mánadagur 14. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 133 - 14. juli 2008
Evni úr gerandisdegn
um og náttúrini seta
dám á nýggju rokni
bókina Skygni 4, ið
er ætlað næmingum í
fjórða flokki
Roknibók
Nýggja roknibókin leggur
upp til undirvísing, ið lagar
seg til støðið hjá einstaka
næminginum. Á teimum
grønu síðunum eru lættar
uppgávur, meðan tær á teim
um bláu síðunum eru eitt
sindur torførari. Á reyðu
síðunum eru uppgávurnar
meir blandaðar.
Skygni 4 tekur ymisk
evni upp í undirvísingina,
har serliga nógv verður
gjørt burturúr geradisdegn
um og náttúruviðurskiftum.
Annars er bókin skipað í
fimm ymisk tema – hæddir,
keyp, prísir, rómartøl, Før
oyar og Ferðslu sum við
mátingum, útrokningum og
royndum vísa støddfrøðina
í nýtslu.
Eisini er bókin á tremur
við myndum og tekningum,
sum gera tað lætt at síggja
fyri sær, hvat tað er, sum
skal roknast út.
Tað er Føroya Skúlabóka
grunnur, sum gevur Skygni
4 út.
ave
Nýggj roknibók
til fjórða flokk
Nýggjasta útgávan
av bókmentaritinum
Vencil er ognað
teimum, ið á onkran
hátt royna seg sum
rithøvundar fyri
fyrstu ferð
bókmentiR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nýggi Vencil er hin fjórði í
røðini, og er hann ognaður
nýkomingum. Summir av
teimum gjørdust bæði kend
ir og heimskendir seinni,
meðan aðrir kanska verða
tað einaferð.
Millum føroysku høvund
arnar, ið royna seg fyri fyrs
tu ferð, finna vit Duritu L.
Jóansdóttir, Hans Olaf Joen
sen, Torfinn Jákupsson, Sis
sal Kampmann, Herluf Han
sen, Anniku Skaalum, Annu
Mortensen og Leif Olsen.
Hesi hava skrivað yrkingar
ritroyndir og stuttsøgur við.
Heimskendir
nýbyrjarar
Hvør veit – kansa fjalir ein
Strunge ella Hemingway
seg millum føroysku høv
undarnar, ið royna seg á
fyrsta sinni. Til ber í øllum
førum at samanbera við,
hvussu tað hilnaðist hjá
onkrum av teimum stóru
høvundunum, tá eisini teir
vóru nýkomingar. Týddu
tekstirnir í Vencili hesuferð
hava nevniliga eisini okkurt
við hetta at debutera at
gera.
Við er ein stuttsøga eftir
Haruki Murakami, sum er
úr fyrsta stuttsøgusavni han
sara, sum kom út á enskum.
Pauli Nielsen týddi.
Í Vencili fjórða ber nú
eisni til á fyrsta sinni at lesa
Naju Maria Aidt á føroysk
um. Hon vann Bókmenta
virðisløn
Norðurlanda
ráðsins 2008. Søgan er úr
hennara fyrsta stuttsøgusav
ni, og tað er Arnbjørn Ólavs
son Dalgarð, sum hevur
týtt. Úlfur Hjörvar er eisini
við í Vencili á hesum sinni.
Tað er Carl Jóhan Jensen,
sum hevur týtt hann. Eisini
eru týðingar við eftir so
mætar rithøvundar sum Ern
est Hemingway, John Ash
bery, Michael Strunge, Pet
er Adolphsen, Syndra Freys
son og H.P. Lovecraft. Við
øðrum orðum, so er Vencil
fjórði ein góður blandingur
av øllum tekstasløgum og
fólki úr øllum heraðshorn
um.
Innihaldið fevnir víða.
Alt frá eistrunum á veðra
skjøldri løgmans, umvegis
ein, ið finnur beinagrindina
á Guði og til ein fíl, sum
hvørvur í einum djóragar
ði.
Lurta á www.
vencil.fo
Samstundis, sum Vencil
fjóðri kemur út, eru nýggir
upplestrar lagdir út á heima
síðuna hjá ritinum, www.
vencil.fo. Millum annað les
ur Hugin Eide stuttsøguna
“Jodok letur heilsa”, og eisi
ni skipar Jónleif Johannesen
egið kvæði úr Vencili triðja,
ið nevnist “Deyðastund Sig
mundar”.
Sum nakað nýtt, ber nú
eisini til at tekna seg til
haldara beinleiðis á heima
síðuni.
Meðan nýggir høvundar sleppa at royna sín skriviførleika í Vencili fjórða, kann bókmentaritið
eisini elva til lesiførleika sambært permutekstinum
Roknibókin ”Skygni 4” er á tremur við myndum og tekningum,
sum gera tað lætt at síggja fyri sær, hvat tað er, sum skal
roknast út
Vencil fjórði ognaður
nýkomingum
Pierurin á Toftum gerast aftur
Bygdaráðið í Nes kommunu hevur samtykt at taka av einum tilboði
frá VestCon at gera pierin inni í Oyrum aftur eftir ódnarveðrið.
Tilboðið er uppá 150 til 200.000 krónur, alt eftir hvussu breiður
pierurin verður. Tekniska nevnd mælti til at brúkast skulu 160.000
krónur til afturgerðina, umframt grótkeyp av Lambareiði, og hesum
tók bygdaráðið somuleiðis undir við.
Komnir inn at landa
Í dag er Grímur Kamban, sum samtrolar við Kallsevni
komin inn at landa í Sørvági. Teir hava tilsamans um
200.000 pund, har meginparturin er upsi, skrivar
heimasíðan joanisnielsen.fo. Grímur Kamban (myndin)
landar til Landingarmiðstøðina í Sørvági, meðan
Kallsevni landar á Sandi. Grímur Kamban og Kallsevni
hava roynt í eina góða viku, og fara teir nýggjan túr í
morgin.