Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 • 11. juli 2008 Vikuskifti 14 keypmannahavnari, sum var við, spurdi hvat hatta vóru fyri fiskar. Skiparin, sum var grønlendingur, var skjótur at svara: “De har en stor kæft og ellers ikke noget, så vi kalder dem for københavnere.” Hugurin at sleppa á flot ella at fiska liggur í okkum øllum, meira ella minni, tað skal ikki so nógv til fyri at vekja hann. Hjá summum monnum er tað at fiska ella sleppa á flot sjálvt lívið. Men her er stórur klassamunur á bátunum sum hetta lív fer fram í. Summir hava ein vanligan føroyskan maskinbát við húsi á ella kanska ein Kaldbaksbát ella ein minni fínan glastrevjubát. So eru tað gardinbátarnir, sum eru so fínir, at teir hava gardinur og eru innrættaðir sum stovur. Tað er næstan synd at dálka teir við fiskaroðslu og tað verður eisini sjáldan gjørt, men teir eru óførir at stima og reka grind við, so leingi teir ikki koma í drápið. Teir rættiligu útróðrarmenninir royna við snøri ella snellu. Sportsfiskararnir hava tráðu við gyltum hjóli og litríkum pilkum í ymsum støddum, alt eftir sum “smagurin” hjá tí einstaka fisk­ inum er. Tað er stuttligari at fáa fiskin á tann hátt. Fyri ikki at tosa um risasportsfiskararnar, sum nú eru farnir at fiska hemarar og onnur stórdýr, og kappast um at fáa tann størsta fiskin. Jú, tað eru teir sum kunnu koma langt. Eg má viðganga, at eg skilji teir væl. Tað eigur at verða heilt forferdiliga stuttligt at baksast við ein hemara. Eri ikki sørt stoltur av guðsoninum – Heina veiðimanninum Weihe – the master of the sharks. Kanska verður tað skjótt so, at tað at lata bát til sportsfiskifólk, fer at vinna á sjálvari útróðrarvinnuni. Tá ið piltur fer at fiska síl Hugurin at fiska kemur tíðliga. Mamma segði fyri mær, at eg var ógvuliga lítil tá eg vildi sleppa at fiska. Hetta var ein trongd, sum hon tók í álvara, tí eingin hevði verið óðari at sleppa á seiðaberg, sum hon sjálv, tá hon var ung. Mamma plagdi at gera mær eina lítla tráðu við einum húkaskapilsi og setti meg at fiska í einum lítlum gili beint við húsini hjá okkum. Har fiskaði eg so hugagóður, til Ísak hjá Mouritsi ein dagin kom framvið og segði, at har fært tú neyvan nakað, stakkalin. Tá rivaði fyri eygunum á mær og eg sá at eg var hildin fyri gjøldur. Eftir tað kastaði eg ikki aftur í gilinum. Soleiðis hava mong foreldur í bestu meining hildið síni smáu børn fyri spott, men leingi vardi tað ikki til vit lærdu at kenna betri fiskileiðir. Vit eru so heppin at hava fleiri vøtn í Vágum við sílum í, men tað var ikki har at tú fór fyrst at fiska síl sum lítil. Sjálvur havi eg havt ánna Stórá ella Konslánna sum granna. Hetta var ein av teimum stóru áunum í bygdini. Hinar vóru Kirkjuáin og so Skipáin úti á bakka. Eg havi fingið nógv stór síl í Stóránni. Men vit fiskaðu eisini í teimum smáu gilunum sum førdu til ánna. Tað vóru dagar har vit við tráðu, makkablikki og eini spann gingu Stóránna á tamb fyri at fiska síl. Vit fingu nógv síl, størri og minni, men ongantíð tey heilt stóru. Àarsíl verða ikki so stór. Ofta var tað nóg mikið í sær sjálvum at fiska sílini, men eg minnist eisini viðhvørt at mamma kundi steikja okkum sílini til nátt­ urða við breyði afturvið. At fiska síl í á er ikki nakað fyri vaksnar menn. Øskudólgur og