fríggjadagur 11. juli 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 132 • 11. juli 2008
Vikuskifti
verður ikki so ofta. Tíverri, tað
hevði óivað verði betri fyri sál og
likam enn so mangt annað sum
ein fæst við og brúkar tíðina til
– eitt nú at skriva um at fiska síl.
At fiska upp í sílaleyp
Føroyingar hava óivað altíð fiska
síl. Jens Christian Svabo greiðir
í 1780-unum frá, at tað eisini var
kasta nót eftir sílum á sjónum,
men tað vanliga var at fiska síl
við tráðu í vøtnunum. Smáir
sílahúkar fingust tá í 1780-unum
til keyps í kongaliga einahandlin-
um, hjá øllum teimum, sum vildu
fiska síl.
Tá høvdu teir ikki tær fínu
sílatráðurnar, sum vit hava í
dag, tær eksotisku gulu og løttu
bambustráðurnar, sum vit kundu
keypa, eru heldur ikki so gamlar
í føroyskum høpi. Nei tað teir
brúktu vóru sílatráður úr viði,
men evnaðar til so at tær vóru
so langar og lættar sum gjørligt.
Helst hava teir havt teymasnørið
og stáltráði fyri endan við sílahúki
í, áðrenn alt var avloyst av nylon
í ymiskum tjúgdum. At knýta
nylonknút lærdi tú skjótt.
Teir gomlu vóru heldur ikki
sportsfiskarir av tí slagi, sum vit
kenna í dag. Tað lá ikki til teirra at
brúka tíðina til slíkt fjas, uttan at
verða vissir í fongi. Teir plagdu at
fara í áirnar, sum teir nevndu tað,
tá líkindini vóru, ofta í nógvum
regni. Teir hildu seg har, sum
áirnar runnu út í vatnið. Teir høvdu
sílatráðu og sílaleyp við. Jóhannes
av Skarði, sum hevur kanna
føroysku leyparnar, vísir á, at teir
í Vágum hava havt ein serligan
sílaleyp, sum teir tóku við sær,
tá teir fóru at fiska síl, so mikið
nógv fingu teir vanliga. Sílini vóru
sjálvandi etin til døgurða, og var
ein góður avvekslingur í kostinum.
Var nógv fingið av sílum, so var
gjørt bæði knettir og frikadellur
burturúr teimum.
Oddurin
Eg minnist, at vit plagdu at fiska
við oddi niðri á Vatni, hóast
forboð vist var ímóti tí, eins og
tað vist eisini var ólovligt at
seta sílalínu, men tað er so nógv
ólovligt, sum verður gjørt kortini.
Kanska var hildið at tað var gingið
fiskastovninum ov nær við hesum
oyðandi amboðum. Líka veit eg,
men tað var ógvuliga stuttligt,
men við hvørt eitt sindur fløkjasligt
at fiska við oddi, serliga um fleiri
komu á í senn. Tað vóru teir, sum
høvdu fínar reyðar oddar, sum
kundu klappast saman, men eg
minnist, at eg sjálvur gjørdi mær
ein odd við blýggi í neðra, so hann
stóð upp og niður. Hann riggaði
eins væl og hinir.
Við Kissa á
Hvilvtkinnavatni
Einaferð minnist eg at mín
góði skyldmaður Kissa, sum
var klædnahandilsmaður í
Havn og ein av Føroya ídnastu
sílafiskarum kom í skúlan eftir
mær. Hetta var í gamla skúla, at
Kissa knappliga bankaði uppá
dyrnar inn í skúlastovuna og
stutt og greitt kunngjørdi fyri
læraranum, at hann var komin
eftir mær, tí vit skuldu á Kvilt-
kinnavatn at fiska síl. Hetta man
hava verið í 1957. Eg fekk frí,
lærarin DD, sum hann vanliga var
nevndur og Kissa vóru skyldmenn.
Skjótur var eg at sleppa mær út
og heim at gera meg kláran.
Kissa var ein sílafiskari av
format, sum dugdi at brúka øll
sílaveiðiamboð. Hann fiskaði
allastaðni har tað kundi fiskast.
Tey seinni árini tó mest á
Saksunarvatni.
