um Todi Jónsson fer at hava møguleika fyri at fáa part av køkuni. Milliónirnar rulla At FCK egnir spælararnar stórt er ikki so undarligt. Um tað eydnast FCK at spæla seg í bólkaspælið í Europa Cup, so fara milli- ónirnar rættuliga á rull. Upphæddirnar í komandi meistarakappingini verða neyvan minni, enn tær vóru í fjør. Tá fingu øll 28 liðini, sum vóru við í bólkaspæli- num, 2,5 milliónir sveisisk- ar frankar ella 12–13 milli- ónir krónur frá UEFA fyri at hava kvalifiserað seg, og fyri at spæla í fyrsta um- farinum fingu tey 15 milli- ónir í part – umframt at tey fingu gjald fyri hvørt stig- ið, tey megnaðu at fáa. Pengarnir verða býttir millum feløgini og spælar- arnar. Hvussu býtið er, man vera ymiskt frá felag og til felag. Tað veldst um hvørj- ar avtalur semja fæst um. Og sovornar avtalur eru m. a. tengdar at, hvussu stórar føstu mánaðarlønirnar eru. At Todi ikki fær lut í bonuspengunum frá inn- leiðandi umfarinum – um tað eydnast FCK at spæla seg víðari – sigur ikki tað sama, at hann líður hungur og hall. Tað sigst, at FCK spælararnir fáa bestu mánaðarlønirnar í donskum fótbólti – um teir spæla, ella um teir eru uttanfyri, t. d. tí teir eru skaddir. Fótbóltsspælarar vilja fegnir vera við, har tað gongur fyri seg. Teir hugsa neyvan so nógv um pengar, men tað sigur seg sjálvt, at fíggjarligi parturin er ein eyka motivatión, tá talan er um so stórar upphæddir, sum omanfyri eru nevndar. Todi kann missa 250 túsund krónur Úttøku- venjing til U19 Álvur Hansen, lands- liðsvenjari hjá U19 kvinnlandsliðnum í fótbólti, hevur boðsent fremstu spælarunum í hesum aldursbólki til úttøkuvenjingar. Fyrsta venjingin var um vikuskiftið, og í næstu viku skulu kvinnurnar aftur venja. Venjingarnar eru lið- ur í arbeiðnum at taka út landslið, sum skal luttaka í EM-undan- kapping í september mánaði. Í hesi kapping skal liðið spæla ímóti Litava, Bosnia-Herzo- govina og Turkalandi. Tær, sum hava fing- ið boð um at møta, eru: Elin Katrina Haraldsen, Asta Magnussen, Guðrun Joensen, Ása Christia- nsen úr AB, Rósmai Haraldsen, Beinta Joensen, Laila Eng- hamar, Heidi Hansen, Selma Dahl Erol úr B36, Mathea Olsen, Gerda Magnussen, Sólrun Olsen úr B71, Fríða Petersen, Linda Weihe, Kristina Dal- berg Simonsen úr HB, Maibritt Olsen, Sóley Einarson úr B68, Anna Kristina Joensen úr GÍ, Paula Sjóstein, Elsa Maria Simonsen úr KÍ, Laila Jespersen, Marita Joensen úr VB, Jana Jacobsen, Heidi Maria Akselsen úr MB. Álvur Hansen er venjari, og Jón Harald Poulsen hjálparvenjari. Hesir báðir stóðu eis- ini á odda fyri A- landsliðnum hjá kvinnum, sum vann gull á Oyggjaleikun- um. ek Álvur Hansen er venjari hjá U19 kvinnulands- liðnum, sum verður við í EM-kapping í september Eiler Rasmussen skal døma kvinnufinal- una, og Niklas á Liðarenda skal døma finaluna um løg- manssteypið FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Fótbóltsfepurin er í hesum døgum hægri, enn hann plagar at vera í ólavsøku- vikuni. Orsøkin er eyðsýnd. Fyri fyrstu ferð í mong ár stendur nakað upp á spæl í ólavsøkufótbóltinum. Ólav- søkudag verða finalurnar í steypakappingini spældar – bæði hjá monnum og kvinnum. Eiler og kvinnurnar Hóast einki stóð um tað í ólavsøkuskránni í ólav- søkublaðnum hjá Sosiali- num, sum varð borið í hvørt hús í síðstu viku, so er tað ein veruleiki, at fin- alan hjá fótbóltskvinnunum verður spæld ólavsøkudag. Ólavsøkuskrúðgongan verður akkurát liðug, tá HB og KÍ leggja til brots á Ov- ara vølli í Gundadali. Talan er um somu feløgini, sum vóru í finaluni í fjør og í fyrraárið. Í fjør vann KÍ 2–0, og í fyrraárið vann HB 4–3 eftir longda leiktíð. Fótbóltssambandið upp- lýsir, at Eiler Rasmussen verður einasti maðurin á vøllinum. Eiler, sum sam- bært leygardagssosialin varð pápi í síðstu viku, hev- ur dømt í kvinnufótbólti og í lægri mannfólkadeildu- num seinastu árini. Í ár hev- ur hann dømt í bestu mans- deildini, og nú sleppur hann at royna seg í einari finalu. Linjuverjarnir verða Páll Augustinussen og Ólavur Weihe. 4. dómari verður Georg N. Rasmussen. Fin- alan verður ólavsøkudag klokkan 13, og tað verður býráðsformaðurin í Havn, Jan Christiansen, sum fer at handa vinnandi liðnum steypið. Um tað skuldi lagað seg soleiðis, at tað verður neyð- ugt við umdysti og brots- sparkskapping, so er lagt soleiðis til rættis, at hetta kann avgreiðast, áðrenn finalan um løgmanssteypið verður. Niklas fyri aðru ferð Finalan um løgmanssteypið verður á Tórsvølli ólav- søkudag klokkan 16. B36 og KÍ skulu spæla. Tað vil siga, at talan verður um somu finalulið sum í fyrra- árið. Ta ferðina vann KÍ 3–1. Niklas á Líðarenda verð- ur dómari. Á linjunum verða Tummas Pauli Olsen og Palli Gregersen, og Jens Albert Simonsen verður fjórði dómari. Hetta er ikki fyrsta ferð- in, at Niklas skal døma fin- alu um løgmanssteypið. Í 1993 var hann 23. maðurin á vøllinum, tá B71 og HB stríddust um løgmanssteyp- ið. Tað er heilt víst, at gongdin ólavsøkudag verð- ur ikki tann, sum hon var ta ferðina. Í finaludystinum, sum var 4. august, var úrslitið 1–1, og einki mál kom í umdystinum. Tað vil siga, at Marita Petersen, løgmað- ur, noyddist til hús aftur, uttan at hon var sloppin av við løgmanssteypið. Nýggjur dystur varð ásettur at vera 22. september, og tá vann B71 2-1. Síðani tá eru reglurnar broyttar, soleiðis at finalan verður avgjørd ein leikdag. Anfinn Kallsberg, løgmað- ur skal handa løgmans- steypið ólavsøkudag, so hesa ferð verður Niklas á Líðarenda ikki noyddur at fara aftur til Havnar at døma nýggja finalu. Í hesi vikuni er Niklas á Líðarenda við onkrum av yngru liðunum hjá GÍ í Danmark. Har dømir hann hvønn einasta dag. Ferða- lagið kemur aftur til Føroya ólavsøkuaftan. So mugu vit vóna, at mjørkin ikki fer at arga so nógv, at dómarin ikki fær møtt upp, tá final- an skal spælast á Tórsvølli. Niklas skal í stuttar brøkur á ólavsøku C M Y K 17 16