Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 132 - 11. juli 2008 ] Formuladeildin: 12.07 B68-B71 Ørvar S.Gíslason (Ísland) 13.07 Víkingur-Skála Rúni Gaardbo 13.07 ÍF-KÍ Eiler Rasmusen 13.07 B36-EB/Str. 1. deild: 12.07 AB-HB Bárur Morthensen 12.07 07 Vestur-VB/Sumba Jan Skoradal 12.07 B68-KÍ Rói Jacobsen Víkingur – Skála: Víkingur skal vísa styrkina Víkingar hava tveir góðar sigrar í skjáttuni teir báðar síðstu dystirnar, og fara eftir tí triðja, meðan skálamenn vilja hála seg upp um strikuna UPPTAKT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Víkingar hava gjørt bart teir báðar síðstu dystirnar. Bæði oddaliðið EB/Streymur og nýggju menninir á øðrum plássi, NSÍ, eru sendir heim við tapið í ryggi­ num. Havandi hetta í huga, umframt stigamunin nið­ ur til mótstøðuliðið sunnudagin og heimavallarfyri­ munin, eru Víkingar greiðir favorittar. Teir eru eisini hampiliga væl mannaðir til at taka ímóti botnliðnum av Skála. Símun Louis Jacobsen er burturstaddur, og Erling Jacobsen er enn ikki sloppin við skaðan, hann fekk, tá teir vitjaðu á Sandoy síðst í maimánaði. Liðformaðurin leikbannaður Hjá Skála er nøkunlunda sama skili. Teir mugu tó vera liðformannin Pætur Dam Jacobsen fyri uttan, og tað er dyggur smeitur hjá teimum appilsinlittu. Hesin fekk ársins fimta gula kort, tá sandoyingar vitj­ aðu farna vikuskifti, og noyðist tískil at sita yvir sunnudagin. Ivasamt er, hvussu verður við Erland Berg Daniel­ sen og tað sama er galdandi fyri miðverjan Vali, sum hevur vant millum lítið og einki í vikuni. Men á vøllin fara skálamenn so undir øllum um­ støðum. Teir ynskja trý stig, fara at gera sítt til at fáa tey, og fáa heilt víst eisini sítt at síggja til, tá gøtumenn hava møguleika fyri at fara hattrickinum, og hála inn á HB í oddinum. Mest spennandi dysturin í umfarinum undan steðginum verður á Toftum, har bæði liðini eru so at siga fullmannað UPPTAKT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo B71 er aftast í deildini og Skála beint omanfyri niður­ flytingar strikuna. Trý stig skilja liðini bæði, og undan dystinum hevur B68 trý stig upp til ÍF og KÍ, sum liggja frammanfyri. Tað merkir, at dysturin á Svangaskarði er ógvuliga avgerandi fyri lið­ ini, um tey ynskja at hála seg úr botninum og upp um strikuna – og tað ynskja tey! Til hesa uppgávu hevur Bill Mc. Leod Jacobsen all­ ar mans tøkar. Og venjarin hjá toftamonnum er eisini ivaleysur, tá hann verður spurdur eftir, hvat B68 fer eftir í morgin. – Vit hava dummað okk­ um tvær ferðir á rað nú. Taptu 5­0 síðsta vikuskiftið, og tað lítið hugaligt, so nú er kravið ein treytaleysur sigur, staðfestir hann. B71 vanta Gudmund Hjá sandoyingum stendur næstan eins væl til mann­ ingarliga. Einasti leikarin, ið ikki er tøkur, er Gudmund Nielsen. Hann er leikbann­ aður, og tað kemur dátt við hjá sandoyingum, sum nú fara eftir triðja sigrinum á rað. Hetta eru kærkomin stig hjá sandoyingum, men enn resta fleiri, um teir vilja varðveita sessin í Formula­ deildini. Danskur framherji til B68 Danska heimasíðan bold.dk skrivaði í gjár, at 34 ára gamli Brian Andresen skal spæla við B68 í seinnu kappingarhálvu. Danski framherji skeyt í farna kappingarári seks mál fyri Glostrup í triðbestu donsku deildini. ­ Avtalan kemur upp á pláss í vikuni. Føroyska flytingarvindeygað letur aftur tann 16. juli, og tá skal alt verða komið í lag. Vit eru samdir, og einans undirskriftin manglar. Eg tosaði við Glostrup, og teir vildu lata meg fara, so eg kundi royna eydnuna í Føroyum. Tað eri eg sera fegin um, sigur hann. B68 hevur ikki gjørt fleiri enn níggju mál í hesum kappingarárinum, og ætlandi skal danski framherjin bøta um málskjótingina. Sáttmálin er galdandi til 1. november í ár. Báðir dystirnir á Tórsvølli Heimasíðan hjá FSF skrivar, at sambandið hevur álagt, at báðir HM­ undankappingardystirnir skulu spælast á Tórsvølli. Dysturin ímóti Rumenia verður leiktur tann 10. september, meðan Eysturríki vitjar í høvuðsstaðnum tann 11. oktober. Atgongumerkjasølan byrjar um mánaðarskiftið juli/august, og verður møguligt at keypa umvegis alnótina. Føroyska landsliðið skal í undankappingardystunum spæla ímóti Fraklandi, Serbia, Rumenia, Eysturríki og Litava. Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 14 10 - 2 - 2 29 15 14 32 2 NSÍ 15 8 - 3 - 4 23 17 6 27 3 HB 15 7 - 4 - 4 29 12 17 25 4 Víkingur 14 6 - 3 - 5 23 16 7 21 5 B36 14 5 - 6 - 3 16 11 5 21 6 KÍ 14 4 - 5 - 5 18 22 -4 17 7 ÍF 14 5 - 2 - 7 18 25 -7 17 8 B68 14 4 - 2 - 8 9 24 -15 14 9 Skála 14 2 - 5 - 7 10 21 -11 11 10 B71 14 3 - 2 - 9 14 26 -12 11 B68 – B71: Botnbrak á Toftum 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB/S 15 12 - 1 - 2 39 12 27 37 2 07 Vestur 14 11 - 1 - 2 60 21 39 34 3 AB 14 10 - 1 - 3 50 18 32 31 4 TB 16 9 - 2 - 5 43 15 28 29 5 HB 13 4 - 4 - 5 20 14 6 16 6 Víkingur 14 4 - 3 - 7 18 39 -21 15 7 NSÍ 15 3 - 4 - 8 30 43 -13 13 8 KÍ 13 4 - 1 - 8 18 45 -27 13 9 EB/S 14 3 - 0 - 11 13 60 -47 9 10 B68 14 2 - 1 - 11 18 42 -24 7 Vinnur B71 dystin á Toftum, hava teir veruliga fingið samband røttu megin strikuna