Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 133 - 14. juli 2008 Týskt filmslið skal gera film av náttúru og umhvørvi í Norðurhøvum Filmur Árni Joensen arni@sosialurin.fo myndir: Árni Joensen Týska ferðalagið, sum telir níggju fólk, kom til Føroya við flogfari, men tá ferðalag­ ið fór úr Føroyum seinna­ partin leygardagin, var tað við danska skipinum „Arc­ tic Janus“. Upprunaliga varð skipið bygt til grønlendska televerkið, men fyri nøkrum árum síðani varð tað selt til Danmarkar og er nú skrásett í Keypmannahavn. Úr Føroyum gekk leiðin til Seyðisfjørðin í Íslandi, og tá filmsliðið er liðugt har, verður farið norður til Jan Mayen. Úr Jan Mayen fer „Arctic Janus“ til Sval­ bard, har skipið skal gera ein avstingara norður á 80 stig. Síðani verður siglt til Noregs, har skipið skal inn í m. a. Tromsø, áðrenn ferð­ in endar í Danmark um ein góðan mánað. Tá er ætlanin, at filmsliðið skal hava tilfar til 180 minuttir. 15 fólk eru við „Arctic Janus“ á ferðini. Av teimum eru tveir føroyingar, Páll Klein, sum er skipari, og Andras Andreasen, sum er stýrimaður. Á filmsferð í Norðurhøvum Um vikuskiftið varð leitað eftir einum føroyskum stuttleikabáti, sum var horvin á nveg úr Føroyum til Hetlands leiting Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Leygardagin bað radiostøð­ in í Aberdeen skip og bátar siga frá, um tey sóu nakað til føroyska stuttleikabátin „Nina“, sum var farin úr Føroyum seinnapartin hós­ dagin saman við einum øðr­ um stuttleikabáti, „Gerd“. Ætlanin var, at bátarnir skuldu koma til Foula leyg­ arnáttina, men tað vísti seg, at bara „Gerd“ kom hagar. Tá var so mikið av vindi av landnyrðingi, at teir noydd­ ust at fara til Scallooway. Tá „Nina“ ikki kom vegin fram leygardagin, settu teir á „Gerd“ seg í samband við hetlendsku sjóverjuna. Sjó­ verjan spurdi seg fyri í fleiri havnum og royndi eisini at fáa samband við tann horvna bátin ígjøgnum fartelefon og VHF, men til fánýtis. Hetlendska sjóverjan heitti so á skip og bátar um at siga frá, um tey sóu nak­ að til tann føroyska bátin, og MRCC­støðin í Han kom upp í leitingina. Eitt Nimrod­flogfar fór at leita á leiðini millum Føroyar og Hetland, og ein tyrla leitaði inni undir landi, samstundis sum radiostøðin í Aberdeen sendi út neyðboð. Leygarkvøldið boðaði MRCC­støðin í Havn het­ lendsku sjóverjuni frá, at manningin á „Ninu“ hevði gjørt vart við seg umvegis fartelefonina. Tá var báturin staddur uttan fyri Storno­ way, og alt visti væl við umborð. Lurta ikki á 16 Talskvinnan hjá hetlendsku sjóverjuni, Katrina Hamp­ son, sigur við Shetland News, at tey eru sjálvandi fegin um, at teir báðir føroy­ ingarnir komu afturíaftur í øllum góðum, men at tey eru eitt sindur ørkymlað av, at manningin ikki varnaðist ta umfatandi leitingina eftir teimum. ­ Hóast bæði vit og teirra avvarandi gjørdu fleiri royndir at fáa samband við teir umvegis fartelefon og VHF, svaraðu teir ikki. Vit ætla okkum at fara til Scal­ loway at tosa við teir og at vissa okkum um, at teir eru vitandi um, hvussu umráð­ andi tað er at lurta eftir neyðkanalini altíð, sigur Katrina Hampson. Robert Olsen, leiðari á MRCC Tórshavn, sigur, at bátar hava skyldu til vat lurta eftir kanal 16 altíð, tá siglt verður. Tíverri eru tað alt ov mong, sum gloyma tað, og tað er ein trupulleiki, sigur Robert Olsen. Leitaðu eftir føroyskum stuttleikabáti Seglbátarnir við bryggju í Vágsbotni Mynd: Árni Joensen Á skipasmiðjuni í Havn hava teir nú tett holið, sum ísfiskatrolarin Falkur fekk niðan fyri vatngangin í bak­ borð, tá makkarin Heykur rendi á hann næstsíðsta sunnu­ morgun. Heykur er farin aftur til fiskiskap, men Falkur verður ikki liðugt umvældur fyrr enn um einar fjúrtan dagar. Falkur tettur og tættur Sjáldsamur fiskur í Vági Contender hjá Joe N. í Vági avreiddi í morgun henda sjáldsama fiskin til uppboðssøluna í Vági, skrivar Suðurrás. Okkurt kundi týtt uppá at hetta er ein Bramafiskur, tó hevur hann ikki gulligar uggafjarðar, ið slíkir fiskar hava sambært bókini „Fiskar í Føroyum“. Áir eru til annað enn streymframleiðslu ­ Ber ikki til at gera streym uttan at oyðileggja allar áirnar? Henda spurningin vilja fólk við Norðskála hava svaraðan. Tí skipa tey fyri fundi, har orka og umhvørvi verða lýst úr øllum sjónarhornum. Við á fundinum verða Anni á Hædd, deildarleiðari í Løgmálaráðnum, Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, Anna Maria Fossá, deildarleiðari á Náttúrugripasavninum, Kári Thomsen, formaður í Føroya Nátturu­ og Umhvørvisverndarfelag, Jóhan í Niðristovu frá partafelagnum Røkt og eitt umboð fyri Lokal Agenda 21. Ein av fyriskiparunum Elsa Ann­ ika Olsen við Norðskála, sigur við Kringvarpið, at fólkini síggja orkumálini og umhvørvis­ málini úr ymsum sjónarhornum og harafturat er talan um fakfólk, so tey fáa nógv at vita, sum koma á fundin í Skálanum í Norðskála­Oyrar skúla mikukvøldið klokkan 19. Teir báðir føroyingarnar við „Arctic Janus“, Páll Klein, skipari og Andras Andreasen, stýrimaður