fríggjadagur 11. juli 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 132 - 11. juli 2008 ]
NSÍ vísti, at stevið
er har, meðan HB
í fýra uppgerðum í
Eysturoy bara hevur
eydnast at skjóta mál
ímóti Skála
NSÍ-HB
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Ein tann besti fótbóltsdyst
urin á árinum. Tað var niður
støðan hjá fleiri óheftum
áskoðarum, eftir at meistar
arnir í NSÍ úrslitaliga høvdu
reist seg og á heimavøllinum
við Løkin høvdu tryggjað
sær trý stig við 10 sigri á
HB.
Tapið var undirstriking
av, at tað ikki hilnast nakað
serligt hjá HB á útivølli í ár,
og at tað er serliga soltið í
Eysturoy. Einasta ferðin, at
HB yvirhøvur hevur skorað
mál í Eysturoy, var í 21
sigrinum á Skála. Umframt
á Skála hava havnarmenninir
vitjað á Toftum, í Gøtu, í
Fuglafirði og nú í Runavík.
Burtur úr eru spurdir mál
leysir javnleikir í Sarpugerði
og á Svangaskarði og 10
tap í Fuglafirði og í Runa
vík.
Sigursmálið hóskvøldið
skoraði eyðsýndi og nú eis
ini málsókni Jóhan Troest
Davidsen miðskeiðis í 2.
hálvleiki. Eftir langt Einar
Hansen innkast gav Mortan
úr Hørg óneyðugt horna í
NSÍ vinstru. Hjalgrím Elt
tør sendi høgt innfyri, og so
vísti ein av stóru trupulleik
unum hjá HB seg. Ferð eftir
ferð vóru havnarmenninir
yvirmannaðir í egnum brots
teigi, tá ið NSÍ hevði deyð
bóltsstøður, og ferð eftir
ferð var vandi á ferð, tí mót
støðumenninir vóru leysir!
Hesa ferð legði Einar
Hansen innfyri aftur úr
høgru, og mitt fyri málinum
og ímillum níggju!! mót
støðumenn, og meðan mál
verjin var staddur úti við
brotssparksblettin!,
hevði
Jóhan
Troest
Davidsen
møguleika við høvdinum at
stýra bóltin í kassan.
HB royndi at sleppa upp í
part aftur. Tekningin var til
fleiri góð álop. Longu mið
skeiðis í 1. hálvleiki broytti
HB uppstilling frá 433 og
til 442. Lítil broddur var í
uppspælinum í høgru, men
í vinstru vóru Poul Thomas
Dam og Jákup á Borg ofta
upp á spæl ímóti nýggja
vongverjanum Jónasi Þór
Næs, sum stríddist væl,
inntil hann skaddur noyddist
at taka seg aftur.
Fimm
minuttir
eftir
steðgin hevði Jákup á Borg
rundað Tórð Thomsen, sum
tøvdi, tá ið hann var á veg
fram, men lukku tíð fyri
málverjan og NSÍ, so megn
aði verjan at rudda burtur.
Hans á Lag og Páll Mohr
Joensen, sum orsaka av
skaða hevði verið ivasamur,
vórðu settir inn fyri at
leggja trýst á. Sum í 1. hálv
leiki vísti HB fleiri ferðir
gott uppspæl um sentrala
miðvøllin
og
síðurnar.
Andrew av Fløtum var
óførur at leita aftur á vøllin
fyri at taka lut í uppspæli
num, men tað spurdist einki
mál burturúr. Eysturoyar
verjurnar tykjast ov stinnar
fyri HB, og orsøkin er
eisini, at tað restar broddur
í álopinum. HB eigur ongan
boksspælara, og vandamikl
astu royndirnar áttu Poul
Thomas Dam og Andrew
av Fløtum við langskotum.
Hava ment seg
Tað kundi havt koppað
báðar vegir, men at enda
hevði NSÍ møguleikar at
økja um leiðsluna. Serliga
Øssur Dalbúð mundi iðra
seg, tá ið hann úr góðari
støðu stutt úr málinum
sendi uppum.
At øll stigini vóru eftir
við Løkin komst ikki minst
av, at fleiri av meistarunum
nú vísa støðið frá í fjør: Óli
Hansen í miðverjuni, Einar
Hansen á vinstra vongverja
og serliga Nenad Stankovic
á
sentrala
miðvøllinum
hava fyrr í ár ikki altíð
megnað støðið frá í fjør.
Tað gjørdu teir væl og
virðiliga hesa ferð, og fleiri
ferðir brutu Bogi Løkin í
høgru og Hjalgrím Elttør i
vinstru ígjøgnum.
At
spælskipanin
var
broytt frá 451 og til 442
tóktist bera við sær, at tað
var meiri pláss hjá Nenad
mitt á, har hann saman við
Milan Pejcic vann uppgerð
ina við mótstøðumenninar,
sum kortini vóru við til at
mynda fína og ferðmikla
uppgerð, ið var myndað av
góðum hugflogi, fáum mis
tøkum og intensiteti í nær
dystum og stríðnum um
næstu bóltarnar.
