Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 • 11. juli 2008 Vikuskifti 16 Sethús Traðarbrekka 6, Argir Húsini eru í 3 hæddum. Mið- og niðasta hædd eru 76,5 m2 og ovasta hædd er á uml. 50 m2 – í alt 203m2. Grundøkið er 621 m2. Byggiárið er 1957, men húsini eru væl bygd og nakað dagførd. Í miðhæddini er inngongd, durur, baðirúm, gongd, køkur, borðsstova / stova, wc og kamar. Í ovastu hædd er trappugongd / trappupallur og 3 kømur. Í niðastu hædd er inngongd, gongd, kamar, fýrrúm / vaskirúm / kjallararúm, goymslurúm. Harafturat er hjallur / goymslurúm. Húsini standa í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi nær við bátahavnina á Argjum. Stutt er til skúla, dagstovnar og handil. Busssambandið er gott og útsýnið er frálíkt. Prísuppskot : 1.5 mill Sethús – Toftagøta 4, Fuglafjørður Hugnaligu húsini eru i trimum hæddum,, samlað búvídd umleið 100 fermetrar. Grundøkið er 159 m2. Byggiár : 1908. Urtagarður er niðan fyri húsini. Miðhæddin : gongd, stórt kamar, køkur, 2 stovur og trappa til ovastu hædd. Ovasta hæddin : baðirúm, hjúnarúm, 2 kømur og útiloft. Niðasta hæddin: fýrrúm/kjallararúm. Húsini eru í sera góðum standi, hava nýggj vindeygu, nýggjan klædning, nýtt tak, nýggjan køk, nýtt baðirúm, nýggja oljufýr og eru annars mestsum øll dagførd . Húsini liggja í friðaligum og barnavinarligum umhvørvi mitt í bygdini, hava gott útsýni. Prísuppskot: 1.100.000 Sethús – Nesvegur 73, Nes Hugnaligu húsini eru i trimum hæddum, 5o fermetrar hvør hæddin, samlað búvídd 100 fermetrar. Grundøkið er 680 m2. Byggiár: 1949. Urtagarður er í ferð við at verða gjørdur rundan um húsini, og stór terassa er eystanfyri.Til húsini hoyrur eisini ein stórur hjallur, har ein grovkøkur er við at verða gjørdur. Húsini hava hitapumpu og nýta ikki olju. Miðhæddin : gongd, wc, køkur, stova og trappa til ovastu hædd. Ovasta hæddin: baðirúm, hjúnarúm 3 kømur og klædnarúm. Niðasta hæddin: fýrrúm, 2 kjallara- rúm og 2 smærri rúm. Húsini eru í góðum standi, hava nýggj plastikkvindeygu og eru annars mestsum øll dagførd. Húsini liggja í friðaligum og barnavinarligum umhvørvi, og busssambandið er gott. Prísuppskot : 900.000 Grundstykki – Velbastaður Grundstykkið liggur í nýggjari útstykking, klárt til at seta tann fyrsta formin, matr. 24 ae, er byggibúgvið og planerað, komandi keypari kann fara í gongd beinavegin. Stykkið liggur væl fyri á blindvegi. Nýggi býlingurin liggur omanfyri bygdina Velbastaður, sum er ein gomul bóndabygd, útsýnið verður púra frítt omanfyri gomlu bygdina, út á Hestur, Koltur og Sandoynna. 10. min. í bili til Havnar. Tætt við dagstovn, skúla og busstoppstað. Virkisbygningur, Kajøkið Søldarfjørður Vinnubygningur á kajøkjinum í Søldafirði. Bygningurin er í einari hædd,eitt stórt høli umleið 80 fermetrar, skrivstova/køkur, skiftirúm og wc. íalt 120 fermetrar. Grundøkið 600 fermetrar. Byggiár 1980. Bygningurin kann útbyggjast til tað dupulta. Við bygninginum fylgjur loyvi til at útflyta feskan fisk og hummara. Við bygninginum fylgir eisini, ein elektriskur trukkur, ein lastvognur, 2 bingjur og 400 fiskakassar á 70 kg. Er eisini vælegnaður at nýta til onnur endamál, so sum smiðu, goymslurúm osv .Uttanumsøki er asfalterað. Bygningurin liggur sera væl fyri, lætt atkomuligur við stórum akførum. Bygningurin er í góðum standi, og er bygdur av bjálvaðum betong elementum. Prísuppskot : 1.9 mill Sethús – Neslíð 12, Vestmanna Serstaka sethúsi er eitt sniðhús / bjálkahús úr Kanada, sum er bygt eftir sera strongum krøvum, tá ið talan er um dygd og orkunýtslu. Húsini eru í einari hædd á 146 m2. Grundøkið er 555 m2. Byggiár: 2008. Har er inngongd, durur, gestawc, alrúm / køkur / borðsstova / stova við útgongd til