sópingerkona, hildu kortini, at tey kundu liva av tí tilfeingi, sum áin gav: Vit skulu taka tráðu í hond, ganga oman við á, fiska okkum smásíl og føða okkum svá. Tað skuldi kortini lítið til at vekja hugin hjá vaksnum manni, ið undir páskoti at ansa eftir unga alva sínum kom við eina løtu fram við ánni. Huginum bilaði einki, tá teir fyrst høvdu fingið tráðuna í hondina. Tann lítli mátti næstan berjast fyri at fáa hana aftur og sjálvur sleppa at fiska, tí hin eldri varð vorðin ov grammur. Tá eg í 1963­64 var læraravik­ arur í Gásadali kom tað meira enn so fyri, at eg onkran dag fann uppá at fara at fiska síl í Dalsá. Útgerðin ikki annað enn ein langur pinnur við dorg og húki á endanum. Hetta var áðrenn flatmaðkurin hevði gjørt um seg, so maðkar vóru lættir at fáa fatur á, mestsum allastaðni fram við ánni. Tey stoktu smásílini, bert tey størstu vóru kruvd, hini vóru stokt sum tey vóru, gagnaðust væl við rugbreyði afturvið til nátturða í Stúgvum, har eg búði. Sjósíl Skal rætt verða rætt, so vóru tað ikki bert smádreingir, sum fiskaðu í Stóránni í Sørvági. Tí har komu eisini stór sjósíl niðan í ánna við hvørt. Eg minnist okkurt ár, tá vaksnir menn stóð við tráðu í niðara parti av ánni, tá tey stóru sílini komu, men nú eru nógv ár síðani, men tey koma helst allarhelst enn, men vit duga neyvan at síggja tað. Tá eg kom aftur, eftir at hava verið við skúlabørnunum í Dan­ mark á ferð, sum Leif Nolsøe, lærari, skipaði fyri í 1959, hevði eg keypt mær ein glúp. Hetta var seint á sumri. Eg fór í ánna við honum beinanvegin og hevði ikki verið burtur í longur enn eini 5 minuttir, tá eg kom aftur við einum stórum síli, sum eg hevði fanga við glúpinum í Eyrriðakulluni, sum vit róptu hana. Tað vigaði fleiri pund. Tað verður sjáldnari og sjáldn­ ari at ein sær smádrong standa undir brúnni og fiska í Konslhyli. Ljóðið var egið og hulisligt undir brúgvarhválvinum og har var stuttligt og trongt at standa og sílini vóru vanliga nógv í Konslhyli og hartil stór. Satt at siga, so kann eg ikki ganga fram við eini á uttan at eg hyggi niður í hana fyri at vita um síl eru har. Eg plagi ofta at standa á brúnni og hygga eftir øllum teimum stóru sílunum sum nú svimja í Konslhyli. Tey eru so stór, at um tað var tá eg var smádrongur, so høvdu allir smádreingir farið frá húsum fyri at royna at fiska tey. Men tey fáa frið. Kanska hevur tann nýggja tíðin við sínum elektronisku spøl­ um og sjónvarpi tyrvt veiðihugin í smádreinginum, ella kanska er Konslhylur ikki nakað virðiligt fiskimið hjá einum smádreingi í dag og hevur mist sína atdráttar­ megi. Líka veit eg, men sílini tey eru har. Hin vegin ivist eg ikki í at veiðutrongdin kemur til sjóndar á annan og øðrvísi hátt. Eg havi verið og fiska síl á øllum vøtnunum í Vágum, men nú eru ár síðani, at eg rættiliga havi verið og fiska síl. Eg havi, sum eg longu havi nevnt, havt ætlanir um tað á hvørjum ári, men so fer verðin við mær, tað er so nógv annað sum fer við tíðini, so tað At tað at fiska er vorðið til ein sport er einki at undrast yvir. Her í Føroyum kunnu vit øll sleppa at fiska síl fyri lítið og lætt, men fert tú til Írlands ella Ísland so eru tað áir og vøtn, sum tú ikki sleppir at fiska í, uttan tí letur í 1000-vís av krónum afturfyri. Har er tað sportur hjá teimum ríku Mynd: Polfoto