Eg minnist enn henda dagin vit
fóru niðan gjøgnum Húsadal á
veg til Kviltkinnavatn. Ein gamal
sørvingur Tummas Jakku í Búðini,
segði áðrenn vit fóru, við Kissa, at
um hann fekk eitt av teimum stóru
gomlu sílunum í Kviltkynnavatni, ið
vóru gul undir búkinum, so skuldi
hann eta tað rátt.
Vit fóru oman gjøgnum Skarðið.
Eg minnist hvussu friðarliga Kissa
vildi hava at vit skuldu nærkast
vatninum, tá vit komu so langt.
Tey gulu undir búkinum toldu ikki
gang. Um eg fekk nakað síl, tað
minnist eg ikki, í øllum førum
hevur tað ikki verið nógv og ikki
nakað stórt síl, men Kissa hann
fekk tvey av hesum stóru sílunum,
ið vóru gul undir búkinum. Fyri
honum var tað alt vert og hann
var í sera góðum lag.
Eg minnist, hvussu hesin hugna-
ligi skyldmaður mín hugnaði sær
á hesi veiðuferð, Við sær hevði
hann eitt líti kókiapparat og kyndi
undir tí vit turrspritti. Hann gjørdi
kaffi og vit fingu okkurt at eta. So
festi hann sær í pípuna. Eg síggi
hann enn fyri mær sitandi við
pípuni í munninum burtur í egnum
sílaheimi. Pípuroykurin fór upp í
loft henda summar dag millum
fjøllini. Vatnið var sum ein spegil.
Tú hoyrdi fuglaljóð og rundanum
Hvilvtkinnavatn var tann bera
náttúra, har sást einki, ið var gjørt
av mannahond.
Við tráðunum undir liðini, liggj-
andi á vøllinum, kaffikoppinum
í hondini og einum stoltum
eygnabrái, hugdi Kissa at hes-
um báðum stóru sílunum, ið
hann helst gleddi seg til at vísa
Tummas Jakku. Vit pakkaðu
saman og løgdu leiðina oman
til Fjallavatn, har vit eisini
fiskaðu, men hetta kundi kortini
ikki berast saman við løtuna á
Hvilvtkinnavatni. Tummas Jákup
í Búðini slapp at síggja sílini.
Men hann át hvørki av teimum
rátt. Tey hevði Kissa við sær til
Havnar og mundi ikki hansara
sílaveiðuvinir sleppa at síggja
hesi fornu síl, sum vóru so gul
undir búkinum.
Henda dag við Hvilvtkinnavatn,
tað er ein løta, sum eg minnist
afturá og væl kundi eg hugsa
mær at verði sílaveiðimaður
og laksaveiðumaður við somu
entusiasmu og síla eydnu sum
Kissa, men tað kemur kanska.
At fiska síl í friði, lata ta reinu
luftina, og vætuna kína sál og
likami er uttan iva gott fyri fólk.
Samstundis sum ein livur í vónini
um at fáa okkurt. Kanska fáa
tað stóra síli fyri ikki at tosa um
laksin.
At tað at fiska er vorðið til ein
sport er einki at undrast yvir. Her
í Føroyum kunnu vit øll sleppa at
fiska síl fyri lítið og lætt, men fert
tú til Írlands ella Ísland so eru tað
áir og vøtn, sum tú ikki sleppir at
fiska í, uttan tí letur í 1000-vís av
krónum afturfyri. Har er tað sportur
hjá teimum ríku. Tað er vist tað,
tey í dag nevna upplivingarbúskap.
Tað eru enn fólk sum minnast
teir bretsku lordarnar sum millum
heimsbardagarnar báðar á hvørj-
um sumri komu vestur til Vágar
at fiska síl á Sørvágsvatni og
Fjallavatni við. Teir høvdu fast
innivist hjá fólki. Dugdu at fiska síl
um dagarnar og njóta ein góðan
whisky ella eitt ella tvey gløs
av ginn um kvøldarnar í friði og
náðum tey góðu summarkvøldini,
áðrenn teir fóru at leggja seg.
Hesir menn gjørdu ikki nógv um
seg, og teir eiga ikki at verða
gloymdir.
Kanska skuldi eg farið og keypt
mær eina flugutráðu, sum eg
leingi havi ætla mær. Tað verður
ikki leingi til at tann tíðin kemur,
tá stundin er komin til aftur at
fara at fiska síl – ella kanska
skuldi eg fari at roynt eftir laksi
eisini. Vit fáa at sígga.