terassu, bryggers / vaskirúm / fýrrúm, hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Undir húsinum er krúpikjallari við øllum installatiónum. Gólvhiti er í øllum húsinum eins og mistaðardustsúgvari. Møguleiki er fyri hitapumpu, og pláss er fyri at byggja garagu. Húsini standa í nýbygdum øki í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Stutt er til skúla, barnagarð o.a. og útsýnið er sera gott oman yvir bygnina og út á fjørðin. Møguleiki er fyri at fáa mvg. av arbeiðslønini (max. kr.150.000,00) aftur. Meira sæst á www.vvs.fo ella www.canadahuse.dk Ibúð :Marknagilsvegur 89 1 tv, Tórshavn Hugnalig og væl innrættað íbúð, sum er á stovuhæddini, stødd 68 fermetrar, tú gongur beint inn frá túninum, ongar trappur. Til íbúðina hoyrur eisini úthús og felags rúm. Íbúðin er væl bygd, væl bjálva, sera lýggj. Har er gongd, køkur/stova út í eitt, baðirúm, vaskirúm, hjúnarrúm og kamar. Flísagólv við hita er í gongd, baðirúmi og vaskirúmi. Íbúðin liggur í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi, við góðum sólargangi og góðum grannalagi. Beint við Handilsskúlan. Stutt frá dagstovni, handli og skúla. Góð parkeringsviðurskiftir. Vakurt og gott útsýni úr stovuvindeyganum út á fjørðin og út á Nólsoyar bygd. Prísuppskot : 1.6 mill Sethús – Hákunargøta 2, Hoyvík Snotiligu arkitektteknaðu húsini eru í 2 hæddum Ovara hæddin er 140m2 og niðara hæddin er 110m, umframt eina garagu íð er 30 m2 - í alt 280 m2. Grundøkið er 503 m2. Byggiár: 2007. Í ovaru hæddini, sum er opin upp í trórið, er, stór gongd, baðirúm við gosbað og brúsu, køkur, stova, hjúnarúm og trappuniðurgongd. Í niðaru hæddini : er kjallararúm/fýrrúm, gongd, wc, 3 kømur og eitt stórt rúm. Eisini er ein stór garaga, har íð tað eisini er møðuleiki at gera hjall. Niðara hæddin er ikki liðugt innrættað. Gólvvarmið er í øllum gólvunum í niðaru hæddini. Eisini er innbygdur dustsúgvari. Húsini standa í friðarligum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi og hava sera gott útsýni. Stutt er til allar hentleikar. Trøð – á Gørðum Kalbak Stóra trøðin matr.nr. 47a Kalbak er í tveimum pørtum - annar á 7.189 m2 og hin við ástandandi seyða- og hoyggjhúsi er 285 m2 - í alt 7.474 m2. Trøðin liggur miðskeiðis í bygdini við veg og er løtt at koma til. Har er turt dyrkað lendi, ið er hegnað, men ikki vetrarfriðað. Trøðin liggur í friðarligum og sera náttúruvøkrum umhvørvi við frálíkum útsýni. Prísuppskot : 600.000,00 Sethús Reynstún 26, Argir Snotiligu húsini eru í 3 hæddum - í alt umleið 300 m2. Grundøkið er 576 m2. Byggiárið er 1984, men nógv er gjørt við húsini, og tey eru høvuðsumvald í 1994. Í ovastu hædd er køkur/alrúm við útgongd til terassu. Í miðhædddini er durur, gongd, 2 kømur ,hjúnarúm við atgongd til wc við brúsu, stór stova, baðirúm og vaskirúm. í niðastu hædd er fýrrúm og kjallararúm, har er góður møðuleiki at gera eina íbúð. Betongdekk er millum hæddirnar. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi. Stutt er til dagstovnar, skúla og sparkivøll og bussurin steðgar beint við. Útsynið er framúr gott. Prísuppskot : 2.450.000,00 Sethús Gerðisvegur Miðvágur Nýggju húsini eru í 2 hæddum – hvør á 144 m2 – í alt 288 m2. Grundøkið er 580 fermetrar. Byggiár: 2008. Í erva er inngongd / gongd, grovkøkur / bryggers / vaskirúm, køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til útigólv / altan, hjúnarrúm við klædnarúmi, baðirúm og 2 kømur. Í neðra er garaga við fjarstýrdari garaguhurð og inngongd til stórt rúm, ið kann innrættast. Tekningar og tilfarslisti eru vegleiðandi, tí avtala kann gerast um broytingar av innrætting og tilfari eftir egnum ynski. