mánadagur 14. juli 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 133 - 14. juli 2008
Hóast stevna hevur
verið bæði í Miðvági
og á Sandi, hevur
vikuskiftið verið
friðarligt. Okkurt
ferðsluóhapp, stuldur
og eitt kollektivt
neytasjálvmorð eru
tað mest merkisverda.
LøgregLa
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Nú stevna hevur verið bæði
í Miðvági og á Sandi, hevur
løgreglan í Havn ikki havt
tað stóra at gjørt. Ein maður
varð koyrur úr Vágunum til
Havnar at sova rúsin av sær
leygarnáttina. Sunnudagin
klokkan 16.10 fekk løg
reglan boð um, at eitt neyt
var omandottið av einum
hamri við Sundsverkið. Tá
løgregla og djóralækni vóru
komin á staðið, leyp eitt
annað neyt, ið enn stóð uppi
á hamrinum oman, og stutt
eftir leyp tað triðja eisini
oman. Hví hesi trý neytini
valdu at stoyta seg omanav,
er ilt at gita um.
Sunnukvøldið
klokkan
23.30 fekk varð løgreglan
boðsend
til
Keypssam
tøkuna í Hoyvík, har onkur
hevði stolið 20 kartengur
av sigarettum, nakrar pakk
ar av rullitubbaki og 1200
krónur í vekslipengum.
Í
Klaksvík
varð
eitt
ferðsluóhapp
norðuri
á
Stongum leygarmorgunin
um klokkan trý, har ein
ungur maður rendi á ein
garð. Hesin er nú skuldsettur
fyri spirituskoyring. Eitt
annað lítið ferðsluóhapp
hevur verið, ein sokallaður
parkeringsskaði. Harafturat
hevði onkur maður, ið var á
veg heim úr býnum, vakt
okkurt húsið, og har var
løgreglan so boðsend.
Hóast stevna hevur verið
í Húsavík, hevur vikuskiftið
verið stak friðarligt hjá løg
regluni í Sandoynni. Á Tvør
oyri var ein maður tikin fyri
at sigla rúsdrekkaávirkaður
á Trongisvágsfirði. Hetta er
brot á sjólógina og verður
sektað við bót. Harumframt
vóru tveir ungir mans skuld
settir fyri rúsdrekkakoyring,
annar
leygarnáttina
um
klokkan tvey, og hin sunnu
morgunin um klokkan átta,
upplýsir løgreglan.
Vestanstevna hevur verið
í Vágunum, og har hevur
okkurt
smávegis
verið.
Fríggjanáttina
varð
ein
rútur varð knústur á politi
støðini í Miðvági, og tveir
mans vóru farnir til hendurs
uttanfyri MBhúsið. Eisini
vóru fýra fullar damur farn
ar at skeldast nakað illa, og
løgreglan mátti skilja tær
sundur. Herverk varð eisini
framt á ein bil, ið stóð uttan
fyri Mylluna. Gerningsmað
urin er funnin í hesum mál
inum.
Leygarnáttin
var
meira
friðarlig.
Onkur
ósemja, har nevar vóru á
lofti, mátti greiðast, og
fleiri vóru sovnaði úti. Ein
maður var somikið niður
køldur, at hann varð sendur
á Landssjúkrahúsið til víð
ari kanningar.
Samanumtikið eitt friðar
ligt vikuskifti, hóast nógv
fólk hevur verið úti, upp
lýsir løgreglan.
Friðarligt vikuskifti
Hvussu
mundi
norður
lendski
tónleikapallurin
síggja út fyri 1000 árum
síðani? Hendan spurning
fer norðmaðurin Odd Sylv
arnes at viðgera í Valhøll í
Syðrugøtu í kvøld klokkan
20.
Í samband við, at Trónd
ardagar eru í Gøtu, verður í
kvøld skipað fyri tónleika
seminari í Syðrugøtu undir
heitinum “Tónleikur fyri
1000 árum síðari”.
Norðmaðurin Odd Sylvar
nes Lund vitjar í hesum
døgum oyggjarnar, og fram
førdi á konsertini í Gøtu
kirkju
leygarkvøldið
á
sínum sermerktu ljóðførum
verk frá fleiri ymiskum tíð
arskeiðum. Í kvøld leggur
hann fyri og greiðir frá
sínum hugsanum um eldri
norðurlendskan tónleik.
Odd virkar partvís sum
professari á Norges Musikk
høgskole í Oslo og partvís
sum fólkatónleikari. Hann
hevur ognað sær serkunn
leika í gomlum norskum
ljóðførum so sum lúðuri,
bukkhorni og munnhørpu.
Við hesum ljóðførum hevur
hann ferðast víða um við
sínum tónleiki og hevur
millum annað roynt seg
saman við Berlinar philhar
monikarunum og setti olym
piaduna í Lillehammer.
Seminarið verður í kvøld
klokkan 20 og er ókeypis.
Tón-
leikur í
1000 ár
Tróndadagar eru í Gøtu
Mynd: Jan Müller
Svanapar við ungum
Ikki er óvanligt, at svanir steðga á Niðri á Vatni, men meiri
sjáldsamt er tað, at eitt svanapar reiðrast á hesum staði. Í
seinastuni hava eiðisfólk og onnur vitjandi eygleitt, hvussu
bøgan hevur ligið á eggum, og leygardagin kundu fólk við
frøi – og frøði – staðfesta, at svanaparið hevði ríkað djóralívið
við tveimum ungum. Í dag ber til at síggja hesar ungarnar, væl
vardir av foreldrum sínum, svimja aftur og fram á vatninum. –
Einki er at siga til, at henda søguliga hending og vakra sjón
vekir ans millum fólk á Eiði og helst aðrastaðni við, skrivar
heimasíðan hjá Eiðis kommuna.
Arbeiða víðari við
Kambodja-ætlanini
Høvuðsstýrið hjá Heimamissiónini hevur tikið avgerð um, at arbeiðast skal
víðari við asiatiska landinum Kambodja sum nýtt fokusøki fyri útimissión.
Tørvur fyri evangeliserandi arbeiði er til staðar í landinum, og við hesi avgerð
ini hevur Heimamissiónin tikið eitt stig víðari í hesi tilgongdina. – Nógv skal
gerast, áðrenn nakar kann sendast út. Vit hava tosað við norðurlendskar missi
ónsfelagsskapir, og teir siga, at tað tekur eitt til tvey ár, áðrenn nakar kann fara
út. Vit meta tað verða neyðugt at vera væl fyrireikað, og tí má tað taka sína
tíð, sigur Thomas Dam, formaður í høvuðsstýrinum Nógv arbeiði skal kortini
gerast, áðrenn fyrsti trúboðarin kann sendast hagar – kanska 12 ár.