Óli Hansen kundi havt
lagt NSÍ framum beinan
vegin. Dómarin peikaði á
ellivu metra blettin, tí hann
helt, at Øssur Dalbúð, sum
hesa ferð var undir liðini á
Karoly
Potemkin,
var
skumpaður um koll. Óli
Hansen var kaldur, tá ið
hann setti bóltin í málið,
men dómarin bríkslaði fyri
nýggjum sparki, tí hann
helt, at aðrir NSÍ spælarar
høvdu verið og skjótir í
brotsteigin, og tá gjørdi Óli
ov skjótt av. Bólturin rakti
tvørtræið og fór upp um
málið.
Men tá ið Petur Reinert
hevði bríksað fyri síðstu
ferð, var vónbrotið 85
minuttir
frammanundan
gloymt.
NSÍ er á veg til Georgia
við feskum sigri og øktum
sjálvsáliti, eftir at Víkingur
undir vitjan við Løkin fyri
viku síðani rudduliga setti
meistararnar upp á pláss.
HB slikkar sárini. Tapið í
Runavík var staðfesting av,
at stigini ikki verða so lætt
vunnin hvørja ferð, sum tey
vóru, tá ið B68 sunnudagin
vitjaði í Gundadali.
Fowler aftur í Premier League
Robbie Fowler fer í komandi kappingarári at spæla undir fyrrverandi
liðfelaganum í Liverpool, Paul Ince. Sportenkort.dk skrivar í dag, at enski
framherjin hevur gjørt avtalu við Blackburn. 33 ára gamli Robbie Fowler
hevur seinasta árið verið sáttmálabundin í Cardiff, sum spælur í næstbestu
deildini, og var áleyparin ikki sinnaður at halda fram. Um jólini gjørdist
hann álvarsama skaddur, og hevur hann ikki verið á vøllinum seinasta hálva
árið. Hann skeyt í alt seks mál í 16 dystum fyri Cardiff.
Malson klárur fyri B36
B36 hevur seinastu vikurnar bíða eftir spæliloyvinum hjá
onglendinginum Sam Malson. Nú er hetta komið í lag.
Endaligu loyvini komu til árstalsfelagið í gjár, soleiðis at
framherjin kann verða við, tá EB/Streymur vitjar í
høvuðsstaðnum sunnudagin. Árstalsfelagið hevur havt
stóran tørv á einum áleypara, síðan nevndin valdi at
uppsiga Károly Potemkin. Seinasta vikuskiftið, tá B36
spældi í Klaksvík, røkti Odmar Færø hesa uppgávuna.
Sam Malson er 21 ára gamal, og hevur seinastu
mánaðirnar leikt við eykaliðnum hjá Plymouth.
Meistararnir eystur eftir
við stórum sjálvsáliti
Góð gáva
HB venjarin, Johan Niel
sen, er sannur veteranur í
føroyskum
fótbólti.
Hann
hevur
vunnið
nógvar sigrar og FM,
men sigurin hesa ferð
smakkaði honum heilt
væl, og hann var nøgdur
við avrikið.
Eftir vónbrotið ímóti
Víkingi høvdu hansara
menn reist seg. Sigurin
var fín føðingardagsgáva
til venjaran, sum fylti 68
ár hósdagin. Tey trý stig
ini bera við sær, at NSÍ
leggur trýst á EB/Streym,
sum sunnudagin skal í
Gundadal og reisa seg
eftir laka avrikið í Fugla
firði síðsta leygardag.
NSÍ liðið fer av landi
num leygardagin. Dystur
in í europeisku meistara
kappingini
í
Georgia
verður mikudagin.
Segði
farvæl
Christian Høgni Jacobsen
var fyri síðstu ferð – í
hesum
umfarinum
í
hvussu so er – á HB
liðnum. Nú fer hann nið
ur til Keypmannahavnar,
har AB í 1. deild er nýggi
arbeiðsgevari hansara.
Christian Høgni bað
sostatt farvæl við før
oyskan fótbólt á vølli
num, har hann hevur
slitið flestar fótbólts
skógvar.
HB liðið haltaði í orð
sins sanna týdningi. Páll
Mohr Joensen kom ikki
á vøllin fyrrenn í 2. hálv
leiki, tí hann er skaddur í
rygginum.
Rasmus
Nolsøe og Kári Nielsen
vóru ikki í hópinum. Teir
eru báðir vøddaskaddir.
HB
NSÍ
NSÍ-HB 1-0 (0-0)
1-0: Jóhan Troest Davidsen 65.
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs (Pól Jóhannus
Justinussen, 71.), Óli Hansen, Jóhan Torest Davidsen, Einar
Hansen – Bogi Løkin, Nenad Stankovic, Milan Pejcic,
Hjalgrím Elttør – Øssur Dalbúð (Filip Jacobsen, 90.), Karoly
Potemkin
Gult kort: Nenad Stankovic
HB: Marcin Dawid – Mortan úr Hørg (Pætur Jørgensen,
80.), Fróði Benjaminsen, Vagnur Mohr Mortensen, Poul
Thomas Dam (Hans á Lag, 86.) – Rógvi Poulsen (Páll M.
Joensen, 71.), Milan Kuljic, Ólavur í Ólavsstovu – Jákup á
Borg, Andrew av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen
Gult kort: Jákup á Borg
FAKTA um dystin
Talan var um ferðmikla uppgerð við Løkin. Men at enda stóðu
meistararnir ovastir, og nú hevur NSÍ lagt seg á silvurplássið á
stigatalvuni
Mynd: Álvur Haraldsen