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við góðum útsýni yvir bygdina, bátahylin og fjørðin. Stutt er til skúla, dagstovn handlar o.a. Møguleiki er fyri at fáa uml. kr. 125.000,00 í mvg. aftur av arbeiðslønini. Prísuppskot : 1.6 mill Sethús Johansgøta 3, Signabøur Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml. 147 fermetrar og ein kjallari sum er umleið 67 fermetrar. Grundøkið er 556 fermetrar. Byggiár er 1989..Íbúð er í kjallaranum. Húsini hava betong grund, annars kløddvið timbri, hava aluminiumstak og eru væl bjálvaði. Í miðhæddini er - durur, wc, gongd, baðirúm, hjúnarúm, stova, køkur og trappuniðurgingd. Í niðastu hæddin er : kjallararúm/ fýrrúm, eitt stórt rúm og sjálvstøðug íbúð, sum er gjørd í 2005 Busssambandið er sera gott, tað tekur 20 minuttir til Havnar. Prísuppskot 1.5 mill Sethús á Brekku 45 Klaksvík Snotuligu og sera væl hildnu húsini eru í 3 hæddum – ovasta hæddin er umleið 68 m2 , miðhæddin uml 102 m2 og kjallarin uml 102 m2 – í alt uml. 272 m2, Til hoyrir eisini ein garaga sum er uml 18 m2, við einum lítlum goymslurúmi, Grundøkið er 338 m2. Byggár: 1976. Í miðhæddini er durur, wc, hjallur, gongd, trappuuppgongd, køkur, 2 stovur við útgongd til terassu, arbeiðsrúm/ bruggers og trappuninurgongd . Í ovastu hæddini er baðirúm , hjúnarúm, 3 kømur og teldurúm. Í niðastu hæddini er, vindfang, gongd, fýrrúm og 2 kjallararúm. Urtagarður er runt húsini.. Húsini standa sera væl fyri mitt í býnum, har er veðurgott, barnavinaligt og frálíkt útsyni. Prísuppskot 1.7 mill Sethús Gundadalsvegur 23, Tórshavn Stór sethús við bilskúri í tveimum hæddum á 105 fermetrar hvør hæddin - í alt samlað búvídd á uml. 210 fermetrar. Í ovarahæddini er inngongd, gongd trappa niður á veghæddina, wc, køkur spísistova, stova við fronskum hurðum ímillum, hjúnarrúm og eitt kamar. Niðarahæddin: gong, 4 stór kømur, køkur, baðirúm við brúsu og vaskirúm. Niðarahæddin er væl egnað til at leiga út sum íbúð ella kømur. Húsini eru bygd í 1970, men eru gjørd ístand, so sum, nýggjur køkur, ketil o.a. Húsini liggja rætt ímun til sólina, frá stovuni er hurð út á stóra altan, undir altanini er góður bilskúrur. Húsini liggja væl fyri í Gundadali, sera veðurgott stað. Beint við ítróttavøll, ítróttahøll, svimjuhøll, v.m. Útsýnið oman á vøllin og oman í býin. Prísuppskot 2.8 mill Sethús á Heygnum 1 Kvívík Nýggju sera snotiligu arkitektteknaðu orkusparihúsini eru 170 m2 í erva og 93 m2 í neðra – í alt 263 m2. Grundøkið er 637m2. Byggiár: 2008. Í erva er garaga, hjallur, inngongd, gongd, gestawc, grovkøkur / bryggers, køkur / alrúm / borðsstova við niðurgongd til niðastu hædd, arbejðsrúm, millumgongd, hjúnarrúm við stórum klædnarúmi, baðirúm og kamar. Í neðra er stova við útgongd til terassu, millumgongd, baðirúm, kamar og stórt vaskirúm við egnari útgongd. Laðagur og stoyptur garður er runt húsini. Tey standa í friðarligum, sera vøkrum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg nær við barnagarð, skúla og frítíðarskúla. Panoramaútsýni er yvir allan fjørðin. Húsini verða seld nærum liðug, so keyparin sjálvur kann velja tilfar og seta sín egna dám á húsini. Møguleiki er fyri at fáa mvg. av arbeiðslønini (max. kr.150.000,00) aftur. Prísuppskot 2.3 mill Tvíhús Flatnagerði 10 A Tórshavn Tvíhús i tveimum hæddum, 75 fermetrar hvør hæddin, samlað búvídd á uml. 150 fermetrar. Niðasta hædd: Durur, gong, trappa, hjúnarrúm , 2 kømur, baðirúm við brúsu, fýrúm /vaskirúm og hjallur. Ovastahædd: gongd, baðirúm við kari, køkur, stova og kamar. Frá stovuni hurð út á stóra altan. Húsini eru sera væl hildin, nýggjur køkur og nýtt baðirúm, liggja væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi beint við dagstovn, handil og busssamand er gott heim í býin. Prísuppskot : 2.2 mill